Nú fáa eisini dreingir ókeypis koppseting ímóti krabbameini

Nú eru tað aftur nógv fleiri gentur, sum verða koppsettar

Nú skulu eisini dreingir hava ókeypis koppseting fyri HPV virus, sum elvir til krabbamein.

Higartil hava bara gentur fingið tað, men nú hevur Sirið Stenberg sent eina kunngerð til hoyringar, sum ber í sær, at hetta eisini verður eitt tilboð til dreingir.

Og hon vónar, at dreingirnir fara at taka av tilboðnum.

Málið um HPV-koppseting til dreingir hevur javnan verið á breddanum, síðani tilboðið til gentur varð sett í gildi í 2009.

Hetta kemst av, at koppsetingin vísir seg at hava fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum, bæði í sambandi við nøkur sløg av krabbameini og aðrar sjúkur.

Løgtingið hevur samtykt at játta pening til at víðka tilboðið í Føroyum, so tað nú eisini kann fevna um dreingir.

Sirið Stenberg fegnast um, at nú eru tað aftur nógv fleiri gentur ið taka av tilboðnum um ókeypis HPV-koppseting.

Hjá gentum er koppsetingin serliga fyri at sleppa undan lívmóðirhálskrabba.

 

##med2##

 

Í Føroyum fóru vit undir at koppseta gentur fyri HPV ókeypis tann 1. januar 2009. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, og seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár. Men koppsetingin fekk rættiliga ringt orð á sær eftir eina ræðuherferð um avleiðingarnar av henni, og avleiðingin var, at talið á gentum, ið lótu seg koppseta, fall ógvusliga í nøkur ár. Men síðani tað er motprógvað at koppsetingin hevur tær avleiðingar, sum tað varð ført fram, er gongdin aftur vend.

Í fjør vóru tað 409 gentur, sum fingu fyrstu koppseting fyri HPV. Hetta er á leið sama tal, sum tey fyrstu árini, ið tilboðið varð tókt. Í 2016 vóru tær bara 96, ið vórðu koppsettar.