Sannleikin um ferðsluvanlukkur skal fram

? Um ferðsluvanlukkur verða kannaðar av serkønum fólki, og niðurstøður verða gjørdar, so kann tað styrkja arbeiðið at fyribyrgja vanlukkur, heldur Jón Kragesten, leiðari fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd

Tað kann verða ein stórur fyrimunur fyri fyribyrging av ferðsluvanlukku, at ein skaðanevnd verður sett at kanna øll álvarsom óhapp og vanlukkur í føroysku ferðsluni.
Tað heldur leiðarin fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum dagliga arbeiðir við at kunna og upplýsa um viðurskifti í ferðsluni.
? Vit eiga at kunna staðfesta, hvat hendi í sambandi við eina ferðsluvanlukku og brúka tað í tí fyribyrgjandi arbeiðnum. Tað kann koma at svíða hjá onkrum, um vit gera almennar niðurstøður um ferðsluvanlukkur, men vit eiga at fáa sannleika fram, sigur Jón Kragesten, leiðari fyri Ferðslutrygd.
? Eg sigi ikki, at hvør minsta detalja í sambandi við eitt ferðsluóhapp skal fram alment, men vit eiga at finna fram til veruligur orsøkirnar og annars eisini avlíva leysasøgur, sum einki hava upp á seg.

Mangla niðurstøður
Í Sosialinum leygardagin heitti forkvinnan fyri Ferðslutrygd á landsins myndugleikar um at seta eina skaðanevnd at kanna álvarsom ferðsluóhapp og vanlukkur.
? Nú er upp á tíðina at seta niður eina ferðsluskaðanevnd, soleiðis at veruligu orsøkirnar til óhapp og vanlukkur í ferðsluni kunnu finnast. Teir 49 dagarnar, sum higatil eru farnir av hesum árinum, hava vit mist fýra mannalív í ferðsluni. Hetta kunnu vit ikki tigandi hyggja at og góðtaka, segði Rúna Sivertsen.
Í løtuni kannar løgreglan ferðsluóhapp, sjúkrahúsini viðgera tey skøddu og so víðari, men tað verður ongantíð gjørd nøkur samlað og endalig niðurstøða um tey viðurskifti, sum høvdu óhappið við sær og sum kanska kostaðu mannalív.
? Tá vanlukka hendir á sjónum, verður kanning gjørd, sjóforhoyr hildið og frágreiðing skrivað. Men tá ið ferðsluvanlukkur henda, verða tær ikki kannaðar út í æsir, soleiðis sum gjørt verður í grannalondum okkara, sigur Rúna Sivertsen.

Kann styrkja fyribyrgingina
Ráðið fyri Ferðslutrygd ger nógv ymisk átøk fyri at vísa á vandar í ferðsluni, og hetta verður gjørt bæði umvegis fjølmiðlar, við samrøðum, vitjanum og á annan hátt.
? Tað hevði verið ein sterkur boðskapur, um vit kundu brúka veruligar kanningar av ferðsluóhappum í okkara upplýsing. Tí eiga vit at fáa serkøn fólk at analysera ferðsluvanlukkur og koma við einari niðurstøðu um tey, sigur Jón Kragesten.
? Ofta eru tað fleiri viðvirkandi orsøkir til, at fólk doyggja í ferðsluni. Við eini neyvari kanning av óhappum kundu vit staðfest, hvat fór fram.

Endurskin og hjálmar
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur síðstu árini brúkt nógva orku til at vísa á týdningin av endurskini og hjálmum, og tað hevur eisini týdning, hóast manglandi endurskin og manglandi hjálmar eru orsøkin til lutfalsliga fáar vanlukkur.
? Tað er sum við kjakinum um kyksilvurkanningarnar av grind. Kanningarnar vísa, at har er ein vandi, men spurningurn er, um tann vandin er størri ella minni enn aðrir vandar og um hann tekur ov nógv pláss frá øðrum, sigur Jón Kragesten.
? Soleiðis er eisini í ferðsluni. Vit skulu aftur og aftur vísa á týdningin av at brúka endurskin, bilhjálm og eitt nú bilbelti, men vit hava í einum áliti um null-hugsjónina eisini víst á trý øki, sum vit halda skulu standa frammarliga.

Trý stór vandamál
Við at kanna hagtøl og annað er Ráðið fyri Ferðslustrygd komið fram til teir tríggir størstu vandarnir í ferðsluni, sum skulu standa sentralt í tí fyribyrgjandi arbeiðnum.
Eitt eru ungir dreingir, sum hava havt koyrikoyrt í styttri tíð, og sum í bili saman við javnaldrum og serliga yngru gentum stytta sær stundir við at koyra í bili. Hesir bilførarar hava ikki nakrar serligar royndir, og ferðin er ofta alt ov høg. Í nógvum førum kann eisini rúsdrekka verða uppi í.
Tað næstu eru gongufólk, sum verða koyrd yvir, og her er tað serstakliga børn og eldri fólk.
Tað triðja er, at fólk ikki sita í bilbelti, tá ið tey koyra. Hetta vandamál er galdandi fyri allar aldursbólk, og Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur, at mangan sæst, at ungir bilførarar, ið hava latið lív ella eru vorðnir avlamnir í ferðsluni, sótu ikki í bilbelti.

Mangla ferðslupolitikk
Síðstu tvey árini hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd arbeitt fyri at fáa ein føroyskan ferðslupolitikk, sum byggir á nullhugsjónina.
Landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm hevur hetta undir sær, og í brævi til Ferðslutrygd í november mánaði í fjør boðaði Vinnumálaráðið frá, at eitt uppskot um nullhugsjónina verður lagt fyri løgtingið í hesari tingsetuni.
Tíðin gongur nú undan, tí fyrst í mars er seinasti møguleiki at leggja uppskot fyri tingið.
? Høvdu vit nú kunna fingið ein ferðslupolitikk samtyktan, og samstundis víst á nøkur ítøkilig viðurskifti í ferðslulógini, sum skulu broytast, so høvdu vit fingið gongd á hetta arbeiðið, sigur Jón Kragesten.
Hann mælir eisini til, at ein serligur bólkur síðani verður settur at arbeiða við ítøkiligum málum innan ferðsluna, sum kunnu forða fyri óhappum og vanlukkum.