Í hjørtum okra býr vónin um støðugt arbeiði og framburð fyri Vág og Suðuroynna

Jens Sivar Djurhuus
Valevni hjá Sambandsflokkinum
Tað hevur nógv verið tosað um støðuna í Vági og Suðuroynni sum heild.
?Um støðugt vaksandi arbeiðsloysi
?Um kreppuna sum okur ongantíð veruliga komu burturúr
?Um fleiri almenn arbeiðspláss til Suðuroynna, sum skulu skapa javnvág
?Um ein suðuroyargrunn, sum kundi verið við til at menna økið aftur vinnuliga
?Um at nú skuldi Fiskavirking lata gamla Polarfrost uppaftur
Og soleiðis kunnu okur halda fram at grenja um okra trupulleikar og framhaldandi vóna at hini skulu loysa teir.
Tað at onnur skulu loysa okra trupulleikar og skapa okum arbeiðspláss er alt fínt, men tað mettar ongan munn og skapar ongi støðug arbeiðspláss.
Higartil hevur tað einans verið ein stór luftkastella, ein politisk sápubløðra.
Tað, sum skal til er, at okur sjálv smoyggja upp um ermar og veruliga seta okum sum mál, at nú skal vend koma í ? nú seta okur sjálv dagsordanin og fara til verka.
Fyrsta málið hjá nýggju býráðssamgonguni má tí vera at gera eina miðvísa vakstrar- og uppbyggingarætlan fyri økið, og tað er neyðugt at allar góðar kreftir í vinnuni, saman við politiska myndugleikanum, eru við at skapa hesa ætlan og síðan fara í holt við at fáa verkætlanina førda út í lívið.
Sambandsflokkurin hevur altíð verið við til at skapa karmar, tað hava okur sæð í landspolitikkinum ferð eftir ferð og okur vilja eisini við leiðsluni í eini nýggjari býráðssamgongu her í Vági verða við til at menna økið og fáa tað upp aftur á tað støði, sum neyðugt er fyri at hava eitt gott lívsgrundarlag og trivnað bæði fyri ung og gomul.
Set tí krossin við Sambandsflokkin ? flokkur fyri teg.