Trot er á kommunulæknum í Føroyum, og fleiri av teimum, sum eru í starvi, nærkast pensjónsaldrinum.
Hetta er ein av álvarsligu trupulleikunum, sum føroyska heilsuverkið fær at dragast við næstu árini. Í ólavsøkurøðuni nam løgmaður við spurningin, og í fylgiskjølunum sæst, hvørjar loysnir, Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsumálum, arbeiðir við.
Í løtuni eru fimm av 30 kommunulæknastørvum ósett, hóast javnan verður lýst eftir læknum at manna størvini. Trupulleikin er á ongan hátt serføroyskur, tí læknatørvur er í øllum Norðurlondum, og soleiðis hevur verið leingi, men í Føroyum eru færri læknar fyri hvønn íbúgva enn aðrastaðni.
Í 2002 vórðu stig tikin til at loysa kommunulæknatørvin við at skipa fyri at útbúgva kommunulæknar í Føroyum. Í besta føri merkir hetta, at tørvurin og trotið ikki verður størri, nú nógvir av teimum gomlu kommunulæknunum fara frá.
Tveir afturat í Havn
Serliga í høvuðsstaðarøkinum hevur trýstið verið stórt á kommunulæknarnar, tí fólkavøksturin hevur verið so stórur. Bill Justinussen hevur tí gjørt av at játta einari umsókn frá Tórshavnar kommunum um at skipa tvey kommunulæknastørv afturat í Tórshavn við teirri treyt, at neyðug játtan fæst á komandi fíggjarlóg.
Vera størvini lýst leys, er neyvan trupult at manna tey, tí tað vísir seg, at læknar helst vilja arbeiða í høvuðsstaðnum. Hinvegin hava læknaviðurskiftini í Sandoynni í áravís ligið í skeljasori. Í løtuni er eingin fastur kommunulækni í Sandoy.
Í frágreiðingini hjá løgmanni á ólavsøku stendur at lesa, at arbeitt verður í løtuni saman við kommunum í hesum læknadømi til tess at fáa eina varandi loysn, sum sandoyingar og skúvingar kunnu vera nøgdir við.
Ein vaktarmiðstøð
Avgjørt er at raðfesta soleiðis á kommunulæknaøkinum, at orka fyrst verður løgd í at bøta um arbeiðsligu arbeiðsviðurskiftini hjá kommunulæknunum. Fyrsta stigið er at lætta um tær mongu vaktirnar við at gera eina nýggja vaktarskipan fyri meginøkið og Sandoynna, ið verður løgd á eina læknamiðstøð í nýggja bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Nýggja vaktarskipanin skal veita teimum, ið tørva læknahjálp fyri og eftir vanliga arbeiðstíð, betri tænastu og kommunulæknunum betri arbeiðsumstøður.
Miðað verður eftir, at vaktarskipanin verður sett í verk, tá nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu.
Bert ein skúlalækni
Ein annað læknamál, sum hevur ligið óloyst í áravís, er skipanin við skúlalækna. Tað er ein stórur trupulleiki, at skúlalækni ikki er á nógvum av landsins skúlum, ásannar landsstýrismaðurin.
Nú er eitt uppskot til nýggja skúlalæknalóg loksins sent til ummælis, og áhugin vísir seg at vera stórur fyri skúlalæknaskipanini, tí nógvar viðmerkingar eru innkomnar.
Sambært uppskotinum, ið sent var til ummælis, skal bara vera ein skúlalækni í Føroyum. Skúlalæknin skal so koma runt í allar skúlar, og tað skal gera, at skúlalæknin fær serkunnleika á økinum. Í hesum sambandi skal skúlalæknin millum annað samstarva við heilsuverkið og fakbólkar, so sum heilsusystrar lærara og onnur.
Uppskotið skal virka fyri, at fyribyrgjandi arbeiðið verður betri á skúlunum við heilsukanningum, ráðgeving og verkætlanum.
Fyribyrging fyrst
Fólkaheilsa og heilsufremjandi tiltøk verða raðfest ógvuliga ovarlaga, stendur í frágreiðingini hjá løgmanni. Yvirhøvur er fyribyrging eitt mál, sum Bill Justinussen hevur sett í hásæti.
Ætlanin er, at tiltøkini hava fasta stevnu, so tey í fyrstu atløgu venda sær til og fata um børn og ung. Økini, sum verða raðfest, eru kostur, rørsla, rúsevni og harðskapur. Í hesum sambandi varð skipað fyri evnisdegi, sum hevði til endamáls at geva íblástur til fyribyrgingararbeiðið.
Ein arbeiðsbólkur er settur undir Fyribyrgingarráðnum. Uppgáva teirra verður at arbeiða við heilsufremjandi tiltøkum til frama fyri fólkaheilsuna. Somuleiðis er peningur settur av á fíggjarlógini í ár til at gera trivnaðarkanningar.