hava dagrøkt og byggja stovnar. Men heldur ikki hetta vil Katrin Dahl kalla eina so álvarsliga ósemju, at samgongan skuldi rokið uppá tað. ? Er tað hetta, sum er trupulleikin, skilji eg púrt onki. Tí so [...] sum leypir frá gjørdum avtalum, hvørja ferð ein ikki fær sín vilja, er ikki politiskt búgvin, tí soleiðis er ómøguligt at arbeiða. Og ansingarlønin er ikki ein trupulleiki, sum átti at koppa samgonguni. [...] ætlanunum. Og Landið arbeiðir seinni enn vit. Nú síggi eg fyri mær, at nógv av hesum arbeiði dettur á gólvið. Katrin Dahl sigur, at tað sjálvandi varð ein trupulleiki, at Ingi Mohr fór úr samgonguni, og at hon
javnaðarfloksins? -Ein má bara ásanna, at ein nevndarformanssessur telur meira enn loyalitetur. Tí tá man fer upp í eina samgongu, so eigur man at vera loyalur móti hvørjum øðrum. Men hetta er so javnaðarfloksins [...] løtuni at fara úr tí samgongu, sum eg var við til at skipa fyri góðum tveimum árum síðani. Men tað verður so ein fundur við mítt egna felag, sum kemur at gera hetta av. -Hvat skal tú gera í eini samgongu [...] Eisini ætlar hann sær at tosa við nevndina í Suðurstreym-oyar Tjóðveldisfelag um hetta, áðrenn hann tekur støðu. Tað var seinnapartin leygardagin, at javnaðarflokkurin, sambandsflokkurin, sjálvstýrisflokkurin
millum Eyðun Nolsøe og John Rødgaard í 2. umfari var niðurlagt, og tá vit frættu úr Klaksvík í gjár, var tað ikki tikið uppaftur. Um Eyðun Nolsøe vinnur hetta talvið, so blandar hann seg upp í oddastríðið [...] landsliðsbólkinum vóru komnir á stigatalvuna, tá tað klokkan 14 seinnapartin í gjár var farið undir 4. umfar. Undan tí umfarinum var støðan henda: Heini Olsen 2,5 stig, John Arni Nilssen 2 stig, Terji Petersen [...] vánaliga frá byrjan, at tað mest sum er givið, at ein nýggjur FM vinnari verður funnin, tá kappingin endar leygarkvøldið. 1. bólkur Í næstbesta bólkinum var Ingi Kirke einasti maður, sum eftir trý umfør hevði
Danielsen var maðurin, sum bjargaði strandingum tá harðast leikaði á. Hann tók eitt brotskast frá Hannisi Wardum tá okkurt um tíggju minuttir vóru eftir, og tað var júst í tí løtuni, Kyndil var á veg uppaftur [...] sjey vikur, sigur Johan. ? Læknin gav mær forboð at spæla av tí at tað var vandi fyri kroniskari høvuðpínu, men tá Kyndil tapti í Vestmanna, tá kundi eg ikki halda mær longur, sigur »supermálmaðurin« av Strondum [...] Strondum. Royndur 23 ára gamal Tí var tað fyri tað mesta upp á royndirnar at hann spældi leygardagin. Fyri at skána heysin hevur einki verið gjørt við venjing, men tá ein hevur staðið í málinum í seks ár
Inger, at jú so er. - Ein verður bara noydd at føla seg fram sum fragast og síðani vóna, at ein tekur røttu avgerðirnar. Sum oftast liggur ein á nøkulunda røttu leið, men so kann ein eisini verða óheppin [...] at mótasýningin skuldi haldast um veðrið var til vildar. Og ikki kann sigast annað enn at so var, tí hesin hjá handlunum langi leygardagurin mundi verða ein av teimum vakrastu og heitastu døgunum higartil [...] Helena Debes Højgaard Hetta er tann tíðin av árinum, har klædnahandlarnir fegnir geva keyparum sínum innlit í hvussu summar- og várklæðini skulu síggja út. Í góðveðrinum leygardagin skipaðu fimm handlar
hava lisið Sosialin, kom gallið í meg. (Mær dámdi sera væl lesarabrævið hjá Eyðálvi Kára Nielsen úr Rituvík). Fíggjarmálaráðharrin, ið skal eitast at umboða ein verkamannaflokk er - so ómøguligt tað ljóðar [...] Løgtingsformaðurin segði fyri opnum sjónvarpsskermi - hóast 7.000 mótmæltu - at hann var karvandi líkaglaður, um hetta prestisjuprosjektið kostaði 100 ella 150 milliónir - tað skal gerast - arrogant - haldi [...] friðaður. Skattaborgararnir eru ikki eftirspurdir. Hetta er bara sett í verk - so kunnu gásadalsfólk og svínoyingar gera sær sínar tankar. Nú ætli eg mær ikki at fylla blaðið við mínum illsinnisglepsi. Onnur
eisini var rutan, tá ið súkklað var á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989. Leygardagin vera so tvær kappingar. Um morgunin er tað býarkoyring í Havn, og út á seinnapartin skulu súkklararnir út á ein 100 kilometur [...] Súkkling er ein tann minsta ítróttargreinin her á landi, men hóast hetta so hevur hon givið okkum føroyingum nøkur av frægastu úrslitunum yvirhøvur, tá ið vit kappast við útlendingar. Eisini vísa úrslitini [...] úrslitini hjá okkara súkklarum á oyggjaleikunum, at hetta er ein ítróttargrein í menning, tí tá ið føroyingar byrjaðu at taka lut í súkklukappingum á oyggjaleikunum, høvdu vit als ongan møguleika. Tá ið farið
Karsten Hansen. Nú vil eg beinanvegin siga, at tað er mær ein sera fjarur tanki at skriva nakra verjurøðu fyri sheriffin úr Klaksvík, ið av orsøkum, sum eru mær ókendar endaði í sessinum sum fíggjarmálaráðharri [...] ásetur lønir, eins og alt annað. Hesa sosialistisku hugsjón skal eingin taka frá mær, og líka so nær hon liggur uppat kristnu læruni, líka so fjar er kapitalistiska hugsjónin frá kristnu læruni. Ein av okkara [...] tølum búskapi enn fólk flest. Hann er ein danskur politistur við góðari danskari løn. Fyri fýra árum síðani, tá Edmund Joensen, sum løgmaður, sat hinumegin borðið, var hann ikki smettin betur enn Karsten
takksom fyri at hava fingið ein prest, sum heldur seg til ta evangelisk- luthersku læruna, sum er tann læran, kirkjan stendur fyri. Fuglafjarðar prestagjald hevur í dag ein prest, sum vísir sera stór ábyrgd [...] ella áheitan fingið. At enda loyvi eg mær at gera vart við, at kundi áheitan tykkara verðið eftirlíkað, kom hon at skapa slíkar umstøður í kirkju okkara, at ein og hvør prestur kundi nokta øðrum prestum [...] heimildir, so at hann hevur avgerarrættin fyri, hvør og hvussu verður prædika í prestagjaldinum. Hetta ber als ikki til. Peter O. K. Olofson má ganga undir somu lógum, sum hinir prestarnir í Føroyum. Hann
vælnøgda við telduframleiddu nakinmyndirnar av henni. - Myndirnar av mær á internetinum kann eg ikki klaga um. Tær eru falskar, høvdið hjá mær er á kroppinum hjá einari aðrari kvinnu, men bróstini eru nógv størri [...] hjúnarvígsluna, royndi Rodman at fáa hjúnarlagið upployst, tí at hann var rættuliga ávirkaður undir vígsluni. Seinni angraði Rodman tó alment hetta, men nú eru tey bæði samd um at skiljast. [...] sæddu biograffilmar í USA í løtuni. Um páskirnar spældi filmurin yvir 200 milliónir krónur inn, og er hetta besta úrslitið hjá nøkrum filmi í hesum árinum. Tað er ikki bert hjá filmsframleiðaranum, at tað gongur