Tvey egg ella ein pakka av smøri.
Tað eru dømi um, hvat kongolesiskar kvinnur og børn hava fingið sum samsýning fyri at hava havt kynsligt samband við hermenninar, sum vórðu sendir hagar at verja tey. Verjararnir eru brádliga vorðnir teir, sum standa fyri áganginum.
-Um eg fari til hermenninar um náttina og havi samlegu við teimum, fái eg mat, eina køku ella eina banan frá teimum, sigur tann 13 ára gamla Faela við BBC. Sjálv varð hon einaferð neyðtikin av einum kongolesiskum uppreistrarmanni og átti seinni sonin Joseph. Tá ST-hermeninir komu, helt hon, at hon kundi kenna seg trygga, men tær óskrivaðu reglurnar í heimbygdini gjørdu, at sum ógift mamma hevur hon ikki rætt til at fáa mat har. Tí hevði hon einki annað í at velja enn at selja seg.
-Eg noyddist at gera tað, tí eingin annar vil átaka sær at verja Joseph. Hann er tað einasta, sum eg eigi, og eg má ansa honum, sigur tann 13 ára gamla gentan. Ein katólskur prestur, sum BBC hevur tosað við, sigur:
-Fyrr plagdu foreldrini at biðja børnini fjala seg, tá uppreistrarmenninir komu. Nú siga tey tað sama, tá ST-hermenninir koma.
Tíðindini um ágangin hjá ST-hermonnunum frættust í fjør, og síðani hevur ST kannað viðurskiftini. Fyri einum mánað síðani kom tann fyrsta frágreiðingin, og hon staðfestir, at umleið hundrað ungar gentur eru vorðnar við barn eftir at hava verið saman við ST-hrmonnum. Har verður eisini sagt frá fleiri hópneyðtøkum.
ST kann ikki revsa hermenninar, tí skipanin sigur, at skulu teir revsast, skal tað gerast í teirra egna landi. Frágreiðingin vísir, at nógv teir flestu hermenninir sleppa undan revsing, men herfyri kunngjørdu myndugleikarnir í Marokko, at teir hava gjørt av at revsa seks hermenn, ið hava gjørt tænastu sum ST-hermenn í Kongo.