Lasse Klein Eg havi í hvussu er funnið út av einum, og tað er, at skal eg bera brúk av tilboðnum frá Føroya Tele, so ber ikki til at gera brúk av tilboðnum uttan so at eg keypi ein »rutara« ella »mótald« [...] sum møguliga kann koma uppá einar 300 til 500 krónur, og takið eg av tilboðnum at stovna breiðband fyri 0 krónur, so komið eg kortini at gjalda út við 1.000 til 1.200 krónur. Sama gerð seg galdandi hjá [...] hesum døgum. Onkursvegna verða vit lumpaði og onkursvegna verða vit lirkaði, og tað verði eg so noyddur at góðtaka tá eg stovni breiðband fyri 0 krónur?
seinni kom ein fram til, at teir ikki vóru eins og hinir skúlafelagarnir. Tað gekk ein ávís tíð, áðrenn ein fann fram til, hvat tað var sum bilti teimum: Teir vóru orðblindir. Hetta er ikki óvanligt, tí veikleikin [...] góðar møguleikar at samanbera hann við tey bæði eldru systkini. -Eg legði merki til tað, tá hann var komin í 3. flokk. Tá sá eg, at hann ikki menti seg eins væl málsliga og hini systkin hansara høvdu gjørt [...] næmingunum, var ikki altíð eins lætt og stuttligt hjá soninum. Hann føldi eg tí rættiliga uttanfyri í mongum viðurskiftum, serliga tá børnini fingu heimaarbeiði fyri, t.d. at lesa eitt petti til næsta skúladag
skrivað í endanum á januar mánaða. Eg skrivaði at yvirlækni Fróði Joensen varð við í hesum kanningum. Tad er ikki rætt. Tað skuldið sjálvandi verða Fróði Debes. Eg fari at biðja yvirlækna Fróða Joensen [...] Joensen um umbering fyri hesa villu. Annars standi eg fullt og heilt inni fyri tí sum eg skrivaði í greinini. Nevniliga: At tað ikki kann ávisast at nakað einstakt barn í Føroyum hevur fingið skaða av, at mamman [...] kyksilvurvandanum. Byrjanin varð sámulig við viðkomandi innleggum, men so tók Pál Weihe yvir. Eg má siga, at eg eri ikki sørt hugtikin av evnunum hjá Pál at stýra einum kjaki. Programmleiðarin og Pál tosaðu hugnaliga
fyri. Men eg trúgvi ikki, tað kundi verið øðrvísi, tí tað fall mær ongantíð inn at taka stig til tað sjálv. So tað er ikki nakað, eg gangi og angri. Eg eri bara so ótrúliga glað fyri, at eg nú havi fingið [...] undirvíst, er hon vorðin góð við børnini og heldur tey ofta vera stuttlig at vera saman við. ? Tað er ikki tað, at eg ikki haldi, at børn eru fitt. Eg haldi bara ikki, at eg og børn rigga serliga væl saman [...] atgongumerkjum til skráir, sum eg so lími inn í eina bók saman við myndum, eg havi tikið. Tey, sum kenna meg, vita, at eg havi hesar bøkurnar og spyrja ofta, um eg ikki havi eina nýggja, tey ikki hava sæð.
Jón Kragesten, leiðari fyri Ferðslutrygd. ? Eg sigi ikki, at hvør minsta detalja í sambandi við eitt ferðsluóhapp skal fram alment, men vit eiga at finna fram til veruligur orsøkirnar og annars eisini avlíva [...] veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur í ferðsluni kunnu finnast. Teir 49 dagarnar, sum higatil eru farnir av hesum árinum, hava vit mist fýra mannalív í ferðsluni. Hetta kunnu vit ikki tigandi hyggja at [...] orsøkir til, at fólk doyggja í ferðsluni. Við eini neyvari kanning av óhappum kundu vit staðfest, hvat fór fram. Endurskin og hjálmar Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur síðstu árini brúkt nógva orku til at vísa
farin til Danmarkar, vildi eg altíð vita, hvar pápi var, ja eg tordi næstan ikki at fara úr Havn, uttan pápi kom við. Eg gjørdist so bangin og einsamallur, og tankarnir sveimaðu sjálvandi. Tí hevði eg nú [...] spurning, men ikki minst fyri at skunda undir at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri hesi børnini Loyndarmálið - Lat tað verða sagt beinanvegin, at vit trúgva ikki, at vantandi hjálpin til hesi børnini botnar í [...] tað einasta, hon hevur at liva fyri, er eg. Tá hon so ferð eftir ferð roynir at taka lívið av sær, fari eg ofta at ivast í, hvat eg havi gjørt skeivt, tá eg nú ikki longur eri verd at liva fyri? Genta, 19
Ólavur og Jóannes gjørdu nakrar upptøkur til sendingina ?Í víngarðinum?, sangir sum ?Táið myrkast var náttin? og ?Ei eg kenni morgindagin?, og tað svitaðist ikki, at tá hesar upptøkur vórðu spældar, gjørdu [...] saman við honum - ikki minst børnini, sum hann var mammu- og pápabeiggi at. Tað sást skilliga. Tey flokkaðust um hann, alt var Ólavur. Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar! Jú, Ólavur [...] nú, boð vóru eftir honum. Sum dreingir og unglingar hittust vit javnan til legurnar í Zarepta, og tá familja so seinni flutti til Havnar at búgva, rann rættiliga saman. Samkoman í Ebenezer varð andaliga
eina súkklu heima við hús. -Eg visti ikki av, at Rúna súkklaði tá eg møtti henni, sigur hon. Annars hevur hon spælt hondbólt, men er nú við í skótunum í Kvívík. Hon sleppur tó ikki við á stóru landsleguna [...] vikur verður nýggi skúlin í Kvívík tikin í nýtslu. Børnini hava við spenningi sæð fram til henda dagin ? eisini Halla Karstinsdóttir. Tey eru tó ikki sloppin so nær nýggja bygninginum enn, tí talan er [...] nýggi skúlin hevur tikið form hesa seinastu tíðina. - Eg haldi, at tað er ordiliga cool at fáa ein nýggjan skúla, sigur Halla. Serliga gleðir hon seg til at sleppa inn í nýggja skúlagarðin sum ? eftir hvat
hevur hon ikki rætt til at fáa mat har. Tí hevði hon einki annað í at velja enn at selja seg. -Eg noyddist at gera tað, tí eingin annar vil átaka sær at verja Joseph. Hann er tað einasta, sum eg eigi, og [...] Verjararnir eru brádliga vorðnir teir, sum standa fyri áganginum. -Um eg fari til hermenninar um náttina og havi samlegu við teimum, fái eg mat, eina køku ella eina banan frá teimum, sigur tann 13 ára gamla [...] og eg má ansa honum, sigur tann 13 ára gamla gentan. Ein katólskur prestur, sum BBC hevur tosað við, sigur: -Fyrr plagdu foreldrini at biðja børnini fjala seg, tá uppreistrarmenninir komu. Nú siga tey tað
ongar ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya. ? Eg havi flutt so nógv, at eg eri von við tað. Tað er mestsum vanligt. Men nú eri eg fallin til í Keypmannahavn, og eg eri glað fyri at hava mína egnu íbúð [...] klokkan sjey. ? Tað er eitt sindur ringt at koma upp so tíðliga, men eg eri so heppin, at eg búgvi tætt við studio, so eg havi ikki langt at fara. Harafturat er ongin ferðsla so tíðliga um morgunin, sigur [...] innan hesa vinnuna var heilt av tilvild. ? Eg var júst komin heim aftur til Føroya úr New York, tá eg søkti eitt starv í SvF. Tað stutta av tí langa er so, at eg slapp at gera og vera vertur í eini ítró