Til minnis um Martin Drangá

Eg vil minnast til okkara kæra bróður í Harranum Jesusi, sum eg havi kent í mong ár á Vón. Eg havi øll góð minni um hann, sum ein besti vinur. Vit hava eina stóra sorg nú her á Vón, nú vit hava mist okkara kæra vin, Martin.

Martin og eg høvdu plagdu at tosa væl saman. Eg kom at kenna hann fyri mongum árum síðani, og ynski eg, at Guðs friður má hvíla yvir minninum um hann.

Tað var ein syrgilig løta, tá Grímur kom á Vón og segði okkum, at nú var Martin ikki ímillum okkum meira. Hetta var ein skapti stór sorg, og ynski eg, at Harrin Jesus má vælsigna tey, ið eftir sita. Vit, sum trúgva, eiga ta sælu vón, at vit skulu síggjast aftur heima hjá Jesusi.

Saknurin eftir Martini er stórur, nú hann er farin heim til Jesus. Hann kemur ikki aftur til okkara, men vit fara til hansara, eins og Dávid segði um son sín.

Tað verður ein stórur dagur at møta Jesusi, frelsara okkara. í Hebrearabrævinum 11,13 - 16 stendur skrivað: Í trúgv doyðu øll hesi, uttan at hava fingið tað sum lovað var, men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini.Tey, sum siga so, vísa jú harvið, at tey leita eftir fedralandi. Og høvdu tey meint við landið, sum tey vóru komin úr, hevði jæu borið teimum til at farið aftur hagar. Men nú tráa tey eftir einum betri, tað er einum himmalskum; tí skammast Guð ikki tey, at kallast Guð teirra; hann hevur jæu gjørt teimum ein stað til reiðar.

Í Sálma 23, ørindi 4 stendur: Um eg skal ganga í deyðskuggans dali, óttist eg einki, tí tú ert við mær, keppur tín og stavur tín, teir ugga meg. í 6. ørindi stendur: ... og eg skal búgva í húsi Harrans allar ævir ævir. Og í 4 ørindi í sálma 27: Eittans havi eg biðið Harran um, eina hetta stundi eg á: at eg má búgva í Harrans húsi alllar mínar lívsins dagar, fyri ástríki Harrans at skoða og grunda í templi hans. Viðari verður sagt í 5. ørindi: Tí hann meg goymir í sínum høli á mínum vanlukkudegi, meg fjalir í skjóli í sínum tjaldi , tá ið neyðin gerst mær ov stór.


Ein sálmur, ið hóskar Martini


1.Eg livi og veit at sál mín er grødd

at dómur ei á meg skal falla

Eg livi og bíði tí kallandi rødd

sum fremmandur fuglur er sál mín her stødd

til Faðirin barn sítt vil kalla

2.Eg doyggi og veit tað vinningur er

at hvíla hin sæla er funnin

at enda endað er lívsins hin troyttandi ferð

at seinasta royndin er útstaðin

her og ævigi sigur vunnin

3.Eg fari og veit hvar ferðin meg ber

til Faðirin æviga ríki

til heimið sum Jesus til reiðar mær ger

til landið har aldri við sorg sum her

frá vinunum burtur eg víki

4,Eg livi og veit at doyggi eg

skal til lívið eg upp aftur standa

eg fari til vinin eg kendi so væl

Hví er ei mín sál meira frá

og sæla hvønn dag enn á landi eg skal anda


Vit á Vón og somuleiðis Sosialurin hava mist ein góðan vin, men vit síggjast aftur heima hjá Jesusi.

Tøkk Sosialurin fyri tey góðu orðini um Martin


Eini minni frá

Eivind Thomsen

á Mýrini 6

Hoyvík