Stavarnir tiknir í nýtslu

Leygardagin fóru nógv fólk til gongu uttan fyri MBF húsið, tá Parkinsonfelagið skipaði fyri royndargongutúrum við einum serligum slagi av stavum til fólk sum eru illa gongd. Nógv fólk vóru tilstaðar, og øll lótu væl at

Leygardagin varð skipað fyri einum gongutúri, har øll fingu høvi at royna hesar stavarnar. Hesir stavarnir eru ikki bert til fólk við Parkinsonsjúkuni, men til øll, sum á ein ella annan hátt hava ilt við at ganga.
Og Barbara á Tjaldrafløtti, nevndarlimur í Parkinsonfelagnum, var bilsin av, hvussu mong møttu upp til royndartúrarnar við stavunum.
? Heilt nógv fólk komu, og vit seldu eini 17 pør av stavum, greiðir hon frá.
Barbara sigur, at serliga tann eini maðurin tók øll á bóli. Hann hevur verið illa gongdur í mong ár, og hevur so at siga ikki fingið gingið seinnu árini. Men tá hann fekk hesar stavarnar at styðja seg til, gekk hann næstan upprættur. Hann dugdi at nýta teir beinanvegin.
? Stavarnir gera, at ein verður trýstur eitt sindur fram, og tað hevði hann so funnið útav beinanvegin, greiðir Barbara frá, sum sjálv eisini var sera bilsin av at síggja, hvussu nógv hann broyttist, tá hann fór til gongu við stavunum.
Onkur hevði skemtandi spurt hann, um hann vant í loyndum. Kona hansara var púra ovfarin og segði, at soleiðis hevði hon ikki sæð mannin hjá sær í fleiri ár.
Øll gingu nakrarferðir oman og niðan gjøgnum brekkuna uttan fyri MBF húsið, og síðani tók Maj-Britt Kraglund ein og ein og vísti teimum, hvussu tey skuldu nýta hesar stavarnir.

Áhugaverdur fyrilestur
Fríggjakvøldið helt Maj-Britt Kraglund, sum hevur Parkinsonsjúku, fyrilestur í MBF húsinum um sína sjúku, og hvussu hon er komin víðari, síðani sjúkan varð staðfest. Eisini greiddi hon frá stavunum, sum Parkinsonfelagið hevur keypt.
Eini 30 fólk vóru til fyrilesturin, og øll vóru á einum máli um, at hann var sera góður og áhugaverdur.
Maj-Britt fekk staðfest sína sjúku fyri tíggju árum síðani. Hon er 40 ára gomul og eigur fýra børn. Hon hevur arbeitt nógv við at kanna arvaeginleikarnar hjá sjúkuni, og tað kom hon eisini inn á í sínum fyrilestri.
Undirtøkan og áhugin fyri hesum tiltakinum var sum sagt sera góð, og nú hava tey, ið luttóku, gjørt av at skipa fyri gongutúri hvørt mikukvøld klokkan 19.
? Eg var sjálv nakað skeptisk viðvíkjandi hesum, men eg má ásanna, at undirtøkan er góð, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Maj-Britt Kraglund fór av aftur landinum í gjár, men hon hevur ætlanir um at lesa fyrilesturin inn á eina upptøku, so at tað kann bera til at lurta eftir honum fleiri ferðir. Og tað sigur Barbara, at tey fara at gera á onkrum komandi fundi.