Marita og Mortan Joensen gullbrúdleyp

Leygardagin 2. august kunnu hjúnini Marita og Mortan Joensen á Argjum halda gullbrúdleyp.

Marita er fødd 24. august 1931 í Miðvági, dóttir Alvildu, f. Jacobsen, ættað
uppi við Garð úr Leirvík, og Dávur Hansen, úr Kirkjarstovuni í Miðvági. Hon kom sum ung til Argjar og arbeiddi í handlinum hjá Richardi Mortensen. Seinni arbeiddi hon sum reingerðingsfólk á skrivstovunum hjá P/F Poul Hansen á Vestaru Bryggju. Annars hevur Marita fyri tað mesta verið heimaarbeiðandi. Marita hevur stóran áhuga fyri hondarbeiði, og hevur gingið nógvar vetrar til hondarbeiði á kvøldskúla. Onkran vetur hevur hon kortini valt at læra seg meiri mál í kvøldskúlanum. Hon er eisini virkin innan sjómanskvinnuringin.
Mortan er føddur á Argjum 26. juli 1926, sonur Johonnu Margrethu, f.
Mortensen, vanliga nevnd Hanna hjá Linu, av Argjum, og Jacob Paula Joensen, vanliga nevndur Norðskála Palli, ættaður av Norðskála. Mortan arbeiddi eina tíð í súkklusmiðjuni hjá André Andrésen, áðrenn hann fór at læra til maskinsmið hjá Wenzel Petersen í Havn. Tá hann varð útlærdur har, fór hann til Klaksvíkar á maskinskúla. Tá hann hevði tikið maskinmeistaraprógv, fór hann til Danmarkar, har hann tók víðkað maskinmeistaraprógv. Hann sigldi sum maskinmeistari við ferðamannaskipinum Smirli og við verjuskipinum Ternuni
hjá donsku sjóverjuni. Hann sigldi við Ternuni m.a. undir Klaksvíksstríðnum
í 50-unum, tá teir m.a. vóru við í vaktarhaldinum í Klaksvík. Seinni var
hann maskinmeistari á trolaranum Jóannesi Patursson. Síðst í 50-unum fekk
hann starv sum maskinmaður á fiskavirkinum Bacalao í Havn. Í 1969 varð hann settur í starv sum bilsýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar. Hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær fyri aldur.
Mortan hevur altíð havt stóran áhuga fyri mekanikki. Hann hevur verið
servicemaður hjá Thomas Dam, har hann hevur umvælt súkklur, knallertir og motorsúkklur. Hann sat 12 ár í bygdaráðnum á Argjum. Seinnu árini hevur Mortan fingist nógv við seyð, hann hevur um 20 seyðir.
Marita og Mortan eiga synirnar Hans Paula og Dan, fimm ommu- og abbabørn og eina langommu- og abbadóttir.
Gullbrúdleypsdagurin verður hildin í heiminum á Rosságøtu 8 á Argjum í dag frá kl. 10 til 15, har øll eru hjartaliga vælkomin.