Shefa 2 komin upp á pláss

Kaðalskipið IT Intrepid er liðugt at leggja fjarskiftiskaðalin SHEFA 2, sum knýtir Føroyar í skotska meginlandið umvegis Hetland og Orknoyggjarnar. Síðsti partur av kaðlinum, sum er teinurin ímillum Hetland og Orknoyggjarnar, varð lagdur á land í Hetlandi í gjár. Kaðalin fer at tryggja Føroyum, Hetlandi og Orknoyggjunum trygt og munagott fjarskifti við útheimin í nógv ár frameftir

Síðsti teinurin av fjarskiftiskaðlinum, SHEFA 2, millum Føroyar og Skotland var lagdur í gjár, tá kaðalskipið, IT Intrepid, legði tann partin av kaðlinum, sum gongur millum Orknoyggjar og Hetland, á land í Hetlandi.

Kaðalskipið fór í juli undir at leggja SHEFA 2, sum bindur Føroyar í skotska meginlandið umvegis Hetland og Orknoyggjar. Føroya Tele er í holt við at binda sjókaðalin í fjarskiftisnetini í øllum fýra londunum, og nýggja kaðalsambandið verður væntandi tikið í nýtslu fyrsta ársfjórðing 2008.

- Um samfeløg skulu fylgja við í altjóðagerðini, krevjast góðir og skjótir samskiftismøguleikar við útheimin. Tí er týdningarmikið fyri Føroya Tele at kunna veita tænastur við høgari dygd. Kundarnir krevja breiðband við høgari ferð og óavmarkaðari nýtslu, og krøvini til framtíðartænastur fara eisini at hava við sær tørv á hægri fjarskiftisorku, sigur Kristian Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.

Føroya Tele hevur lagt SHEFA 2, sum saman við FARICE fer at geva Føroyum trygt fjarskifti úteftir og at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis umheiminum. Nýggja sambandið fer at nøkta fjarskiftistørvin hjá føroyingum mótvegis umheiminum í nógv ár frameftir, eins og tað eisini lyftir fjarskiftissambandið hjá Hetlandi og Orknoyggjum við umheimin upp á eitt nógv hægri støði.

SHEFA 2 er ein fipurkaðal við sera nógvari fjarskiftisorku, og hetta er fyrstu ferð ein fipurkaðal verður lagdur millum Hetland, Orknoyggjarnar og Skotland. SHEFA 2 fer at geva Hetlandi og Orknoyggjunum skjótari og meira álítandi samband við umheimin.

SHEFA 2 er eisini ein fyritreyt fyri, at Føroya Tele kann víðka heimamarknaðin út um Føroyar. Fjarskiftiskaðalin, sum kostar 120 milliónir krónur, var lagdur á land á Hvítanesi fyri einum góðum mánaði síðani.