Kanningarnar verða gjørdar á PKU-kortinum, í sambæri við Tilmæli um kanning av ílegusjúkum í Føroyum”.
PKU-royndin verður send til Statens Serum Institut, SSI, Danmark, sum kannar øll pinkubørn í ríkinum.
Í Sjúkrahúsverkinum er tað Diagnostiski depilin á LS, sum varar av screeningum av hesum slagi, og bioanalytikarar á øllum trimum sjúkrahúsunum taka blóðroyndina.











