liggur enn á fjøllunum, og í skýmingini kennist tað lítið várligt at standa her á bryggjukantinum, meðan menninir í bátinum krøkja í, og kranaførarin hivar netini við fiski upp í grønu kassarnar, sum standa [...] enn fleiri í tali, og teir fáa framvegis eitt sindur við snelluni norðanfyri. Hóast tað nú fer at líða eitt sindur, er framvegis nógv ferðsla í havnini á Eiði. Bátarnir eru umleið líka nógvir í tali, sum [...] sum tekur ímóti, letur væl at. Gott agn er, sigur hann. Bátarnir úti í havnini gerast fleiri og fleiri. Teir bíða eftir landingartørni. Í kvøld er bara ein lastbilur og tekur ímóti. Hinir eru til arbeiðis
Navigator roynist í sjónum í mun til Næraberg, sigur skiparin: - Jú, skipið roynist toluliga væl, og tá ið eg sigi toluliga, vil eg samstundis vísa á, at Næraberg var eitt so ógvuliga gott sjóskip. Brandur [...] saktans fara aftur á dekkið í innskóm, eisini tá ið hálað verður við hekkuni uppí. Hann leggur tó dent á, at Atlantic Navigator í allar mátar er eitt stórt, rúmligt og gott skip. 3-4 vikur Brandur Nólsoy [...] at framleiðsluútbúnaðurin umborð vísir seg at rigga væl, og hann heldur ikki, at tey hava rent seg í nakrar fløskuhálsar av týdningi. - Verksmiðjan roynist væl, og framleiðslan av surimi og mjøli hevur
og vóru inni á gólvinum í hvørjum húsi. Pápi mín, sum hevði búð og gingið í skúla í Elduvík undir krígnum, Trina var gumma hansara, var við í ferðini, og hann kendi hvørja skel í bygdini. Sunnudagin fóru [...] fáa eitt felagsrúm í bygdini, ið kundi rúma øllum frá vøggu í grøv, har ið Harrans miskunn kundi sameina allar lutir í kristna universinum. Sjálvur eri eg uppvaksin í tveimum bygdum. Í Syðrugøtu tey fyrstu [...] Sagt í afturhvarvandi reflektión. Ferðin í 1968 gjørdist bara byrjanin til nógv annað samskifti við bygdina. Elduvíkingurin Christian Haraldsen var lærari okkara í fronskum í Hoydølum, og har og í realskúlanum
hevði eg tað so sera gott, minnist Marjun afturá. Kálvalíð lá tá sum í dag langt burtur frá bygdini. Á morgni gekk Marjun í skúla, so heim á døgurða og aftur í skúla, og so kom hon aftur í myrki. Ikki var hon [...] vaskað í søguliga prestagarðinum í Jansagerði. Marjun er nevniliga eisini sera virkin í Miðvágs Fornmannafelag, og har hon er ferðaleiðari á einum gongutúri í Miðvági. Gongutúrurin fylgir leysliga í fótasporum [...] hon seinni í kvøld á floksting hjá Tjóðveldisflokkinum, tí hon er limur í einum tvørfloksligum kvinnubólki, ið roynir at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Marjun hevur altíð verið sera áhugað í politikki
Eidesgaard Á einum lítlum nossligum kamari í gistingarhúsinum Bládýpið, Dr. Jacobsensgøta 14-16. í Havn, situr ein 67 ára gamal maður. Hann er nokk so einsamallur í verðini. Í apríl mánaði flýddi hann til Føroya [...] beiskur og vreiður, tá vit nærkast, hvussu hann hevur havt tað í samband við tilknýti til psykiatrisku deild á sjúkrahúsinum í Odense og í Middelfart. Joen av Vollanum hevur ongantíð havt samband við p [...] á verksmiðjuna, sum gjørdi Alpha Diesel í Fredrikshavn. Síðan flutti hann til Odense, har hann tók maskinmeistaraútbúgvingina. Hann hevur siglt úti í fleiri ár. Í Odense varð hann giftur og hann eigur børn
stig til at fáa ein nýggjan fund. Fundir í juli og september Gongdin í málinum var annars tann, at eftir ein steðg í meira enn eitt ár tóku bretar seg loksins í juli í fjør saman og bóðu um fund. Sosialurin [...] aftur í september. Tá lá tað í luftini, at føroyingar skuldu koma við einum ella øðrum, nú bretar vóru komin við sínum útspæli í juli. Tað skal tó gerast vart við, at tá høvdu føroyingar bíðað í eitt ár [...] samráðingarnir eru í trúnaði, men váttar kortini, at bretar hava lagt sær í geyma orðini hjá danska forsætisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum. -Vit hava við stórum áhuga fylgt við í tí, sum Poul Nyrup
tað er neyðugt at allar góðar kreftir í vinnuni, saman við politiska myndugleikanum, eru við at skapa hesa ætlan og síðan fara í holt við at fáa verkætlanina førda út í lívið. Sambandsflokkurin hevur altíð [...] verið við til at skapa karmar, tað hava okur sæð í landspolitikkinum ferð eftir ferð og okur vilja eisini við leiðsluni í eini nýggjari býráðssamgongu her í Vági verða við til at menna økið og fáa tað upp [...] Jens Sivar Djurhuus Valevni hjá Sambandsflokkinum Tað hevur nógv verið tosað um støðuna í Vági og Suðuroynni sum heild. ?Um støðugt vaksandi arbeiðsloysi ?Um kreppuna sum okur ongantíð veruliga komu burturúr
Nei, tað er ikki loysing, ið hevur skapt framburðin í Føroyum, men loysnir. Loysnir koma ikki av at lata undirlutakenslur stýra okkum. Onki frambrot í heiminum er komið umvegis kenslur, men eru sprotnar [...] sum ein náttúrlig avleiðing av góðum støðuføstum vøkstri og framburði í vinnuni - verði tað seg fiskivinna, alivinna ella oljuvinna. Í dag er tað ein meginregla, at fólk allastaðni knýta seg tættari saman [...] bara at verða skinsamur samskiftispolitikkur, sum er sprottin í vælumhugsaðum framburðsætlanum, sum fer at føra til, at allir føroyngar í framtíðini fara at siga av hjarta: "Nú er satt frælsið fyri øll
góðtaka avmarkingar í frælsinum hjá hesum fólkum enn gott er. Frælsi eigur at metast í mun til ófrælsi. Tann ið ikki kennir ófrælsi, kennir heldur ikki frælsi. Í dag hava vit einki ófrælsi í Føroyum, ið stends [...] Í dag kann løgtingið avgera nærum alt. Burtursæð frá at bjóða Amerika í kríggj ella einari flagstong í New York er trupult at fáa eyga á veruligar avmarkingar í okkara politiska frælsi. Tað ræður altíð [...] hátt í ferðlsluni. Um vit gjørdu sum best ber til, kom eingin fram, fyri ikki at tala um skaðarnar av púra frælsari koyring. Vit ynskja, at øll skulu verða líka fyri lógini. Tó gjalda øll ikki eins í skatt
Landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, hevur í dag góðkent nýggja útbúgving í løgfrøði, sum kann byrja komandi heyst. Hesum boðar Mentamálaráðið frá seinnapartin í dag. Talan er [...] uttanlands. Tí er tað gott, at vit nú fáa lagt eina bachelorútbúgving í lóg aftrat møguleikunum hjá teimum, sum fara undir útbúgving í Føroyum. Tey, sum ynskja at fara undir at lesa bachelor í lóg aftan á su [...] adjunktur, er í løtuni útbúgvingarleiðari fyri løgfrøðiútbúgvingina. Á Søgu- og samfelagsdeildini eru førleikarnir bygdir upp síðstu árini, eins og eitt gott samstarv er við løgfrøðiliga samfelagið í Føroyum