eisini mist nógv. Fyrst misti hon verfaðirin, sum fórst við einum seksæringi í sjeytiárunum, og nú misti hon bæði mann, son og verson. Somuleiðis misti dóttir Tonny bæði mann, pápa og beiggja. Vit spurdu [...] latið latið á sjónum í ár og er hetta tvífalt so nógv sum farna ár. Og okkurt pláss í landinum er sera meint rakt. Tað er Strendur. Presturin í sóknini er Jógvan Fríðriksson, og hann kennir seg ikki sørt [...] øll, eisini prest. Vit kenna tað øll, sum vit hava mist ein av okkara, og hetta ávirkan okkara gerandisdag. Men livast skal víðari, og har haldi eg tað er so ómetaliga týdningarmikið at vera um tey, sum mist
er sera umráðandi fyri seg, at landsins myndugleikar hava eftirlit við teimum lógum og reglum, sum eru í gildi. -Og tað fáa vit ikki havt við einum einsamøllum vaktarskipi. Bara at hava eitt vaktarskip [...] sum ætlar at reisa málið í tinginum. Men hann ætlar at geva landsstýrinum møguleika at loysa málið fyrst. -Eg kann ikki liva við, at tað bara er eitt vaktarskip undir Føroyum, sigur formaðurin í vinnunevndini [...] vaktarskip fyriuttan tey bæði árini, tað tekur at byggja skipið, kunnu vit verða tað fyriuttan altíð, og so er ongin grund til at brúka 100 milliónir uppá eitt nýtt vaktarskip, sigur Heini O. Heinesen. Heini
- Eg hopi, at vit fáa eitt livandi felag. Endamálið at stovna felag fyri ættargranskarar er fyrst og fremst at savna fólk, sum hava áhuga fyri ættargransking. Vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, eisini [...] var í vár at stig vórðu tikin til at seta ættargranskingarfelag á stovn og síðani hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við ætlanini og gjørt lógir fyri felagið. Um hálvt hundrað fólk tóku lut á stovnandi fundinum [...] Jacobsen, sum er formaður, Katrin Mørkøre, Jóna Lindenskov, Elin Midjord og Andras Joensen. Tiltakslimir eru Connie A. Jakobsen og Andreas Lava Olsen. Grannskoðari er Georg Thorsteinsson. Tað er enn ov tíðliga
vegnum og gloymir eftir øllum at døma allar galdandi ferðslureglar, tá ið hann skal snara til høgru og inn á økið hjá SMS. Ein annar bilur kemur fyri og bilarnir stoyta saman. Alt av ósketni og broti á [...] eydnaðist honum at bróta inn í ein bil og at seta eld á forsetrið. Løgreglan kom á staðið, áðrenn størri skaði stóðst. Eldáseting er eitt rættiliga álvarsligt mál og tí er málið sent kriminalløgregluni til [...] inn á Sjómansheimið í Havn. Áðrenn handtøkuna hevði hann gjørt um seg fyrst í Steinatúni, har hann gjørdi herverk inn á ein hýruvogn og seinni á parkeringsøkinum við Sjómansheimið, har hann hevði blakað
ársskiftið og frumsýningin av leikinum verður 6. mars. Sýningar vera trý-fýra kvøld um vikuna allan mars og apríl mánaða, og møguliga nakað inn í mai. Leikurin verður fyrst spældur í Havn og síðani verður [...] kona hansara og 16 ára gamla dóttir teirra. Tveir serfrøðingar koma á vitan við teimum ørindunum at niðurleggja hann. Tann eini serfrøðingurin er tilkomin, hin er ungur, millum 18 og 26 ár, og tað er til [...] fýra eru settir við fólki í felagnum, og til tann fimta hava fýra ungir mans boðið seg fram. Upptøkuroyndin byrjar við felagsupphiting, venjingum, improvisatión o.ø. og seinnapartin verður einstaklingaarbeiði
Tá tosað verður um manshondbólt í Føroyum, verður fyrst og fremst tosað um tvey lið: Kyndil og VÍF. Í kappingarskipanini hjá HSF síggja vit, at í tíðarskeiðnum 1943-98 hevur Kyndil vunnið føroyameistaraheitið [...] Verjan stóð væl, og í málinum kom Eli Müller sera væl frá byrjan. Tað gjørdi Martin Hummeland eisini, og hann legði VÍF á odda 2-1 og 3-1 eftir kontraálop. Leiðslan øktist støðugt, og tá fyrra umfarið [...] rættiliga í hopla, og hann fekk eini tvey mál við, at Kyndil sentraði, og hann rann beint ígjøgnum VÍF-verjuna, sum snorksvav. Síðani bleiv Martin Hummeland settur at mansverja Jacob Jónsson, og tað tók broddin
til fyrst og fremst at gerast ein kapping millum júst hesi bæði liðini. VÍF og Stjørnan hava snávað móti hesum liðunum, og StÍF er ikki komið í gongd enn. Men nógvir dystir eru eftir at spæla, og nógv [...] gina hesaferð og kom upp á seks mál. Kyndil er nú farið at líkjast tí, sum tað var í fjør, og komandi vikuskiftið verður spenningurin í hæddini, tí tá hittast havnarliðini bæði Kyndil og Neistin. Neistakvinnur [...] talan um ein dyst millum føroyameistarar og uppflytarar. Í byrjanini av seinna hálvleiki bar einki til hjá VÍF-liðnum. Bóltarnir fóru alt ov ofta út um síðulinjuna, og tað er krás hjá kontrasinnaðu Kyndlakvinnunum
vón og vónbrot, um ílagdan tokka til lívið og hinvegin lívsins stríð og fáfongd. Lívið, sum jú kann vera so várkent og vakurt, at tú tekur til tín orðini úr Skriftini: Sól statt still í Gibeon og tú, máni [...] juni. Fullsett. Fólkið sílar inn og flýtur spakuliga upp á pláss. Smædar heilsanir og varislig nikk, meðan andaktin sígur niður yvir fylgið. Onkur gongur til og frá og vísir teim seinastu ein sess. Lítið [...] r hennara. Marianna hevði sínar dreymar, síni ynski og vónir. Vøkur og stillfør vaks hon upp í tryggum og fjøltáttaðum heimi millum tvær systrar og ein eldri beiggja. Borin undir belti á sólheitum víddum
í gjár, og úrslitið var ikki greitt, tá blaðið fór í pressuna. Men úrslitini tær báðu fyrru ferðirnar var gott, og serliga fyrra úrslitið kundi havt verið uppaftur betri. Føroyar spældu fyrst móti Estlandi [...] liðini hittust í somu kapping, og Týskland vann 7-0, so kann ikki annað sigast, enn at talan var um framgongd. Málini komu í 15. 43., 48. og 70. minutti. 1200 áskoðarar hugdu at, og teir sóu føroyingarnar stríðast [...] eyðkent avrikini hjá Pálli og Jens Martini, og tað hava teir eisini víst, nú teir hava havt ábyrgdina av U-18 landsliðnum. Áðrenn fráferðina úr Føroyum vandu teir 55 tímar, og spælararnir fingu allar tær
trúgva upp á nakað og so seta seg hendur í favn. Nei, men tú mást fyrst vera komin til eina niðurstøðu, sum ger, at tú trýrt, at tað kann lata seg gera. Gert tú tað, so fert tú glaður og ekkaleysur til verka [...] fylgir fyri teg sjálvan, og ofta kemur tú at glíða út í nakað, sum tú bæði sigur og ger, so tú ikki torir at síggja í eyguni á tær sjálvum. Men tú hyggur ikki um teg sjálvan, og tað eru hini, øll hini, [...] eru so ymisk, sum vit eru og í tí dagliga ósamd um mangt, t.d. um tú trýrt upp á títt egna fólk ella ei, er tað kortini so, at innast inni eru vit samd um, at vit eru eitt fólk og vildu fegin trúð, at vit