At føroyingar royna seg í fótbólti uttanlanda langt eftir at fótbólturin heima á landi er farin í vetrarfrí, plagar ikki altíð at roynast so væl.
Men hesa síðstu vikuna hava U-18 unglingarnir víst í Týskalandi, har teir um Frankfurt leiðina saman við Estlandi, Noregi og Týskalandi taka lut í EM-undankapping, víst, at tað ber til at taka lut og ikki detta heilt niður ímillum, sjálvt um veturin tykist hava fingið fastatøkur á heima á landi.
Síðsti dysturin, sum skuldi vera móti Noregi, ætlaðist at vera spældur seint seinnapartin í gjár, og úrslitið var ikki greitt, tá blaðið fór í pressuna.
Men úrslitini tær báðu fyrru ferðirnar var gott, og serliga fyrra úrslitið kundi havt verið uppaftur betri.
Føroyar spældu fyrst móti Estlandi, og úrslitið var 1-1, eftir at tað hevði verið málleyst í steðginum.
Í fyrra umfarinum sótu føroyingarnir á dystinum, og tað var tá, at teir áttu at havt avgjørt sær til fyrimunar. Serliga í fleiri deyðbóltsstøðum var vandi á ferð frammanfyri estlendska málið, men tíverri vóru okkara menn ofta ov lítið neyvir í síðstu royndini, og málverjin hjá mótstøðuliðnum spældi sera væl.
Á tímaslagnum kom Estland á odda uppá langskot. Hetta var sum vátur vøttur at fáa, men hugburðurin hjá føroysku unglingunum var í lagi, og teir javnaðu, tá tað restaðu fimm minuttir. Ein langur bóltur varð sendur fram til Súna Olsen, sum var tryggur, tá hann fekk møguleikan. 600 áskoðarar sóu føroyingarnar fegnast um javnleikin, og tað var væl skiljandi, tí ósigurin var ikki so langt burtur, men aftaná iðraðu okkara seg um, at teir ikki høvdu gjørt burturav sær í 1. hálvleiki.
Føroyska liðið var mannað soleiðis: Magnus Poulsen, B68 - Jan Nónklett, NSÍ, Ove Nysted, KÍ, Klæmint Matras, B36, Pætur Dahl, HB - Kári Nielsen, B71, Kristian Eli Andersen, HB, Súni Olsen, GÍ - Ken Nónklett, NSÍ (Mortan úr Hørg, Sumba, 69.), Tórálvur Poulsen, B36 (Vagnur Nolsøe, TB, 78.), Christian Høgni Jacobsen, NSÍ.
Á beinkinum alla tíðina sótu Hallur Hansen, GÍ, Sjúrður Ellefsen, MB, Kristian Jensen, HB, Allan Mikkelsen, Royn og Omar Pálsson, GÍ.
Stórur biti
Leygardagin var mótstøðuliðið Týskland á heimavølli, og tað ljóðar øgiligt.
Eingin ivi var um, at vertstjóðin var væl betri, enn evarska lítlu Føroyar, sum løgdu varðligari fyri enn móti Estlandi, og møguleikarnir vóru nógvir móti málinum hjá Magnusi Poulsen, sum ? burtursæð frá næsta málinum, tá hann ikki var heppin ? spældi væl.
Men tað gekk ikki verri enn ilt, og um sammsett verður við úrslitið í fjør, tá liðini hittust í somu kapping, og Týskland vann 7-0, so kann ikki annað sigast, enn at talan var um framgongd.
Málini komu í 15. 43., 48. og 70. minutti. 1200 áskoðarar hugdu at, og teir sóu føroyingarnar stríðast. Serliga merkisvert var, at hóast Týskaland við stuttum millumbili skoraði tvær ferðir kring steðgin, so fóru okkara menn ikki niður við høvdinum, og síðssta korterið, tá málini ofta hava skolað ígjøgnum, hildu teir tætt.
Tá 25 minuttir vóru farnir hildu føroyingarnir seg vera snýttir fyri eitt sólarklárt brotsspark. Tórálvur Poulsen varð feldur í brotsteiginum, men dónarin vinkaði og gav til kennar, at leikur skuldi halda á. Hetta vóru tað mong, sum ikki skiltu, og millum annað sást, at UEFA umboðsmaðurin griflaði niður á pappírið.
Á føroyska liðnum spældu henda dagin hesir: Magnus Poulsen, B68 - Jan Nónklett, NSÍ, Ove Nysted, KÍ, Klæmint Matras, B36 (Kristian Jensen, HB, 53.) Pætur Dahl, HB (Vagnur Nolsøe, TB, 57.) - Ken Nónklett, NSÍ, Kári Nielsen, B71, Suni Olsen, GÍ - Christian Høgni Jacobsen, NSÍ - Tórálvur Poulsen, B36 (Omar Pálsson, GÍ, 80.).
Á beinkinum sótu alla tíðina Hallur Hansen, GÍ, Sjúrður Ellefsen, MB, Mortan úr Hørg, Sumba og Allan Mikkelsen, Royn.
Holl fyrireiking
U-18 landsliðið hevur fyrireikað seg so at siga bara í oktober mánaða.
Páll Guðlaugsson er venjari, og Jens Martin Knudsen er hjálparvenjari. Teir hava báðir verið í Íslandi mesta partin av árinum, og tað var ikki fyrrenn teir vóru komnir heimaftur, at tað av álvara var farið undir at fyrireika spælararnar til undankappingina.
Nógvir av spælarunum hava í ár vant við besta liðnum í felagnum, sum teir koma frá, og onkrir hava spælt í 1. deild. Hetta hevur havt við sær, at venjingarstøðan var ikki av leið, tá Páll og Jens Martin fóru undir sítt arbeiði, men teir báðir hava heldur ikki ligið á løtu síðuni.
Páll Guðlaugsson var longu í 1987 venjari hjá unglingalandsliðnum, og árið eftir tók hann ábyrgdina á seg at standa á odda fyri a-landsliðnum, sum tá fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í altjóða skrásettum landsdystum.
Ídni og nærlagni hevur altíð eyðkent avrikini hjá Pálli og Jens Martini, og tað hava teir eisini víst, nú teir hava havt ábyrgdina av U-18 landsliðnum. Áðrenn fráferðina úr Føroyum vandu teir 55 tímar, og spælararnir fingu allar tær ákoyringarnar, sum eru neyðugar fyri at vera væl fyri. Tvey tey fyrstu úrslitini vístu, at hetta hevur givið úrtøku, og so er bara at vóna, at tað eisini royndist væl móti Noregi.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya í dag.