Góð føroysk súkkluúrslit á Mallorca

Súkkling: Føroysku súkklararnir, Rógvi Johansen og Gunnar Dahl Olsen, eru í hesum døgum á venjingarlegu á Mallorca saman við einari rúgvu av súkklarum úr Danmark. Onkur kapping hevur verið á sponksu sóloynni undir venjingarleguni, og í fjallaeinkultstartinum eydnaðist tað Rógva at vinna, meðan Gunnar gjørdist nummar trý

Súkkling er ein tann minsta ítróttargreinin her á landi, men hóast hetta so hevur hon givið okkum føroyingum nøkur av frægastu úrslitunum yvirhøvur, tá ið vit kappast við útlendingar. Eisini vísa úrslitini hjá okkara súkklarum á oyggjaleikunum, at hetta er ein ítróttargrein í menning, tí tá ið føroyingar byrjaðu at taka lut í súkklukappingum á oyggjaleikunum, høvdu vit als ongan møguleika. Tá ið farið verður til oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar, fara okkara súkklarar at verja tey heiðursmerki, sum teir vunnu á seinastu oyggjaleikunum, og haraftrat fara teir at gera ein roynd at vinna enn gyltari heiðursmerkir.


Rógvi vann á Mallorca

Tað eru serliga tveir av okkara súkklarum, sum hava gjørt vart við seg í kappingum í Danmark og aðrastaðnis í Norðanlondum. Tað eru teir báðir, Rógvi Johansen og Bogi Kristiansen, ið eru búsitandi í Danmark. Herfyri fekk Rógvi sáttmála við danska súkklufelagið Cycling Aarhus Elite, og síðst í undanfarna mánaða fór Rógvi saman við øðrum súkklarum til Mallorca á venjingarlegu. Við á venjingarleguni er eisini Gunnar Dahl Olsen, sum er ein tann royndasti og ídnasti súkklarin, ið føroyingar eiga.

Í sambandi við venjingarleguna á Miðjarahavsoynni hevur eisini verið skipað fyri ymiskum kappingum millum súkklararnar. Ein av kappingunum var ein knappar fýra kilometrar langur fjallaeinkultstartur. Hendan kappingin gekk sera væl, sæð við føroyskum eygum, tí Rógvi Johansen vann kappingina við tíðini 10,46, sjey sekund framman fyri næstbesta luttakaran. Á triðjaplássinum kom Gunnar Dahl Olsen í tíðini 12,25. Ikki færri enn 25 luttakarar vóru við í einkultstartinum.


Úttøkukapping til Oyggjaleikirnar í næstum

Nú oyggjaleikirnar nærkast, kemur eisini tann tíðin, tá venjarin hjá føroyska súkklulandsliðnum, Jens Glerup, skal finna fram til, hvørjir súkklarar skulu mynda súkklulandsliðið, ið skal til Gotlands at taka lut á oyggjaleikunum 1999.

Fyri at finna fram til, hvørjir súkklarar eru best fyri, verður í í komandi viku skipað fyri fýra ymiskum úttøkukappingum. Hósdagin í komandi viku er talan um eina liðkapping, har tað snýr seg um at arbeiða best fyri lið sítt. Dagin eftir verður skipað fyri einkultstarti runt Agnið á Nesi, sum eisini var rutan, tá ið súkklað var á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989. Leygardagin vera so tvær kappingar. Um morgunin er tað býarkoyring í Havn, og út á seinnapartin skulu súkklararnir út á ein 100 kilometur langan túr.

Vætandi verða tað einir seks súkklarar, ið fara at umboða føroysku litirnar á Gotlandi, og teir báðir, Rógvi Johansen og Bogi Kristiansen, eru uttan iva sjálvskrivaðir.

Sjálvt súkkluárið í Føroyum byrjar á Norðoyarstevnu, tá ið tann fyrsta summarkapping verður, og síðani verður súkklað á øllum summarstevnunum. At tveir av okkara súkklarum standa seg væl uttanlanda, førir eisini við sær, at meiri verður kravt av okkara heimligu súkklarum, og hesir siga eisini, at teir hava ongantíð gjørt so nógv við venjingina sum í ár. Um hetta fer at føra við sær, at vit fara fáa enn betur úrslit á oyggjaleikunum í summar, kunnu vit bara vóna, men tað hevði verið gleðiligt.