Strøm, timburmeistari og Maria f. Hjelm - hann var frá Kráir og hon av Løðhamri. Torkil vaks upp á Løðhamri, saman við einum eldri bróðuri, Osvald, og einari yngri systir, Veru. Ein ung og vøkur genta úr Øravík [...] sum æt Herborg, var komin í húspláss har í Vági. Torkil og hon komu at kennast og tey giftust tann 18. febr. 1937. Tey búsettust á Løðhamri, og har búgva tey enn tann dag í dag. Tey høvdu ta stóru eydnu [...] krúndiamantbrúdleyp saman fyri hálvumøðrum ári síðani. Torkil og bróðurin smíðaðu saman við pápa teirra. Teir bygdu hús, og um vetrarnar smíðaðu og umvældu teir umborð á skipunum, tað var altíð nokk at gera
bæði millum tey ungu og tey vaksnu. Kappast verður í tvíspor í trimum bólkum: Ung, 2. flokkur og 1. flokkur. Kappast verður eisini í travi. Møguleiki verður at keypa sær ein køkubita og okkurt drekkandi afturvið [...] tann triðja av fimm FM kappríðingum í ár. Enn er spenningur í toppinum. Sólvindur hjá Maritu Askham, og Rán hjá Kristfríð Jacobsen eru púra jøvn við hvør sínum 12 stigum. Nærmast teimum er Lokkur hjá Rólant
tiltøkini hava fasta stevnu, so tey í fyrstu atløgu venda sær til og fata um børn og ung. Økini, sum verða raðfest, eru kostur, rørsla, rúsevni og harðskapur. Í hesum sambandi varð skipað fyri evnisdegi, sum [...] allar skúlar, og tað skal gera, at skúlalæknin fær serkunnleika á økinum. Í hesum sambandi skal skúlalæknin millum annað samstarva við heilsuverkið og fakbólkar, so sum heilsusystrar lærara og onnur. Uppskotið [...] vaktarskipan fyri meginøkið og Sandoynna, ið verður løgd á eina læknamiðstøð í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Nýggja vaktarskipanin skal veita teimum, ið tørva læknahjálp fyri og eftir vanliga arbeiðstíð
knallertir og motorsúkklur. Hann sat 12 ár í bygdaráðnum á Argjum. Seinnu árini hevur Mortan fingist nógv við seyð, hann hevur um 20 seyðir. Marita og Mortan eiga synirnar Hans Paula og Dan, fimm ommu- og abbabørn [...] dóttir Alvildu, f. Jacobsen, ættað uppi við Garð úr Leirvík, og Dávur Hansen, úr Kirkjarstovuni í Miðvági. Hon kom sum ung til Argjar og arbeiddi í handlinum hjá Richardi Mortensen. Seinni arbeiddi hon [...] abbabørn og eina langommu- og abbadóttir. Gullbrúdleypsdagurin verður hildin í heiminum á Rosságøtu 8 á Argjum í dag frá kl. 10 til 15, har øll eru hjartaliga vælkomin.
barnaansingar- og skúlans virksemi, fyrisiting og leiðslur og kirkjur og samkomulív, vóru øll løgd fram fyri hann, sum yvir øllum valdar. Eisini ynsktu samkomurnar at biðja um verju Guds móti tí ónda, og serstøk [...] trailari við forsangarum og spælarum. Sanghefti við fleiri enn 30 sangum var býtt út, og sangurin gekk lætt og væl, meðan gingið var gjøgnum bygdirnar, Glyvrar, Saltangará og Runavík. Jan Jacobsen úr samkomuni [...] Eisini nýtti hann høvið at takka samkomunum fyri tað arbeiðið, tær gera millum børn og ung. Uden mad og drikke Takkar- og bønargongan, sum byrjaði klokkan 6 seinapartin, varð liðug, júst sum ætlað, klokkan
nógv uppá lívsins hóttanir og trupulleikar, er skjótt at missa tamarhaldið og fótafestið og lata seg stýra. - Ung gera ofta júst hetta mistak at lata avgrundina hyggja at sær og hótta seg, í staðin fyri [...] avgrundini og eisini duga at hyggja burtur aftur, er sorgblíða niðurstøða prestsins. Møllehave heldur á og sigur, at til eitt og hvørt hugtak og fyribrigdi tilverunnar finst altíð ein mótsøgn, og tað eru [...] Francois Lyotard, og umboðar hann eitt nihilistiskt rák. Hann vísir á, at stóru politisku og átrúnaðarligu hugsjónirnar og uppfatanirnar hava ár 2003 spælt fallit, at avtraditionaliseringin og upploysingar
nøvnini Bjarmi og Saga Class og eru sera snotuligir. - Vit hava havt sera goðan túr og tað hevur verið gaman. Og vit takka fyri veðrið, tað hevur verið sól, og bert mjørki í einar tveir dagar. Og fólk hava [...] meta tey fýra, og tey hava gist á bryggjum og aðrastaðni í bilum sínum. Og lætt er at koma í prát við fólk og ofta eru tað menn, sum hava fiskað undir Íslandi, sum hava hug at práta og tað halda tey vera [...] kilometar og hava tey teknað alla leiðina á eitt Føroyakort og har er ikki nógv asfalt eftir, ið ikki er uppmerkt. Ólavsøkan sermerkt Tey hava havt góðar dagar í Føroyum og upplivdu ólavsøkuna og hetta var
Hetta er søga til ung, ið byggir á bíbliusøguna um brøðurnar Káin og Ábel og lív teirra. Marjun Bæk og Karolina Matras, lærari, hava, við upprunafrásøgnini úr Bíbliuni og týddu søguni til ung sum útgangsstøði [...] Bøkurnar fáast frá Bókamiðsøluni og bókabúðunum. Grundbókin er 78 blaðsíður og kostar 96 krónur, næmingabókin er 37 blaðsíður og kostar 96 krónur, og læraraheftið er 36 blaðsíður og kostar 75 krónur. [...] lærarahefti og er ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnámsskúlum. Grundbókina Káin og Ábel - ein mýta um tveir brøður hevur Marjun Bæk, prestur, týtt úr norskum eftir prestin og rithøvundin Paul Leer-Salvesen
fakfelagsmaður og býráðslimur. Hann var borgarstjóri á Tvøroyri frá 1985-93. Aslaug og Dánjal eiga børnini: Petur Karl, sum er bóndi í Trongisvági, Jenis, sum er lækni og løgtingsmaður og býr í Havn, Bjørg [...] Bjørg, sum er ljósmóðir og býr í Trongisvági, og Varna, sum er økonoma á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík. Sum ung arbeiddi Aslaug í handli á Tvøroyri , annars hevur hon verið heimaarbeiðandi húsmóðir [...] síðan bleiv hon lutvíst lammað, men hon er komin væl fyri seg aftur. Aslaug og Dánjal eiga seks ommu- og abbabørn, fimm dreingir og eina gentu. Erland er bóndi í Toftadali í Hvalba, hann yvirtók garðin eftir
Funningi og Jóhan Berg úr Elduvík. Hjørdis er einabarn. Familjan búði í Søldarfirði, til tey seinni fluttu til Havnar. Hjørdis byrjaði sum ung at arbeiða á Telefonverk Føroya Løgtings sum ørindagenta og seinni [...] Peturi Simonsen, múrarameistara, í Havn. Hjørdis og Edvard dáma sera væl havaarbeiði og at ganga túrar saman. Tey eiga fýra børn, tey eru: Sunrid, Kári, Jóhan og Sóleyð. Øll børnini búgva í Havn uttan Sóleyð [...] ár, til hon fór frá fyri aldur. Edvard er føddur og uppvaksin í Havn. Hann er yngstur av 9 systkjum, foreldrini vóru Nicolina, f. Joensen, úr Skopun, og Christian Vilhelmsen úr Havn. Edvard hevur arbeitt