Skeiv adressa Guttormur

Guttormur Djurhuus skrivar í Sosialinum í gjár m.a. hetta: "Ein sjúkrasystur, umframt tær dulnevndu í Sosialinum, hevur eisini latið sína rødd hoyrt.

Vert er at í hesum sambandi at bíta merki í, at Sosialurin alment sigur seg einki vilja hava við dulnevnd lesarabrøv at gera. Her er so trongdin til at birta uppundir klandur sterkari enn almennu prinsippini".

Tað er í fínasta lagi, at Guttormur Djurhuus, sum annars plagar at vera skilagóður og hava ein kontantan og greiðan penn, finst at Sosialinum, tá hann heldur hetta vera rætt og rímuligt. Tað hevur hann gjørt í øðrum samanhangi eisini. Sum blað eiga vit sjálvandi at taka til okkum sakligan og skilagóðan kritikk. Í hesum førinum rakar Guttormur tó heilt við síðuna av. Sjálv adressan er skeiv og skuldsetingarnar móti Sosialinum tí eisini órættvísar.

Sosialurin hevur ikki, sum Guttormur førir fram, prentað dulnevnd lesarabrøv frá sjúkrasystrum í sambandi við B6 málið. Her má okkurt vera komið í bland hjá tí annars so gløgga og skarpa eygleiðaranum.

Dugi bert at síggja, at tað má vera annað blað hann hugsar um. Dimmalætting prentar t.d. leygardagin 29. desember lesarabræv undir heitinum "Ein heilsan frá nøkrum av sjúkrasystrunum á B6". Hetta brævið kom ikki í Sosialin. Fyri at koma í blaðið mugu nøvnini á teimum, sum skrivað hava, standa undir. Og tað gjørdi tað ikki. So her mistekur Guttormur seg, helst av ósketni. Men eitt sindur óumhugsað og flóvisligt má sigast. Ella ? kann tað hugsast, at hann her helt seg hava fingið eitt kærkomið høvi at skjóta av onkrar av sínum agressiónum móti blaðnum!

Undirritaði roknar við at fáa eina almenna umbering frá Guttormi Djurhuus fyri hetta hansara óhepna mistak og ósakliga álop á blaðið. Rokni við at hann fer at koma til ta niðurstøðu, at Sosialurin gjørdi rætt, tá blaðið fyri nøkrum árum síðani gjørdi av ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum. Trupulleikin er bara tann, at soleingi onnur stór bløð loyva dulnevndum lesarabrøvum, so hendir skaðin kortini. Og umrødda leysarabræv frá nøkrum sjúkrasystrum á B6 hevur eftir Guttormsa tykki verið málinum til størri skaða enn gagn. Og út frá tí kann eg bert koma til ta niðurstøðu, at Guttormur heldur tað vera skeivt av bløðunum at koyra slík dulnevnd lesarabrøv í.

Nú vit eru við tey dulnevndu brøvini, so hví ikki stutt umrøða hetta so týðandi evnið. Okkara hugsan á Sosialinum er tann, at besta grundarlagið undir dialoginum og orðaskiftinum er at spæla við opnum kortum. Hóast samfelagið er lítið, og tað tí kann vera ynskiligt at sleppa undan at leggja navn til alt, so man hetta kortini vera rætta leiðin. Hóast blaðleiðslur, sum góðtaka dulnevnd brøv, siga, at tær altíð tryggja, at tað, sum fer út dulnevnt, er borðbart, so er tað ikki nóg góð trygd. Stór og álvarslig mál sum eitt nú hetta við B6 mugu verða viðgjørd opið og ærliga. Vita fólk at tey ikki nýtast at seta sítt navn undir og harvið standa til svars fyri tað tey skriva, so verður orðaskiftið eisini hareftir.

Má eisini ærliga siga, at eg hvakk við, tá eg læs hetta brævið í Dimmu beint fyri nýggjár. Helt málburðin vera ov grovan og álopini ov persónlig. Tað er júst fyri at sleppa undan slíkum, at tað verður kravt, at fult navn skal undir. Nú skal eg ikki leggja meg út í, hvørjar treytir kappingarneyti okkara setir til innsent tilfar. Men tað tykist mær løgið nú vit skriva 2002, og blaðið er mannað við so nógvum ungum og góðum kreftum, at henda fornaldarleivd, sum eitur dulnevnd lesarabrøv, framvegis skal standa so høgt í metum á einum so stórum og týðandi blað. Teir um tað. Men vita skulu teir, og hetta eru vælmeint ráð, at vit ongantíð hava iðrað okkum um avgerðina vit tóku fyri fimm árum síðani, ikki longur at loyva dulnevndum lesarabrøvum. Har fólk kortini av gomlum vana hava sent okkum brøvini dulnevnd, hava vit í besta forstáilsi fingið tey til at seta sítt navn undir kortini.

Tí er hetta eisini ein spurningur um tilvenjing. Ein spurningur um at sleppa okkum av við gamlar ringar vanar. Ein spurningur um at lyfta upp orðaskiftið á eitt hægri støði. Sjálvur loyvi eg mær at halda, at stig okkara hevur verið við til at lyfta orðaskiftið uppá á eitt hægri støði. Skal tó eisini taka í egnan barm og viðganga, at tað í onkrum føri átti at verið sett størri krøv til navngivin brøv, har tað verða gjørd grov álop á nevndar persónar. So fyri tað at man hevur slept teimum dulnevndu, sleppur tað ikki okkum, ið hava ábyrgdina, undan at hava eitt vakið eygað við tí, sum verður sent bløðunum.

Til Guttorm, sum áður hevur funnist at okkum á Sosialinum fyri ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum, kann eg bert siga, at tað er gott, at tú er komin uppá aðrar tankar, at tú nú hevur sæð, hvussu dulnevnd lesarabrøv kunnu birta uppundir klandur. Bert spell at tú leggur eftir teimum, sum hava tikið hetta til eftirtektar fyri langari tíð síðan. Adressan var skeiv og vil eg mæla tær til næstu ferð at fara til røttu adressuna. Annars gott nýggjár Guttormur. Vón mín er, at tú ikki gevst við at koma við tínum oftani beinraknu og viðkomandi viðmerkingum. At onkur so rakar við síðuna av, er ikki meira enn menniskjansligt. Okkara samfelag hevur brúk fyri pennum sum tínum. Harfyri nýtist man ikki altíð at vera samdur. Men tað er m.a. við dialoginum vit skulu byggja land.