Fogh heldur við EB/Streymi

- Eg vil ynskja tykkum bestu eydnu á ferðini, og vónandi verða tit ikki vónbrotin, tá tit koma heim aftur til dyst næsta sunnudag, segði danski forsetisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, tá ferðalagið møtti honum

Ferðafrásøgn

Eirikur í Jákupsstovu

eij@sosialurin.fo

 

Dreingjaliðið hjá EB/Streymi er nú komið til Italiu, men fríggjakvøldið luttók liðið í stóru mentanarnáttini í Keypmannahavn. Avgjørt varð at fara inn á Christiansborg, at hyggja seg um og heilsa uppá føroysku fólkatingsumboðini.

Hugurin hjá summum í ferðalagnum var ikki nakar serligur at fara inn, tí nógv onnur fólk vildu vitja Fólkatingið, ið var opið fyri almenninginum í samband við mentanarnáttina. Men inn fór fólkið, og Edmund Joensen var skjótur at taka ímóti. Føroyski fólkatingsmaðurin var bæði blíður og tíður, men serliga hæddarpunktið á vitjanini var uttan iva at hitta Anders Fogh Rasmussen, ið helt til í básinum hjá Venstre.

Forsetisráðharrin sá sera hugtikin út, tá 21 fólk í bláum búnum trinu inn í hølini. Hann var skjótur at heilsa, og var als ikki ræddur at koma á mynd við ferðalagnum, og tað var tá orðini komu.

- Eg vil ynskja tykkum bestu eydnu á ferðini, og vónandi verða tit ikki vónbrotin, tá tit koma heim aftur til dyst næsta sunnudag, segði danski forsetisráðharrin, sum tó kanska ikki heilt visti, hvat hann tosaði um.

 

Nú mangla bankarnir aftur pengar

Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá EB/Streymi, og navnið á bankanum er prentað á øllum klæðunum ferðalagið var í Fólkatinginum. Fleiri ferðir yvirhoyrdu fólk í bólkinum samrøður, har klæðini vóru umrødd.

- Koma tey til Danmarkar frá Føroya Banka at lána pening? Er Føroya Banki ikki við í bjargingarætlanini? Eru tey og leita eftir nýggjum sponsori nú? Hevur fíggjarkreppan longu rakt so hart, at føroyingar rýma?, vóru vanligastu viðmerkingar fólk høvdu til klæðini. Alt vóru tó viðmerkingar í spølni, so lítið annað var at gera, enn at smílast.

 

Føroyskar Søgur á borgini

Norðuratlantsbólkurin var eisini umboðaður á mentanarnáttini á Christiansborg. Dreingirnir vóru sum heilt hugtiknir av básinum, men spurningurin er, hvørt tað var filmurin, Føroyskar Søgur, ið eru gamlar føroyskar upptøkur, ella góðu stólarnir, ið sannførdu móða ferðalagið.