Løgmaður kunnaði á Norðurbryggjuni um føroyska búskapin. Endamálið við tiltakinum er at skapa áhuga fyri føroysku feløgunum, sum eru skrásett á VMF, og harvið partabrøvunum teirra. VMF hevði eitt líknandi tiltak í Íslandi í desember í fjør. Vit vita ikki nógv um, hvussu tiltakið í Íslandi eydnaðist, og tað er sjálvsagt ov stutt fráliðið til tess, at fyrireikararnir kunnu gera nakra niðurstøðu. Á Norðurbryggjuni vóru umleið fimti íleggjarar og íleggjararáðgevarar við, og hetta má sigast at vera tekin um jaligan áhuga fyri føroyskum virðisbrøvum.
Í framløgu síni greiddi løgmaður frá støðuni í Føroyum sum heild eins og hann greiddi nærri frá búskaparligu og fíggjarligu støðuni hjá tí almenna, hjá fiskivinnuni og hjá privatu vinnuni sum heild. Uttanlandskuldin hjá privata sektorinum er vend til eitt avlop, og uttanlandskuldin hjá tí almenna er mestsum burtur. Løgmaður greiddi frá arbeiðsmarknaðinum, prísgongdini og útlitinum fyri oljuvinnuni umframt, og legði hann stóran dent á útbúgving og gransking. Visjón 2015 hevði gott pláss í framløgu løgmans, so kanska er hetta tekin um, at hetta áhugaverda skjal kemur fram aftur í ljósið. Tað er eisini áhugavert, at visjónin verður knýtt at altjóðagerðini og teimum avbjóðingum og møguleikum, sum Føroyar hava í globaliseringini.
Tað er ymiskt, sum bendir á, at løgmansembætið so smátt er við at broytast í hesum árum. Við nýggju stýriskipanini og fyrisitingarligu bygnaðarbroytingunum fingu landsstýrismenninir nógv meira vald og nógv størri ábyrgd í mun til stjórnarleiðaran, meðan hesin sat eftir leiklutinum sum eftirlitsmaður og samskipari. Politiska vald og ávirkan løgmansembætisins eru minkað samsvarandi í mun til leiklut landsstýrismanna. Tað er tí ikki løgið, at embætið broytir innihald og søkir nýggjar avbjóðingar og nýggjan leiklut í politisku skipanini. Ein týðandi táttur er umboðanin uttanlands á hægsta stigi. Her kunnu vit læra av grannum okkara og tá vit jú í løtuni eru heppin at hava tignarligan løgmann, ið ber seg væl innan- sum uttanlands, ja so liggur ræði fyri, at løgmaður í nógv størri mun átekur sær leiklutin sum forsprákari fyri føroyskum áhugamálum uttanlands.
Sosialurin










