Heini hevur sett kósina

Talv: Er fremstur í meistarabólkinum og hevur longu møtt teimum, sum tað hevur verið roknað við skuldu geva honum størstu kappingina um FM heitið

Tú skalt ikki kanna tær bitan áðrenn hann er svølgdur, og tú skalt ikki selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, og soleiðis kundu vit hildið á. Fyrivarnini skulu takast, og úrslitini higartil í FM kappingini fyri einstaklingar, sum hevur verið í Klaksvík hesa vikuna, staðfesta, at eingin telvari hevur ongan møguleika móti hinum.

Men tá alt hetta er sagt, so kemst ikki uttanum, at Heini Olsen hevur nógv bestu møguleikarnar at vinna FM heitið, sum hann í fjør tapti í umdysti við John Rødgaard.

Sambært styrkislistan kundi roknast við, at Heini Olsen fór at fáa størstu mótstøðuna frá John Rødgaard, John Arna Nilssen og Flóvini Tór Næs. Tað er júst hesum trimum, sum Heini ehvur dystast ímóti trý tey fyrstu umførini. Og úrtøkan hevur verið góð. Heini vann fyrst móti John og so móti Flóvini, og sunnudagin fekk hann remis móti John Arna.

Allir tíggju telvararnir í landsliðsbólkinum vóru komnir á stigatalvuna, tá tað klokkan 14 seinnapartin í gjár var farið undir 4. umfar.

Undan tí umfarinum var støðan henda: Heini Olsen 2,5 stig, John Arni Nilssen 2 stig, Terji Petersen, Carl Eli Samuelsen, Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe 1,5 stig, Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Ólavur Simonsen hava eitt stig, og John Rødgaard hevur eitt hálvt stig. Talvið í øðrum umfari millum Eyðun Nolsøe og John Rødgaard í 2. umfari var niðurlagt, og tá vit frættu úr Klaksvík í gjár, var tað ikki tikið uppaftur.

Um Eyðun Nolsøe vinnur hetta talvið, so blandar hann seg upp í oddastríðið, og vinnur John Rødgaard, so er hann mitt í røðini. Tað er annars merkisvert, at FM vinnarin frá í fjør er komin so mikið vánaliga frá byrjan, at tað mest sum er givið, at ein nýggjur FM vinnari verður funnin, tá kappingin endar leygarkvøldið.


1. bólkur

Í næstbesta bólkinum var Ingi Kirke einasti maður, sum eftir trý umfør hevði fult stigatal. Hann er einasti maður í allari kappingini, sum hevur fult stigatal.

Men kappingin er framvegis hørð. Tummas Martin Anthoniussen hevur 2,5 stig, og tríggir spælarar hava tvey stig. Teir eru Sigurð Justinussen, Martin Poulsen og so Finnbjørn Vang, sum megnar at savna seg um telvingina, sjálvt um hann er høvuðsfyrireikari av allari kappingini.


Tætt hjá unglingum

Í unglingadeildini eru tríggir telvarar javnir í oddinum. Teir eru Jákup D. Joensen, Ingolf Gaard og Rúni Dragaberg, sum hava 2,5 stig. John Sivertsen og Olaf Berg hava tvey stig í part, og seinnapartin í gjár varð mett, at teir framvegis høvdu møguleika at blanda seg millum teir fremstu.

Kappingin heldur fram í Ósáskúlanum í dag klokkan 14, tá 5. umfar er á skránni, og tað vil siga, at nú er FM kappingin fyri einstaklingar meiri enn hálvrunnin.