Serbygdur bjargingarbátur til Suðuroyar

Leygardagin fekk Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag ein spildurnýggjan bjargingarbát, sum er serbygdur til leiting framvið landi. Hetta er eitt stórt framstig og eitt sera hent amboð hjá okkum, skuldi vanlukka hent, sigur Signar Olsen, formaður í felagnum

Á miðdegi leygardagin kom ein spildurnýggjur bjargingarbátur skúmandi inn eftir Hvalbiarfirði. Tað er ein bjargingarbátur, sum Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í eitt heilt ár hevur arbeitt við at útvega sær og nú er tað so eydnast.

Og hetta er eitt ódnartak, tí hóast báturin ikki sær út av so nógvum við fyrsta eygnakast, kostar hann heilar 700.000 krónur, sum hann liggur, við allari útgerð.

Hetta er ein bjargingarbátur, sum er serbygdur til leiting framvið landi. Av tí sama hevur hann ikki skrúvu, men er drivin fram við vatn-jettmotori, sum gevur bátinum eina ferð upp á heili 37 míl.

Hann er seks metrar langur og 2,35 metrar breiður og hann er helst tann einasti av hesum slagnum í landinum.

Av tí, at hann onga skrúvu hevur, ber til at fara heilt í klettin við bátinum uttan at óttast fyri, at skaði hendir og at manningin missur tamarhaldið á honum.

Skrokkurin er úr Póllandi, men báturin er liðugtgjørdur í Danmark og hann er av sama slag, sum danska bjargingartænastan beint nú hevur útvegað sær 15 av og hann lýkur øll krøv, sum myndugleikar seta til ein slíkan bát nú á døgum.

- At vit hava ein bát, sum er gjørdur til at arbeiða framvið landi er eitt sera hent amboð, tí tað mesta arbeiði hjá bjargingarfeløgunum er á landi, ella dygst framvið landi ímeðan Vaktar og Bjargingartænastan røkir tær uppgávur, sum eru longur burtur, sigur Signar Olsen.


Góður stuðul

Hóast báturin er dýrur, hava tey fingið nógvar og góðan stuðul til at keypa hann fyri. Kommunan í Hvalba og Tvøroyri hava stuðlað, umframt arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelagið í Hvalba, trolararnir Steintór og Sjagaklettur, Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar, Eik, Føroya Banki og Lions Klubbburin í Suðuroy.

Men so høvdu tey eitt stórt dansitiltak, sum kastaði 100.000 krónur av sær og har tey fingu ítróttarhøllina í Trongisvági fyri onki.

Seinastu tíðina hava tey lært seg at sigla við bátinum og nú er ætlanin at fáa fýra navngivnar mans at hava beinleiðis ábyrgd av bátinum, so at hann verður røktur og brúktur undir skipaðum viðurskiftum.


Ongantíð brúk fyri honum

Tá ið báturin kom á Hvalba á miðdegi leygardagin, var lítið hátíðarhald í bátahylinum á Bíargarði og har fekk Otto West, borgarstjóri, heiðurin at navngeva bátin og hann hevur fingið navnið, Royndin.

Tá ið borgarstjórin navngav bátin, vónaði hann ikki, at tað nakrantíð fer at vera brúk fyri honum.

Men hann legði afturat, at vit vita aldrin, nær tað verður og í hesum sambandi vísti hann á týdningin av at hava eitt bjargingarlið, sum altíð er til taks, tá ið á stendur.

- Tað er sera fløvandi at vita, at tað eru menn og kvinnur, sum hava umsorgan fyri einum, tí tað eru umstøður, sum vit ikki vóna at koma í, men lívið er soleiðis hátta, at av og á hendir tað, sum ikki skal henda.

Otto West segði, at tað veit ongin betri enn vit, sum búgva her á landi, tí her er vandi altíð til staðar.


30 mans til reiðar at rykkja út

Bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt varð stovnað 13. mars 1979, tá ið 52 mans hittust í matarhøllini í Trongisvágs Skála og stovnaðu felagið.

Í fyrstu nevndini sótu Steingrím Mørk úr Sandvík, Arnold West úr Hvalba, Óla Jákup Olsen og Heri Mørkøre av Tvøroyri og Sofus Leo úr Fámjin.

Tiltakslimir vóru Jóannes Eidesgaard og Pauli Einarsson av Tvøroyri.

Sostatt fyllir felagið 30 ár um ein góðan mánað og í tí sambandi verður hugsað um at skipa fyri Bjargingarroynd á Jóansøku á Tvøroyri, kanska við hjálp úr Havnini.


Hingu í

Men felagið hevur ikki altíð verið so væl fyri, sum tað er nú, tí alla tað fyrstu tíðina varð húsast undir sera vánaligum umstøðum.

- Felagið sigldi við ógvuliga lágum seglum í nógv ár, men eg má kortini undrast á, at menn ikki góvu skarvin yvir, men hildu lív í felagnum, tí umstøðurnar vóru so vánaligar, sigur Signar Olsen, formaður.

- Eru karmarnir ikki til staðar, er ómetaliga tórført at arbeiða, so tað er undrunarvert, at teir hava hingið í øll hesi árini.

Hann sigur, at nevndin ásannaði tí, at tað var neyðugt at bøta um karmarnar og tað endaði við, at eitt hús á Bíargarði í Hvalba, varð leigað til endamálið.

Og nú eru umstøðurnar heilt góðar og felagið er væl fyri við útgerð, bæði við línum, troli, presendingum og nógvur peningur er eisini brúktur til ymisk battarídrivin amboð.

Felagið hevur eisini sjúkrabil, sum er ein gamal sjúkrabilur hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi og so eiga tey ein vørubil aftruat. Og nú hava teir so eisini fingið hendan sera framkomna nýggja, bjargingarbátin.

- Vit eru heilt væl fyri til at leita og bjarga, bæði í sambandi við stormskaðar og um so skuldi verið, at tað ringasta skuldi hent og eitt óhapp ella ein vanlukka skuldi hent.


Ungdómurin tikið yvir

Men tað, sum formaðurin er sera fegin um, er, at tað eru nógvir ungir mans komnir við í felagið og hann sigur, at teir eru ómetaliga ágrýtnir at halda gott skil á øllum viðurskiftunum hjá felagnum, so at teir altíð eru til reiðar eftir eini lítlari løtu, skuldi brúk verið fyri tí.

- Vit hava verið ómetaliga hepnir við teimum ungu monnunum, sum eru komnir í felagið, tí tað er stak raskir menn, sigur Signar Olsen.

Tilsamans eru útvið 100 limir í felagnum og teir eru úr Sandvík, Hvalba, Tvøroyri, Øravík og Fámjin. Men teir eru einir 30 mans, sum altíð eru klárir, skuldi nakað verðið áfatt.

Felagið hevur útgerð liggjandi í Hvalba, á Tvøroyri og í Fámjin og bjargingarbáturin fer støð í Hvalba.

Signar Olsen leggur dent á, at hóast tað eru tvey bjargingarfeløg í Suðuroy, er samstarvið ímillum feløgini avbera gott og tað ber altíð til at heita á hvønn annan, tá ið á stendur.