Tey eru fødd og uppvaksin í Hvalba. Foreldrini vóru Magdalena, f. Jespersen, og Jenis Jensen, vanliga nevndur Jenis hjá Drikku, í Hvalba.
Aslaug giftist við Dánjal av Rana í Trongisvági. Dánjal er fyrrverandi fakfelagsmaður og býráðslimur. Hann var borgarstjóri á Tvøroyri frá 1985-93. Aslaug og Dánjal eiga børnini: Petur Karl, sum er bóndi í Trongisvági, Jenis, sum er lækni og løgtingsmaður og býr í Havn, Bjørg, sum er ljósmóðir og býr í Trongisvági, og Varna, sum er økonoma á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.
Sum ung arbeiddi Aslaug í handli á Tvøroyri , annars hevur hon verið heimaarbeiðandi húsmóðir. Fyri umleið 15 árum síðan bleiv hon lutvíst lammað, men hon er komin væl fyri seg aftur. Aslaug og Dánjal eiga seks ommu- og abbabørn, fimm dreingir og eina gentu.
Erland er bóndi í Toftadali í Hvalba, hann yvirtók garðin eftir Vilhelm Sejer Hansen. Erland giftist við Gunhild, f. Ziskasen, av Hamri í Hvalba. Tey fingu dóttrina Miriam, sum býr í Hvalba. Gunhild doyði síðst í 70-unum.
Erland er kendur fyri at vera ein dugnaligur og røkin bóndi.