Hjørdis er fødd 23. september 1927. Foreldrini vóru Bergitta, f. Juul, úr Funningi og Jóhan Berg úr Elduvík. Hjørdis er einabarn. Familjan búði í Søldarfirði, til tey seinni fluttu til Havnar. Hjørdis byrjaði sum ung at arbeiða á Telefonverk Føroya Løgtings sum ørindagenta og seinni sum telefondama. Hon arbeiddi har í 49 ár, til hon fór frá fyri aldur.
Edvard er føddur og uppvaksin í Havn. Hann er yngstur av 9 systkjum, foreldrini vóru Nicolina, f. Joensen, úr Skopun, og Christian Vilhelmsen úr Havn. Edvard hevur arbeitt sum múrari í mong ár, tey seinnu nógvu árini hjá Peturi Simonsen, múrarameistara, í Havn.
Hjørdis og Edvard dáma sera væl havaarbeiði og at ganga túrar saman.
Tey eiga fýra børn, tey eru: Sunrid, Kári, Jóhan og Sóleyð. Øll børnini búgva í Havn uttan Sóleyð, sum býr í Ebeltoft í Danmark. Ommu- og abbabørnini eru 10 í tali.
Dagurin verður hildin uppi Millum Gilja 1, Hoyvík, hjá soninum Jóhan, har opið hús verður frá kl 19.