Nú tað er upp á tal at byggja ein tunnil til Tjørnuvíkar, heldur Steinbjørn Magnussen, at hesin kemur at fáa stóran týdning fyri tey, sum búgva í Tjørnuvík.
- Her ríður mangan grót og leyst tilfar oman á vegin, og tað er ikki óvanligt, at her kemur so nógv oman, at maskinur noyðast at rudda vegin.
Tíbetur hevur eingin fólkaskaði verið her á farleiðini, men her eru bilar vorðnir vrak, sum eru raktir av gróttilfari.
- Í tí eina førinum var ein heil familja í einum bili, sum gjørdist vrak á Tjørnuvíkarvegnum, men familjan slapp lukkutíð óskalað.
Steinbjørn Magnussen heldur, at ein Tjørnuvíkartunnil nú er nærri enn nakrantíð áður, og hetta fegnast tey í bygdini sjálvsagt um.
- Her er talan um tvær linjuføringar, har eg haldi, at hin longra linjuføringin er hin betra loysnin, sigur hann.
##med2##
Góður bøur
Í Haldórsvík eru fáir eigarar, har tunnilsmunnin ætlandi verður í longru linjuføringini. Hinvegin eru fleiri eigarar, har tunnilin sambært uppskotinum kemur út í Tjørnuvík.
- Okkum í Tjørnuvík dámar ikki so væl, at vegurin oman úr ætlaða tunnilsmunnanum gongur ígjøgum góðan bø, tó at talan er um ein stuttan veg.
Steinbjørn Magnussen ásannar, at tekniskt dugir hann einki at siga um verkætlanina, men heldur, at tað mátti borið til at flutt tunnilsmunnan í Tjørnuvík eitt vet, soleiðs at minni bøur fer fyri skeyti.
##med3##
- Vit ynskja eisini, at inntrivið í lendið her í Tjørnuvík verður so ósjónligt sum gjørligt, soleiðis at landslagið verður spilt sum minst. Hinvegin skal eingin ivi vera um, at vit eru sera fegin um, at ein Tjørnuvíkartunnil nú veruliga er í stoypiskeiðini, leggur hann aftrat.