Kreppa í Runavík

Superveteranurin í NSÍ-málinum dylur ikki fyri, at talan er um kreppu. Men Jens Martin Knudsen heldur fast um málið, sum varð sett í vetur. FM skal vinnast, og enn heldur hann tað ikki vera ov seint

Fótbóltur

Boðini vóru greið, tá farið varð undir ársins útgávu av Formula-deildini. Eftir at hava amast upp móti teimum bestu í nøkur ár, skuldi NSÍ nú taka stóra fetið. Gullið skuldi til Løkin - hvørki meira ella minni.

Kreppa
Eftir fýra umfør er støðan tó ein heilt onnur. NSÍ hevur bara fingið eitt stig úr tveimum heimadystum, og samlaða úrtøkan er ikki meira enn fýra stig. Og tá eru trý av hesum vunnin á útivølli móti liðnum, sum higartil hevur teknað seg sum tað veikasta í deildini.
Kreppa tykist vera skrivað við stórum stavum, og tá vit mánakvøldið tosaðu við Jens Martin Knudsen, duldi hesin ikki, at talan er um kreppu.
 Tað kanst tú róliga siga. Úrtøkan hevur í øllum førum verið nakað nógv lakari, enn vit høvdu roknað við. Og sjálvt mest døptu forsøgnirnar høvdu neyvan verið somikið svartskygdar, sum veruleikin hevur teknað seg, heldur hann.

Leitað eftir samleikanum
Tá hetta er sagt, so leggur Jens Martin tó afturat, at tað tó langt ífrá er alt, sum hevur gingið galið hjá teimum.
 Fyrst og fremst, so haldi eg, at vit ikki hava funnið okkum til rættis í spælistíli. Í náttúruni liggur tað okkum nær at leypa á við fullari ferð, men samstundis vita vit, at tú eisini skalt ansa eftir verjupartinum. Og tað er nokk hesa javnvágina, sum vit ikki hava funnið enn.
Júst verjuparturin tóktist annars undan árinum vera sterkasti parturin av liðnum. Ein styrki, sum tó ikki var sjónlig í Gundadali?
 Tað snýr seg aftur um tað sama. Í longum løtum høvdu vit einki trýst av miðvøllinum, og tá verður sjálvt besta miðverjan í landinum løtt at yvirspæla. Og fyri tað stóra haldi eg, at tað var tað, sum hendi í dag.
 Og samstundis megna vit ikki at stilla okkum rætt í dystinum. Fyrstu løtuna leypa vit á og skapa nógv, men tá teir so skora, fella vit púrasta niður. Ikki fyrr enn teir fáa næsta málið - uttan at eg skal tosa meira um tað - byrja vit at rakna viðaftur. Og tað er ov seint.

Hava knívin á barkanum
Komandi vikuskifti fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, og einki er at ivast í, at tann dysturin skal vinnast, um NSÍ skal ætla sær nakað sum helst í ár.
 Tað sigur seg sjálvt. Stigatalvan prógvar, at vit eru í djúpari kreppu, og tí fáa vit ikki runnið undan. Samstundis er tað eitt lið fult av sjálvsáliti, sum tá kemur á vitjan, so nakran lættan dyst verður talan avgjørt ikki um. Vit hava knívin á barkanum, og tí er ógvuliga umráðandi, at vit finna røttu javnvágina á liðnum alt fyri eitt. Enn hava vit í øllum førum ikki slept málinum, sum er at enda ovast. Tað trúgvi eg framvegis fult og fast uppá. Og vit hava alla tíðina vita, at tað ikki er nøkur løtt uppgávua, staðfestir Jens Martin Knudsen.