sum ENI hevur fingið frá Jarðfeingi higartil eru positivar. Hetta sigur ein talsmaður hjá ENI í Milano, har stóra italska oljufelagið hevur sítt høvuðssæti. ?Vit rokna við at fáa endaliga loyvið at bora í [...] -Ætlan okkara er at bora í summar. Í løtuni gera vit neyðugu fyrireikingarnar og bíða m.a. eftir endaligari góðkenning fyri boriætlanini frá føroysku myndugleikunum sigur ein talsmaður fyri ENI í Milano [...] herfyri vórðu umboð fyri ENI í Føroyum, har tey m.a. høvdu fundir við ymsar føroyskar myndugleikar, eitt nú Landssjúkrahúsið. Eisini leitaðu tey eftir íbúðum til teirra fólk, sum skulu manna skrivstovuna hjá
nógvar av skipanunum frá hesi tíðini eru gjørdar eftir einum heldur studentikosum leisti uttan atlit til vanligan gerandisdag og vanligan rakstur. Nú er tíðin komin til at endurskoða nógvar av hesum skipanum [...] demokratiskt val eigur at vera eitt val, har einki annað krevst enn at møta upp til at seta krossin. Vit kenna frá øðrum londum, at har ein veljaraskráseting krevst áðrenn sjálvt valið, har er valluttøkan [...] og øll hava ein áhuga í, at tey, ið skulu bera okkum í framtíðini, fáa røttu upplæringina. Øll hava vit ein áhuga í, at ræðusøgur, sum til dømis tá lívfrøðibøkurnar í einum skúla í einari stórari føroyskari
og nú hava tey, ið luttóku, gjørt av at skipa fyri gongutúri hvørt mikukvøld klokkan 19. ? Eg var sjálv nakað skeptisk viðvíkjandi hesum, men eg má ásanna, at undirtøkan er góð, og tað fegnast vit sjálvandi [...] Leygardagin varð skipað fyri einum gongutúri, har øll fingu høvi at royna hesar stavarnar. Hesir stavarnir eru ikki bert til fólk við Parkinsonsjúkuni, men til øll, sum á ein ella annan hátt hava ilt við at ganga [...] var bilsin av, hvussu mong møttu upp til royndartúrarnar við stavunum. ? Heilt nógv fólk komu, og vit seldu eini 17 pør av stavum, greiðir hon frá. Barbara sigur, at serliga tann eini maðurin tók øll á
fer at venja komandi ár. Henning Jarnskor og Áslakur R. Petersen eru farnir av landinum, og eftir summarsteðgin er Bárður á Lakjuni komin afturat hinum, sum hava verið trúfastir í GÍ. Tá Gidek í fjør kom [...] skal spæla við sjálvur. Johan Nielsen og allir hinir GÍ venjararnir hava hildið seg á beinkinum, men nú hevur GÍ gjørt av royna sama leistin, sum fleiri av hinum feløgunum í 1. deild hava roynt. Á GÍ heimasíðuni [...] vann meistaraskapin. Í fjør gekk ikki heilt so væl hjá VB, m. a. tí Popczynski var nógv skaddur. ? Vit hava úr Vági hoyrt nógv gott um Popczynski sum venjara, so tað verður spennandi at fara undir eitt
ruddað av vegnum beinanvegin. Í dag hava vit feiðimaskinur sum byrja tíðliga um morgunin at rudda býin. Dagblaðið 7. august 1953 Eg gekk mær ein dagin niðaneftir - komin niðan um brúnna oman fyri Sjónleikarhúsið [...] støðini eru so ræðulig, at tað er stór skomm. Og so verður sagt, at alt sær so ófantaligt út, tí at fólk ikki lata tað í friði. Tað er ivaleyst rætt, men tað er við hesum sum við óruddinum, at vit kunnu [...] tómir pappírposar, tómir sigarettpakkar og tubbakspakkar - ja, har var tað mesta. Við øðrum orðum, um nú tey hundraðtals fólk, sum gingu hendan vegin á ólavsøku, ikki høvdu tveitt hetta óruddið frá sær, hvar
Men eitt kann eg lova tær: Næstu ferð vit ætla at seta spakan í, so verður tað við kjaftinum á eini gravkúgv. - Nú hava vit bíðað ivaleysa leingi. Nú ynskja vit, at bygdarhúsið gerst veruleiki, sigur [...] onkur longu hevði biðið um húsið til at halda tað fyrsta brúdleypið í nýggja bygdarhúsinum. Nú eru vit skjótt komin inn í jólamánaðin, og enn stendur bara eitt skelti sum boðar frá, at bygdarhúsið skal standa [...] byggja tað. - Hetta hevur verið eitt strævið mál, sum vit hava arbeitt við síðani felagið varð stovnað fyri 17 árum síðani. - So tú kanst ætla, at vit gleða okkum til tann dagin, tá tað verður liðugt, slær
kapping nú eisini verður á sjóvátryggingarøkinum. ? Tað er heilt vist, at vit hava brúk fyri tveimum tryggingarfeløgum, sigur Páll Kunoy. Hann sær eisini stórar avbjóðingar fyri framman - ikki minst, nú ol [...] vælkomnum ? Mær dámar væl avbjóðingar. Nú eg havi verið í starvi hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 15 ár - harav 11 sum deildarstjóri á Sjóvátrygging - helt eg, at tíðin var komin til at royna okkurt annað. Hetta [...] sjónum, ikki fara at verða eins skuffað, og føroysku bilaeigararnir eru vorðnir í hesum døgum. ? Nei, tað kemur ikki upp á tal, at vit fara undir slíkt undirbjóðingarvirksemi, vissar nýggi sjóvátryggin
at líkamikið hvat vit fáa burturúr, so kunnu vit standa eftir og angra okkurt, sum vit ikki náddu? - Tað veldst kanska um, hvussu vit hugsa. Uttan at tað skal ljóða frelst, so skulu vit læra okkum at anda [...] Hvussu hevur tú tað so, nú tað kvøldar í tínum lívi? - Eg havi ongantíð havt tað so gott, sum eg havi tað nú. Eg havi eina fantastiska familju, og umstøðurnar rundan um meg eru góðar. Eg eri har, sum eg [...] haldi, at eg eri komin har til – og tað tók mær langa tíð – at verða nøgdur og eyðmjúkur í nú’inum. Eg kann anda djúpt inn og siga, at hetta er tað, sum er komið burturúr, og tað er her og nú. Eg kenni meg
niðurstøðu, at Guttormur heldur tað vera skeivt av bløðunum at koyra slík dulnevnd lesarabrøv í. Nú vit eru við tey dulnevndu brøvini, so hví ikki stutt umrøða hetta so týðandi evnið. Okkara hugsan á Sosialinum [...] verður kravt, at fult navn skal undir. Nú skal eg ikki leggja meg út í, hvørjar treytir kappingarneyti okkara setir til innsent tilfar. Men tað tykist mær løgið nú vit skriva 2002, og blaðið er mannað við [...] stórum og týðandi blað. Teir um tað. Men vita skulu teir, og hetta eru vælmeint ráð, at vit ongantíð hava iðrað okkum um avgerðina vit tóku fyri fimm árum síðani, ikki longur at loyva dulnevndum lesarabrøvum
segði okkum, at nú var Martin ikki ímillum okkum meira. Hetta var ein skapti stór sorg, og ynski eg, at Harrin Jesus má vælsigna tey, ið eftir sita. Vit, sum trúgva, eiga ta sælu vón, at vit skulu síggjast [...] síggjast aftur heima hjá Jesusi. Saknurin eftir Martini er stórur, nú hann er farin heim til Jesus. Hann kemur ikki aftur til okkara, men vit fara til hansara, eins og Dávid segði um son sín. Tað verður ein [...] leita eftir fedralandi. Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jæu borið teimum til at farið aftur hagar. Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er einum himmalskum; tí skammast Guð