Tú kanst standa á einum politiskum fundi og siga við áhoyrararnar, at vit í Føroyum eiga at vera fíggjarliga sjálvbjargin. Fyri hesum fært tú vanliga fullan stuðul frá fólkinum. Men tá tú so sigur, at treytin fyri sjálvbjargni, er ein strammur búskaparpolitikkur, minkar stuðulin alt fyri eitt niður í helvt. Setir tú so tøl á, fyri at vísa, hvat ein strammur búskaparpolitikkur veruliga merkir, missir tú eisini hina helvtina av tínum viðhaldsfólkum.
Flestu føroyingar - kanska allir - hava ein dreym um, at klára at standa á egnum beinum. Men felags fyri somu føroyingar er eisini, at vit vilja ikki gjalda tann prísin, sum hetta kostar.
Munurin ímllum sambandsfólk og loysingarfólk er ikki tann, at summi vilja klára seg sjálvi, og onnur ikki. Munurin er harafturímóti, at sambandsfólk viðganga, at loysing ella fullveldi kostar pengar, ímeðan loysingarfólk ikki vilja viðganga tað. Millum annað av hesi orsøk eru sambansfólk ímóti at Føroyar verða skipaðar sum fullveldi, tí tey síggja seg ikki før fyri at gjalda fyri tað, og enn minni vilja tey hava eitt fullveldi, sum danir gjalda. Loysing-arfólk vilja harafturímóti hava fullveldi, tí sambært teimum kostar tað einki. Og høvdu tey sæð, hvat tað veruliga kostar, so vóru tey ikki loysingarfólk.
Ístaðin fyri at viðganga kostnaðin, so hava loysingarflokkarnir sett stórt arbeiði í gongd, fyri at finna prógv fyri, at fullveldið einki kostar. - Ella fyri at vera diplomatiskur - at tað kostar ikki so nógv.
Hvíta bók
Í løtuni sita øll (vanligi føroyingurin og politikararnir) og bíða eftir »Hvítu bók«. Hon skal hjálpa okkum at taka støðu til spurningin um fullveldið. Serliga er tað búskaparbólkurin, sum hevur stóran áhuga. Tað tykist sum, at vanliga hugsanin er, at um Hvíta bók vísir, at fullveldi einki kostar, so kunnu vit róliga atkvøða fyri fullveldinum. Men um niðurstøðan verður, at tað kostar pengar, og at livistøðið í Føroyum fer at lækka, so er støðan ein onnur.
Jú sanniliga. Í hjørtum okkara býr frælsi. - Tað má bara einki kosta.
Helgi Abrahamsen