Lenu eru Johnhild, Óli og Karl Monrad farin foldum frá. Í bóndagarði var altíð nóg mikið at takast við, og parturin hjá Elly lá ongantíð eftir. Hon var røsk og nærløgd og røkin og familjukær. Elly giftist [...] fødd í Klaksvík, og har hevur hon búð alla sína tíð. Foreldur hennara vóru Karolina og Karl Joensen. Hon var ættað úr Trøllagili, og hann var úr Norðurstovu í Gerðum. Karl var bóndi, og Karolina bóndakona [...] Margit Olsen úr Klaksvík, og Ragnar sum er giftur Lis sum er ættað úr Canada. Karolina og Ólavur búgva í Klaksvík. Hon hevur í mong ár arbeitt í Norðoya Banka og Føroya Banka, og hann hevur í mong ár verið
Bilurin er 99 ára gamal og hevur 2,9 litra motor við 2-gear-um og 20 hk. Bilurin er rættiliga annarleiðis at koyra, enn teir bilar vit kenna í dag. Hann hevur tríggjar pedalar í dúrkinum. Tann vinstri [...] Mittasti pedalurin er til bakkgear, og høgri pedalurin er fótbremsan. Eisini á rattstammuni er alt øðrvísi. Høgri armur, sum van-liga er til viskararnar, er spitarin, og vinstri armurin, sum vanliga er til [...] lastbilur. Tað vóru teir báðir Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn, ið keyptu bilin, sum hendan dagin kom við ferða-manna-skip-i-num hjá DFDS, S/S Island, sum lá fyri teym á Havn-ar-vág. Stór skip fingu
»ógvuliga søguligari og dramatiskari« broyting í kós floksins. Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari. – Hann gjørdi støðuna upp í bláa samstarvinum og staðfesti, at tað kann ikki brúkast – í øllum førum [...] stjórn. – Og at vegurin tí er eitt stjórnarsamstarv við Metta Frederiksen við borðendan. Men at tað eru fleiri treytir, sum so skulu lúkast, og tað mugu vit so fara at samráðast um, sigur hann. Eftir røðuna [...] landsfundinum í Herning Kongrescenter, har landsfundurin er hetta vikuskiftið. Og við tí lá ein heimild til at halda fram við at kanna og samráðast um eina sjtórn við Javnaðarflokkinum, metir Hans Engell. Trýstið
sum »Lurtararnir og vit« og »Máltráðurin«. – Elis hevði nógv hugskot, hann var impulsivur, og hann lá ikki á boðunum. Hann gjøgnumførdi nógv hugskot við stórari orku og kreativiteti, og tað var ikki minst [...] útvarpsmaður – og hann gjørdi sendingar til breiðu fjøldina. Hann tosaði við vanlig fólk – mannin á gøtuni, kvinnuna á gólvinum – men hann kundi eisini fáa áhugaverd prát við valdsfólk heima og burturi. Eingin [...] sum »Lurtararnir og vit«, »Tit skriva, vit spæla« og »Máltráðurin« og fyri sendingina »Upp á tá«. – Eg beundraði hann mangan fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag
enskt, og var hon sera glað fyri ferðir í útlondum saman við teimum. Hon svam saman við morgunfrúunum, og var hon glað fyri teirra samanhald. Sum genta var Elin títlingur og skóti í K.F.U.K., og var hon [...] Danielsen 19. okt. 1948 – 6. aug. 2013 --- Elin var úr Havn, dóttir Dánjal Petur Danielsen úr Hovi og Sigrid Dahl (hjá Fjarð Hanusi). Hon átti tveir eldri beiggjar Jóannes og Hanus, ið báðir eru farnir [...] við uppi í skótahúsinum á Ternuryggi, sum tá lá langt uttan fyri Havnina. Sangur fylti nógv hjá skótunum, og man hon mangan hava sungið “Upp um fjøll og grønan dal, eg ikki løtu nakra gloyma tað, at
arbeiða rækjur, arbeiða á dekkinum og at bøta trol. Einir 12-13 mans vóru við hesum skipi, og rækjurnar vóru bæði sonevndar posarækjur og japansrækjur – skildar og pakkaðar eftir stødd. - Eg haldi, at onkur av [...] sjógvi og landi. Hann hevur verið í elektrikaralæru og hevur arbeitt sum sveinur, bæði í Føroyum og í Danmark, hann hevur smíðað hús í nøkur ár, í tveimum umførum var hann við rækjuskipum – og eitt skifti [...] avloysari hjá honum. Dekkarar og kokkur eru tveir túrar umborð í senn og síðan ein í landi. Tað merkir, at eg eri dekkari ein túr – og síðan kokkur ein. Sum kokkur fært tú 1,25 part, og tað munar eitt sindur,
eg var uppi. Eg hevði ikki sovið so væl um náttina og lá og durvaði. Tað var deiligt at hoyra málið í manninum, men sjálvandi gjørdist eg kløkk, tá hann segði mær, at nú var eitt verri skil hjá teimum [...] Fleiri skip vóru á leiðini, og tá eg tosaði við mannin, vóru 28 av manningini umborð á 3-4 øðrum skipum, meðan hinir allir vóru umborð á Posidon, sigur hon. Taldu og taldu Eftir at meginparturin av manningini [...] deyður, og at 10 ikki eru afturíaftur komnir. Vónirnar um at finna fleiri mans aftur á lívi, eru lítlar og ongar, nú skipið framhaldandi brennur. - Samstundis, sum eg eri sera fegin um og takksom fyri
tað ella hevur møguleika fyri tí, og · at byggja brýr millum ung og gomul og harvið styrkja samhaldsfesti millum ættarliðini. Hetta tilmælið kemur úr Almannamálaráðnum og skal fremjast í verki frá 01.01 [...] tílíkt tilboð, eitt betri og virknari lív, og í summum førum fáa tey avvarðandi eina uppiborna og harðliga tiltrongda fríløtu. Boðanesheimið rúmar eisini einari stórari virkis- og venjingarstovu, ið bæði [...] fyribils loysn, ið eftir øllum at døma ikki kann halda fram eftir ársskiftið komandi. Eisini hetta tilboðið hevði havt sama fyribyrgjandi virknað sum dagtilhaldið. Tórshavnar kommuna eins og aðrar kommunur
tit uttan fyrilit skera tær heitu og røktarkønu hendurnar burtur – eina fyri og aðra eftir, ár eftir ár? Hondina á hjartað, Annika, hetta er at hava bind fyri eyguni og ikki vilja síggja veruleikan! Hetta [...] i í samfelagnum – vaksandi lønir, hækkandi olju- og streymprísur, dýrari matur v.m., so verður játtanin til síðst púra útholað. Og tað er har, vit eru komin nú – játtanin er útholað og sitrónin pressað [...] íløgan mist ætlaða virkningin á langa bíðilistan á búplássum og – ikki minst – søguliga møguleikan, sum vit nú hava at arbeiða við fyribyrging og rehabilitering á eldraøkinum. Endamálið hjá landsstýriskvinnuni
fyri tveimum árum síðan, eitt ár eftir at konan fór á Tjarnargarð. – Tað var ein skelkur at flyta heimanifrá og koma higar. Eg var vanur við at seta mær okkurt fyri og gera tað, men nú nýtist mær einki [...] gjørdi døgurða og bakaði eisini. – Eg yvirtók køkin. Poul minnist aftur á eitt gott lív saman við Elini. Hon var úr Kirkjubø. Tey vóru í ætt langt úti, og hon kom at búgva hjá teimum í Havn. – Elin var ein [...] Hann hevur røtur í Fugloy, og eina ferð hann og pápin fóru við bátinum úr Klaksvík og komu framvið Skálatofum helt hann fyri, at hann kundi fáa eitt festi har. Nei, segði pápin og talaði hann frá tí. Poul