12 ár. Men koppsetingin fekk rættiliga ringt orð á sær eftir eina ræðuherferð um avleiðingarnar av henni, og avleiðingin var, at talið á gentum, ið lótu seg koppseta, fall ógvusliga í nøkur ár. Men síðani [...] ókeypis koppseting fyri HPV virus, sum elvir til krabbamein. Higartil hava bara gentur fingið tað, men nú hevur Sirið Stenberg sent eina kunngerð til hoyringar, sum ber í sær, at hetta eisini verður eitt [...] aftur vend. Í fjør vóru tað 409 gentur, sum fingu fyrstu koppseting fyri HPV. Hetta er á leið sama tal, sum tey fyrstu árini, ið tilboðið varð tókt. Í 2016 vóru tær bara 96, ið vórðu koppsettar.
vanliga leiktíð stóð á jøvnum 31-31. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Chile var á odda 31-30, men í allarseinasta sekundinum í vanligu leiktíðini javnaði Minik Dahl Høegh við einum ótrúligum fríkasti [...] aftaná eitt hetjukent, grønlendskt avrik. Grønlendingar vóru í løtum á odda við einum máli í dystinum, men sterka chilenska liðið svaraði altíð aftur, og chilenska liðið dugdi betur at halda høvdið kalt í longdu [...] eitt væleydnað panamerikanskt endaspæl, har Grønland náddi setninginum at vinna seg í hálvfinalurnar, men tíverri ikki í HM-endaspælið. Úrslitið merkir, at Grønland tíverri ikki verður partur av HM-endaspælinum
Fiskimálaráðnum, men nú hevur felagið í Vestmanna munnliga fingið at vita, at hetta er í lagi. Kristian Martin Rasmussen, reiðari í Klaksvík, sigur, at teir enn ikki hava sæð skrivliga svarið, men teir ganga [...] Nónhamar og Fjalshamar frá partafelagnum Christiani í Grótinum í Klaksvík. Leingi hevur verið upp á tal, at partafelagið í Vestmanna skuldi keypa trolararnar, sum felagið í Klaksvík keypti frá Føroya Banka [...] ganga út frá, at øll viðurskifti nú eru í lagi. Hann sigur, at menn nú eru umborð á Nónhamri og Fjalshamri og rigga til, og væntandi verða skipini klár at loysa um stutta tíð. Fegin maður Kristian Martin Rasmussen
eisini hava, at hendan tíðin røkkur yvir ein størri part av árinum. - Men vit eru eitt lítið land, og tí er tað ikki eitt óavmarkað tal av ferðafólki, sum kann koma hendanvegin. Politiski myndugleikin eigur [...] uttanlands. Hann heldur tó ikki, at Føroyar kunnu brúka sína fíggjarligu orku hvar sum helst úti í heimi, men at vit eiga at velja út eini 3-4 lond, sum vit í fyrsta lagi skulu satsa upp á. - Hvørji hesi lond [...] hava hendanvegin ? og úr hvørjum londum. Jørgin Niclasen ásannar, at marknaðarføring kostar pening, men eingin vegur er uttan um. - Sama er galdandi hjá tí, sum rekur vinnu. Uttan marknaðarføring verður
fyrstu dystirnar í bólkaspælinum við leikbanni, men er tøkur til dystin í kvøld. Móti Svøríki byrjaði bæði Danny Welbeck og Andy Carroll inni í álopinum, men tað verðer helst ikki pláss fyri báðum í kvøld [...] Roy Hodgson hevur boðað frá, at Wayne Rooney byrjar inn eftir at hava havt leikbann í tveir dystir. Men hvør skal út, Danny Welbeck ella Andy Carroll? Tað verða onkur broyting á enska landsliðnum til dystin [...] Wayne Rooney og liðfelagin úr Manchester United, Danny Welbeck, sum byrja inni. Tað er eisini upp á tal, at Theo Walcott skal byrja inni fyri James Milner á høgra vongi. Theo Walcott gjørdi góðan mun, tá
at siga nakað sum helst, men í prinsippinum er greitt, at skal ætlanin um fullveldi fáa tann »neyðuga meirilutan« er neyðugt við stuðli frá fleiri javnaðarveljarum. Hetta tal hevur ligið rættiliga støðugt [...] talið 25 prosent. Talan er um eina kanning, og á hesum stað skulu ikki nakrar talgreiningar gerast, men áhugavert er at síggja, at bara helvtin av fólkafloksveljarunum tekur undir við fullveldisætlanini [...] støðugt, so tað verður kanska undirtøkan, men meiri spennandi verður, hvørja støðu sambandsvongurin í Fólkaflokkinum tekur. Hann verður - eins og í 1946 - tann avgerandi marginalurin, sum støðan tykist at
verið her á farleiðini, men her eru bilar vorðnir vrak, sum eru raktir av gróttilfari. - Í tí eina førinum var ein heil familja í einum bili, sum gjørdist vrak á Tjørnuvíkarvegnum, men familjan slapp lukkutíð [...] Nú tað er upp á tal at byggja ein tunnil til Tjørnuvíkar, heldur Steinbjørn Magnussen, at hesin kemur at fáa stóran týdning fyri tey, sum búgva í Tjørnuvík. - Her ríður mangan grót og leyst tilfar oman [...] ein stuttan veg. Steinbjørn Magnussen ásannar, at tekniskt dugir hann einki at siga um verkætlanina, men heldur, at tað mátti borið til at flutt tunnilsmunnan í Tjørnuvík eitt vet, soleiðs at minni bøur fer
Suðuroy um næturnar, so at hann kann sigla norður eftir um morgunin. Men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, kann tað koma upp á tal at hann skal liggja onkra nátt í Havn og sigla til Suðuroyar tíðliga [...] økja um túratalið hjá Smyrli. Í løtuni siglur Smyril 14 ferðir ímillum Suðuroy og Havnina um vikuna, men tað liggur í kortinum at hann nú skal sigla 17 ferðir ímillum. Sostat fær hann tríggjar túrar afturat [...] skulu norðureftir til Ítrótt og annað, ikki altíð skulu upp á hálvari nátt fyri at sleppa við Smyrli. Men eftir hesum leistinum fer tað so eisini at bera til hjá ymsum veitarum norðanfjørðs at fáa ein langan
brast saman við ein annan spælara. Venjarin hjá VB, danin Ole Andersen, váttar, at ein tilburður var, men hann vil ikki siga nakað ítøkiligt um hendingina. Tað, sum hendi, kann als ikki góðtakast, og tí venur [...] hendingin verður viðgjørd í felagnum. Hvørjar avleiðingarnar verða fyri Ble er ikki gjørt av enn, men skal hann halda fram í felagnum, so skal nógv mýkjasta og tosast áðrenn, sigur Ole Andersen. Sosialurin [...] fara at koma í sera góðan form. Nú vita vit ikki endaliga, hvussu liðið hjá okkum verður mannað, men eg vænti, at VB fer at spæla ein positivan leiklut í kappingini í ár, sigur Ole Andersen. Ætlanin er
kring landið. Men enn hevur eingin nágreinuliga kannað eftir, hví hetta er so. Eitt nú hevur verið nevnt, at áseyðatal av lombum og hæddin av haganum eru viðurskifti, sum spæla inn, men nú skal so ein [...] ymisku hagapørtunum í mun til eitt nú: markatal, vídd á haganum, hvussu høgt hagin liggur, áseyðatal, tal av lombum, og hvussu lendið og bitið er í haganum. Tað verður ofta sagt, at grasvøksturin er betur [...] arbeiði eisini. Eitt arbeiði, sum væl kann vísa seg at verða til stórt gagn. Bæði hjá einstøku bøndunum men eisini fyri føroyskt seyðahald sum heild.