Høvuðsuppgáva
Hetta evnið hevur Olivia valt sær sum høvuðsuppgávu í samband við lesna sín.
Tað er vælkent, at vektin á lombum er ymisk í ymsu økjunum kring landið. Men enn hevur eingin nágreinuliga kannað eftir, hví hetta er so. Eitt nú hevur verið nevnt, at áseyðatal av lombum og hæddin av haganum eru viðurskifti, sum spæla inn, men nú skal so ein verulig greining gerast av hesum.
Sum liður í kanningini hevur Olivia í fyrstu syftu sent út spurnarbløð til 100 føroyskar bøndur. Her veðrur millum annað spurt um miðalvektina á lombunum, sum vórðu flett í heyst. Hvussu nógv lomb vórðu tikin. Um hvussu lembingin hilnaðist, hvussu nógvar tvílembur vóru og um seyðurin verður fóðraður um veturin.
Hví er vektin so ymisk?
Tá greiða er fingin á miðalvektunum kring landið, verður næsta stigið at greinað tilfarið. Ætlanin er at samanbera miðalvektirnar í teimum ymisku hagapørtunum í mun til eitt nú: markatal, vídd á haganum, hvussu høgt hagin liggur, áseyðatal, tal av lombum, og hvussu lendið og bitið er í haganum.
Tað verður ofta sagt, at grasvøksturin er betur í hagapørtum, sum venda móti sólini. Ætlanin er tí eisini at kanna eftir, hvørt tað ávirkar støddina á seyðinum, hvønn veg hagin vendir. Eisini verður sagt, at seyðurin er størri norðanfyri enn sunnanfyri. Við at samanbera miðalvektirnar er ætlanin eisini at fá greiðu á hesum spurningum.
Skal ætlanin eydnast, er umráðandi, at so nógv hagtalstilfar sum gjørligt, verður fingið til vega, og heitir Olivia tí á bøndurnar um at taka sær tíð til hetta arbeiði eisini. Eitt arbeiði, sum væl kann vísa seg at verða til stórt gagn. Bæði hjá einstøku bøndunum men eisini fyri føroyskt seyðahald sum heild.










