Umhvørvið á breddan

Umhvørvisgóðkendar vørur, kompost, agenda 21 og elsparandi tiltøk. Hetta vera millum evnini, sum Tórshavnar Kommuna setir fokus á í sambandi við umhvørvisvikuna.

Vit skulu lata næsta ættarliði umhvørvið í sama standi, sum vit fingu tað. Hetta er ein av yvirskriftunum til umhvørvisvikuna í ár, sum fer av bakkastokki í komandi viku, tá Tórshavnar Kommuna setir fokus á umhvørvi og heilsu. Umhvørvismerktar vørur, so sum vistfrøðiligar matvørur, vaskievnir og kosmetik, at kunna um sankutøð (kompost), agenda 21 og el-sparandi tiltøk verða ítøkiligu fokusevnini í ár. Hetta verður gjørt við fleiri ymsum tiltøkum í øllum býnum og serstakliga í miðbýnum, eitt nú undirhaldi, ruddingardøgum, gongutúrum og kunnandi tiltøkum. Í hesum sambandi hevur kommunan sett seg í samband við tey handilsrekandi at fáa tey at stuðla umhvørvisvikuni við at skráseta seg sum battarímóttakarar og at taka ímóti spariperum.
 
----
 
Miðbýurin verður miðdepilin í umhvørvisvikuni
 
Gongugøtan í miðbýnum verður stongd fyri ferðslu alla umhvørvisvikuna, tí hon verður miðdepil fyri øll tiltøkini.
 
Frá hósdegi til leygardag er umhvørvismarknaður við Tinghusgarðin í gongugøtuni, har tjøld og smáhús verða uppsett.
 
Á umhvørvismarknaðinum verður mangt og hvat.
" FK hevur ein bás við umhvørvismerktum vørum og selur vistfrøðiligar matvørur. Fólk sleppa at royna,
hvussu alt smakkar.
" Margarinfabrikkin hevur gjørt ein bás við undirhaldandi og upplýsandi tilfari, har børn sleppa at skilja burtur-kast, áðrenn tað verður koyrt á Endurnýtsluna.
" SEV og Agenda 21 stovan hava ein bás um grønan gerandisdag. Tey hava ymist áhugavert tilfar við og greiða frá, hvat vit kunnu gera fyri at verja umhvørvið sum best. Greitt verður m.a. frá um sankutøð, el-nýtslu o.s.fr.
" Meyla og Knøttur eitt nýtt tiltak fyri børn - hava eitt skemtiligt tiltak hósdagin og fríggjadagin millum kl.
16.30 og 17.00 og leygardagin kl. 13.30 og 14.00. Tey hava eisini samrøður við ymsar politikkarar um heilsu og umhvørvi: Jákup Vestergaard, Elin Lindenskov og Heðin Mortensen.
" Verkstaður fyri børn, sum sleppa at gera høgg- ella stand myndir úr burturkasti/endurnýtsluvørum.
" Til teirra, ið vilja sleppa at sita og práta og hugna sær, hava vit vaflur og kaffi.
" Biosol og Enjo fara at sýna fram sínar umhvørvisvinarligu vørur í jólagøtuhúsunum, og ID-el vísir fram eina sólorkuskipan.
" SEV hevur alla vikuna upplýsandi samvirkandi el-orku myndatalvur, har tú kanst kanna tína el-nýt-slu.
Myndatalvurnar hanga í gongini til Snarskivuna. Kristanna Rein greiðir frá.
 
----
 
Umhvørvisvikan verður í døgunum frá 15. - 21. mai 2006
 
----


Merkini merkja mun
 
Um vit veruliga ynska at gagna umhvørvinum so kunnu keypsvanarnir gera stóran mun. Ø-merkið, Blóman og Svanin boða frá góðsku.
 
Umhvørvisgóðkend merki vegleiða brúkarunum at finna vørur, sum eru framleiddar á umhvørvisvinarligan hátt og sum dálka minst møguligt, tá tey
verða nýtt og burturbeind.
Nøkur av teimum vanligastu umhvørvismerkjunum eru Svanin, Blóman og tað
reyða Ø merkið. Øll eru góðkend av donsku myndugleikunum og hava eitt óheft eftirlit.
Tað reyða Ø merkið er eitt danskt umhvørvismerki fyri vistfrøðiligar matvørur.
Svanin er norðurlendska umhvørvismerkið og Blóman er evropeiska
umhvørvismerkið. Svanin og blóman eru umhvørvismerkir fyri gerandisvørur, so
sum køksrullur og reingeringarevni og slíkt sum innbúgv og
teldur. Tænastuveitingar kunnu eisini umhvørvismerkjast, eitt gistingarhús og
bilvaskihallir. Svanin og Blóman verða ikki nýtt til matvørur, drekkivørur og
heilivág.
Blomstrið og Svanin gera tað lættari at keypa meira umhvørvisvinarliga. Tá tú keypir
eina umvørvismerkta vøru, ert tú tryggjað:
"At vøran er millum tær minst umhvørvisdálkandi av sínum slagi.
"At góðskan og støðið á vøruni svara til aðrar líkandi vørur.
"At serlig atlit eru tikin fyri heilsu, so sum at vøran ikki inniheldur
heilsuskaðilig evnir, til dømis at kosmetik ikki inniheldur krabbaelvandi evni.
 
--
Ókeypis busskoyring
Í umhvørvisvikuni verður ókeypis at koya buss á øllum farleiðum í kommununi. Fólk verða eggjað at lata bilin standa og heldur nýta almennu samferðsluna, súkkla ella brúka beinini.
--
Íløt til hundalortar
Fýra ruskíløt til hundalortar verða sett upp í býnum. Í Sandágerði, í viðalundini, undir Svartafossi og í miðbýnum.
--
Ruddingardagar
Umhvørvisdagarnar fara øll út í náttúruna at rudda. Skótar, ítróttarfeløg og eigarafeløg og onnur stuðla tiltakinum.
--
Plantið eitt træ
500 plantupakkar verða útflýggjaðir á Skálatrø leygardagin 20. mai. Planturnar eru álíkar teimum, ið latnar vórðu fólki í fjør.
--
Mega kul tiltøk fyri børn
Meyla og Knøttur skemta og syngja. Eisini verður verkstaður har børn sleppa at gera listaverk úr burturkasti/endur-nýtsluvørum. Saft, vaflur og kaffi verður at fáa.
--
Innsavning av battaríum og spariperum
Í umhvørvisvikuni fer Tórshavnar kommuna saman við handlunum í kommununi at siga borgarunum frá, hvar fólk kunnu lata inn brúkt battarí og brúktar spariperur.
 
Lagt til rættis: Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo