Hondbóltur
Ofta hevur verið tikið til um VB-kvinnurnar seinnu árini, at avrikini púrasta eru tengd at spælinum hjá Daivu Toumaite.
At siga, at Daiva ikki var ein týðandi spælari sunnudagin, vildi nokk verið ein lygn. Men týdningurin av sterka litavanum var ikki eins sjónligur hesaferð, sum hon onkra tíð hevur verið .
Og tí gjørdist talan fyri tað nógva um eina sera javna uppgerð sunnudagin. Kyndil ansaði støðugt eftir, at Daiva ikki slapp framat alt ov nógvum skotroyndum, og tá Guðrun í Lágabø so fyri tað mesta stóð sera væl í málinum, varð VB hildið í stuttum tjóðuri.
Hinvegin var ilt at síggja nakað veruliga skipað spæl hjá Kyndli. Alt ov ofta vórðu bóltar tveittir burtur, men eina løtu eftir steðgin tóktist veruliga at bragda. Frá javnleiki í hálvleikinum lupu vertirnir trý mál framum, og so ráddi um at halda fast um leiðsluna. Nakað sum tær grønu tó ikki megnaðu.
Onkur áskoðari tók til, at hetta ikki var ein dystur, sum VB vann, men heldur ein, sum Kyndil tapti, og nakað er helst um tað. Seinastu 23 minuttirnar skutu tær grønu nevnliga bert trý mál. Og við hópin av mistøkum syrgdu tær støðugt fyri, at VB kundi hótta við kontra-álopum.
Og tá Asta Armonavicute so eisini lyfti sítt spæl heilt nógv, steðgaði Kyndil fullkomuliga, og tí bildi tað einki hjá VB, at eisini tær steðgaðu upp. Soleiðis fingu tær bert tvey mál seinasta korterið, tá Daiva eisini varð mansvard fyri tað nógva. Men uttan mál frá Kyndli gjørdi hetta ikki tað heilt stóra.
Fakta um dystin
Kyndil-VB 20-18 (11-11)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyta 6, Súsanna Petersen 4, Tordis Tróndarson 4, Jórun Ludvig 2(1), Jacklyn Durhuus 2
VB: Daiva Toumaite 7, Svava Vestergaard 4, Laila Jespersen 3, Monika Samuelsen 2, Bára Mortensen 1, Siri Gudmundsson 1, Miriam Michelsen 1, Theresa Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 2, VB 1
Útvísingar: Kyndil 3, VB 2
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen.











