? Eg kann ikki taka hetta sum annað enn at Elin Lindenskov og Torfinn Smith hava svikið so dyggiliga.
? Tí eg haldi, at vit hava havt eitt gott samstarv.
Katrin Dahl, býráðslimur í Havn fyri fólkaflokkin, dugur ikki at síggja nakra sum helst grund til, at tey bæði javnaðarfólkini, Elin Lindenskov og Torfinn Smith, nú hava slitið samgonguna í Tórshavnar Býráð og hava skipað nýggjan meiriluta saman við sambandsflokkinum, sjálvstýrisflokkinum og Inga Mohr.
Hon sigur, at eftir hennara tykki hevur samstarvið í Tórshavnar Býráð gingið væl.
? Sjálvandi hava tað verið mál, sum vit hava verið ósamd um.
? Men tað hevur ikki verið mín uppfatan, at hesar ósemjur kundu kallast politiskir trupulleikar.
Tað er ongin loyna, at av teimum málunum, sum ósemja er um, er, hvussu barnaansingartrupulleikin skal loysast.
Fólkaflokkurin hevur lagt stóran dent á, at fáa skipanina við ansingarløn setta í verk aftur, so at foreldur fáa samsýning fyri at ansa børnunum heima.
Javnaðarflokkurin er ímóti skipanini og vil heldur hava dagrøkt og byggja stovnar.
Men heldur ikki hetta vil Katrin Dahl kalla eina so álvarsliga ósemju, at samgongan skuldi rokið uppá tað.
? Er tað hetta, sum er trupulleikin, skilji eg púrt onki. Tí so skal javnaðarflokkurin vita, at eisini Ingi Mohr, sum Elin Lindenskov og Torfinn Smith nú eru lopin í føvningin á, er minst líka heitur fyri ansingarlønini, sum nakar annar.
? Í einum politiskum samstarvi mugu allir partar lata og ganga undir neyðsemjur.
? Tann, sum leypir frá gjørdum avtalum, hvørja ferð ein ikki fær sín vilja, er ikki politiskt búgvin, tí soleiðis er ómøguligt at arbeiða.
Og ansingarlønin er ikki ein trupulleiki, sum átti at koppa samgonguni.
Hinvegin heldur hon, at samgongn hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at hjálpa uppá tørvin á ansingarplássum til børn og røktarplássum til eldri.
? M.a. hava vit útvegað 110 nýggj ansingarpláss hetta seinasta árið.
? Og fyri framman er stórarbeiði, sum vit eru mitt í.
? Vit arbeiða so skjótt, vit kunnu. Fløskuhálsurin er, at Landið skal vera við í ætlanunum. Og Landið arbeiðir seinni enn vit.
Nú síggi eg fyri mær, at nógv av hesum arbeiði dettur á gólvið.
Katrin Dahl sigur, at tað sjálvandi varð ein trupulleiki, at Ingi Mohr fór úr samgonguni, og at hon tí misti meirilutan í fleiri nevndum.
? Men vit høvdu funnið fram til ein arbeiðshátt, sum gjørdi, at vit fingu arbeitt, og vit hava fingið nógv mál ígjøgnum síðani tá.
Og hvussu Elin Lindenskov nú skal loysa sosialmál saman við hesum sama Inga Mohr, er ein gáta.
Tí kemur kemur tað heilt óvart á hana, at javnaðar-flokkurin fer úr samgonguni.
Hinvegin kemur slitið ikki óvart á hana, tí at Elin Lindenskov hevur sæð stóran týdning í, at meirilutin í býráðnum eisini hevur meirilutan í nevndunum.
?Síðani Ingi Mohr fór úr býráðnum, hava vit roynt at fáa landsstýrið at broyta kommunulógina, so at býráðsmeirilutin skuldi altíð hava meirilutan í nevndunum.
? Sum er, verða nevndir valdar fyri fýra ár.
Og Elin Lindenskov hevur boðað frá, at hon fór úr samgonguni, um hetta ikki varð broytt.
? Uppskot er á veg í tingið um at gera hesar broytingar. Upprunaliga var stórur meiriluti fyri hesum. ? Men eftir eitt miðvíst lobbyarbeiði, er meiri ivasamt, hvussu er við hesum meiriluta.
Men Katrin Dahl heldur, at Javnaðarflokkurin kundi bíða við at slíta samgonguna, til málið varð avgjørt í tinginum.
Hava svikið
Katrin Dahl heldur, at javnaðarflokkurin hevur svikið
so dyggiliga.
? Vit hava skrivað samgonguskjal, har høvuðsdentur verður lagdur á trupulleikan við barnaansing og eldrarøkt.
? Og tað hava vit arbeitt við undir hátrýsti.
? Og at Elin Lindenskov og Torfinn Smith leypa frá nú, er so stórt loyalitetsbrot, at eg havi ikki orð fyri tí.
? Tann, sum ger slíkt, hevur ikki skilt politikk.
Annars er tað ikki hennara uppfatan, at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin hava arbeitt so væl saman.
? Er tað frægari nú, hava tey snarað 180 stig.
Verður trupult
Annars heldur Katrin Dahl, at býráðsarbeiðið verður nógv truplari nú.
? Vit høvdu nógv stórarbeiði fyri framman.
?Og tekur Elin Lindenskov nú ikki undir við teimum málum, um hon sjálv hevur verið við til at leggja til rættis, so mugu hennara politisku dagar vera taldir, annars skilji eg onki, sigur Katrin Dahl.
? Tað einasta, sum javnaðarflokkurin hevur fingið burturúr, er, at tey mál, vit hava arbeitt við, hava fingið eitt skot fyri bógvin, og eg ivist í, um tey verða lættari at loysa saman við Inga Mohr og Heðini Mortensen.
? Veruliga endamálið við slitinum er helst ein trongd hjá Elini Lindenskov at fáa sær umtalu í fjølmiðlunum tað seinasta árið uppundir næsta væl.
? Men at leypa frá einum samstarvi, haldi eg ikki skuldi elvt til positiva umtalu, sigur Katrin Dahl.










