Hondbóltur Ofta hevur verið tikið til um VB-kvinnurnar seinnu árini, at avrikini púrasta eru tengd at spælinum hjá Daivu Toumaite. At siga, at Daiva ikki var ein týðandi spælari sunnudagin, vildi nokk verið [...] tóktist veruliga at bragda. Frá javnleiki í hálvleikinum lupu vertirnir trý mál framum, og so ráddi um at halda fast um leiðsluna. Nakað sum tær grønu tó ikki megnaðu. Onkur áskoðari tók til, at hetta ikki var [...] støðugt eftir, at Daiva ikki slapp framat alt ov nógvum skotroyndum, og tá Guðrun í Lágabø so fyri tað mesta stóð sera væl í málinum, varð VB hildið í stuttum tjóðuri. Hinvegin var ilt at síggja nakað veruliga
lagt SHEFA 2, sum saman við FARICE fer at geva Føroyum trygt fjarskifti úteftir og at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis umheiminum. Nýggja sambandið fer at nøkta fjarskiftistørvin hjá føroyingum [...] í Hetlandi. Kaðalskipið fór í juli undir at leggja SHEFA 2, sum bindur Føroyar í skotska meginlandið umvegis Hetland og Orknoyggjar. Føroya Tele er í holt við at binda sjókaðalin í fjarskiftisnetini í øllum [...] ikið fyri Føroya Tele at kunna veita tænastur við høgari dygd. Kundarnir krevja breiðband við høgari ferð og óavmarkaðari nýtslu, og krøvini til framtíðartænastur fara eisini at hava við sær tørv á hægri
boðini, at vit at bera skjótt at í slíkum førum, so vit á tann hátt kunnu virka proaktivt. Hetta so sleppast kann undan, at bæði ein, tveir og tríggir spælarar frá báðum liðum brádliga vilja sleppa at gera [...] greiðu reglu, at teir einki siga um konkretar avgerðir, fyrr enn í minsta lagi 48 tímar eftir dystin. Hesir tímar eru nú lidnir, og í dag sigur Petur Reinert, sum var dómari í Gundadali, at hann er ikki [...] ikki ánilsi av, um Jákup sigur nakað, men eg eri skjótur at geva honum gula kortið, sum eg hevði í hondini, og gevi honum samstundis boð um at sleppa sær aftur í málið. - Síðani fari eg yvir til Símun
Landsverki at koma á staðið við einari maskinu, so at teir fingu rudda alt grótið burtur av vegbananum skjótast til bar. Alarmsentralurin hevði samstundis sent boð eftir løgreglumanni úr Klaksvík at fara á [...] Landsverki í Norðoyggjum upplýsir, at umleið 2 m3 av gróti er lopið úr norðaru síðu í tunlinum umleið 1.500 m inni, t.e. miðskeiðis inni í tunlinum. Hann greiðir víðari frá, at hann beinanvegin fekk eitt fólk [...] og hava somuleiðis riggað til at skróta veggin. Tunnilin var stongdur í umleið 1½ tíma í morgun, meðan grótið var ruddað av vegnum og tunnilin kannaður. Tá ið teir mettu, at nú var eingin vandi á ferð, var
Keypmannahavn. Avgjørt varð at fara inn á Christiansborg, at hyggja seg um og heilsa uppá føroysku fólkatingsumboðini. Hugurin hjá summum í ferðalagnum var ikki nakar serligur at fara inn, tí nógv onnur fólk [...] fór fólkið, og Edmund Joensen var skjótur at taka ímóti. Føroyski fólkatingsmaðurin var bæði blíður og tíður, men serliga hæddarpunktið á vitjanini var uttan iva at hitta Anders Fogh Rasmussen, ið helt til [...] sá sera hugtikin út, tá 21 fólk í bláum búnum trinu inn í hølini. Hann var skjótur at heilsa, og var als ikki ræddur at koma á mynd við ferðalagnum, og tað var tá orðini komu. - Eg vil ynskja tykkum bestu
framløgu løgmans, so kanska er hetta tekin um, at hetta áhugaverda skjal kemur fram aftur í ljósið. Tað er eisini áhugavert, at visjónin verður knýtt at altjóðagerðini og teimum avbjóðingum og møguleikum [...] ov stutt fráliðið til tess, at fyrireikararnir kunnu gera nakra niðurstøðu. Á Norðurbryggjuni vóru umleið fimti íleggjarar og íleggjararáðgevarar við, og hetta má sigast at vera tekin um jaligan áhuga [...] møguleikum, sum Føroyar hava í globaliseringini. Tað er ymiskt, sum bendir á, at løgmansembætið so smátt er við at broytast í hesum árum. Við nýggju stýriskipanini og fyrisitingarligu bygnaðarbroytingunum fingu
javntsettar mótvegis lóggávuni, t.e. at tær allar skulu loysa tær somu uppgávurnar. Við hesi javningarskipan skal miðast eftir, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at loysa tær kommunalu uppgávurnar [...] ikki at broyta skattaskipanina, og skal nevndin gera uppskot um, hvussu ein møgulig blokkstuðulsskipan skal skipast, sum tryggjar, at fígging er til tær uppgávur, sum verða fluttar til kommunurnar at umsita [...] ikki er gjørligt longur at broyta í býtinum millum lands- og kommunuskatt uttan at broyta skattaskipanina. Eftirmeting Gjørd verður ein eftirmeting av, hvussu tað hevur eydnast at lagt dagstovnaøkið og
hjá mongum at broyta keðiligar vanar ella beinleiðis óvanar. Eitt nýtt ár er byrjað og vit menniskju eru so siðbundin í okkara lívsstíli, næstan seremoniel, at tað krevst okkurt serligt at siga við seg [...] nú latið at kalla eina grundbók um heilsugóðan mat úr hondum. Høvundurin hevur gjørt nógv burturúr at rokna út øll føðsluvirði og letur eisini nógv prei um hvussu ein kann slakna seg uttan at skula eta [...] sjálvan: nú verður tað! Nógv eru nú ivaleyst farin undir hetta at skula broyta okkurt í tilveru okkara til tað betra. Tey flestu vita væl, at vit eiga og kunna eta betri mat. Tað er motivasjónin, ið oftani
Ragnar Finnsson, sum fer at spæla live á Hvonn. Lagt verður eisini upp til, at lurtararnir kunnu verða við í sendingini á Hvonn – bæði við at møta upp og spyrja spurningar, og við at senda sms og teldubrøv [...] Live er Eyðun Klakstein, og hann vónar, at Rás2 kann bjóða føroyingum eitt øðrvísi og serstakt útvarpsupplivilsi við nýggju sendirøðini. - Rás2 leggur seg eftir at gera livandi og friskt útvarp, og tað mesta [...] i, og fólk skulu hava høvi til bæði at smílast, flenna, grunda og kjakast, sigur hann. Vilja virka ímóti rákinum Seinastu tíðina hava nógv keðilig tíðindi verið at frætta úr føroyska fjølmiðlaheiminum
metrar langur og 2,35 metrar breiður. Av tí, at hann onga skrúvu hevur, ber til at fara heilt í klettin við bátinum uttan at óttast fyri, at skaði hendir, so at manningin missur tamarhaldið á honum. Skrokkurin [...] heiðurin at navngeva bátin og hann hevur fingið navnið, Royndin. Tá ið borgarstjórin navngav bátin, vónaði hann ikki, at tað nakrantíð fer at vera brúk fyri honum. Men hann legði afturat, at vit vita aldrin [...] Tað er ein bjargingarbátur, sum Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í eitt heilt ár hevur arbeitt við at útvega sær og nú er tað so eydnast. Og hetta er eitt ódnartak, tí hóast báturin ikki sær út av so nógvum