Atlantic Navigator
Brandur Nólsoy, sum var skipari á Atlantic Navigator hendan túrin, sigur, at framleiðsluútbúnaðurin umborð vísir seg at rigga væl, og hann heldur ikki, at tey hava rent seg í nakrar fløskuhálsar av týdningi.
- Verksmiðjan roynist væl, og framleiðslan av surimi og mjøli hevur gingið væl, sigur hann.
Brandur vísir á, at veðrið á seinasta túri mangan var buldrasligt, og fiskiskapurin var skiftandi.
- Eg vil siga, at nú alt vísir seg at rigga, sum tað skal, vantar okkum bara rávøru.
Eins og Lion Petersen, sum verður á brúnni hendan túrin, er Brandur spentur upp á tíðina, sum liggur fyri framman, nú verulig vertíð er til svartkjaft.
- Við 16 skerimaskinum skulu vit kunna framleiða eini 120-150 tons av lidnari vøru um samdøgnið, og tað svarar til eini 500-700 tons av rávøru alt eftir, hvussu fiskurin er til støddar og fiti.
Frystiorkan umborð á Atlantic Navigator er eisini nógv størri, enn hon var umborð á Nærabergi, og somuleiðis er vatngerarin, sum var ein fløskuhálsur við hinum skipinum, nógv størri.
Turt dekk
Spurdur, hvussu Atlantic Navigator roynist í sjónum í mun til Næraberg, sigur skiparin:
- Jú, skipið roynist toluliga væl, og tá ið eg sigi toluliga, vil eg samstundis vísa á, at Næraberg var eitt so ógvuliga gott sjóskip.
Brandur visir á, at Næraberg var smalri og skar sjógvin betur, tá ið skipið lá upp í.
- Atlantic Navigator er breiðari og rúgvusmiklari bæði framman og aftan, og tí er uppdriftin eisini so mikið størri. Hetta ger, at skipið stoytir harðari, enn Næraberg gjørdi.
Hinvegin, sigur Brandur, er troldekkið á Atlantic Navigator nógv turrari.
- Næraberg var vátur aftan, men umborð á hesum skipinum kunnu menn saktans fara aftur á dekkið í innskóm, eisini tá ið hálað verður við hekkuni uppí.
Hann leggur tó dent á, at Atlantic Navigator í allar mátar er eitt stórt, rúmligt og gott skip.
3-4 vikur
Brandur Nólsoy sigur seg vóna, at Atlantic Navigator hesaferð ger ein túr upp á einar 3-4 vikur, og tá hevði hetta verið ein góður túrur hjá skipi og manning.
- Nú vóna vit, at tað fer at bera til at fáa raksturin at líkjast, sigur skiparin, sum nú hevur frítúr.









