Tað fyriliggur eitt tilmæli um eldrapoltikk við m.a. hesi visjónini:
· at tryggja teir karmar, sum kunnu stimbra, at eldru borgararnir í Føroyum framhaldandi kunnu liva eitt gott og trygt lív,
· at teir borgarar, sum hava tørv á hjálp, fáa eina dygdargóða tænastu, sum tekur atlit at sjálvsavgerðarrætti og virðileika hins einstaka,
· at stuðla einstaka borgaranum í at vera sum longst í egnum heimi, ella so leingi, hann ynskir tað ella hevur møguleika fyri tí, og
· at byggja brýr millum ung og gomul og harvið styrkja samhaldsfesti millum ættarliðini.
Hetta tilmælið kemur úr Almannamálaráðnum og skal fremjast í verki frá 01.01.2015. Í sama tilmæli stendur eisini, at talið av eldri borgarum yvir 67 ár fer úr 6.500 upp í 11.000 um 20 ár, men samlaða fólkatalið væntandi svinnur sama tíðarskeiðið.
Landsstýriskvinnan í almannamálum setur 356 milliónir krónur av til hesi 6.500 fólkini, sum kommunurnar skulu taka sær av frá januar 2015. Hvussu stór verður veitingin um 20 ár, og hvør skal hava ábyrgdina av, at hon er nóg mikið? Ella er hetta bara sum býtisbarnið, ið verður latið kommununum, tí tey fornesku vilja sleppa sær av við tað?
Skulu málini omanfyri røkkast, mugu vit bara staðfesta, at enn er langt eftir á mál. Bara í Tórshavnar kommunu standa 62 fólk á akuttum bíðilista. Tað, ið kanska er enn verri, er, at fleiri gomul fólk, ið ikki klára seg sjálv, verða ikki útskrivað av sjúkrahúsinum eftir liðna viðgerð, tí ikki er pláss fyri teimum á stovni, og tey avvarðandi orka ikki meira. Skammiligt!
Eitt ár er liðið, síðan fyrstu búfólkini fluttu inn í Boðanesheimið, sum, nú tað er fult, hýsir 64 fólkum. Men har eru eisini umstøður til eitt dagtilhald, ið kann taka ímóti uml. 60 fólkum, men hagar sleppur eingin enn, og tað undrar mong. Fleiri kanningar vísa, at eitt tílíkt tilboð sparir samfelagnum nógvar skattakrónur, tí hetta útsetur tørvin á stovnsplássi, eins og heimatænastan sparir nógvar tímar. Harumframt fáa tey, ið fáa boðið eitt tílíkt tilboð, eitt betri og virknari lív, og í summum førum fáa tey avvarðandi eina uppiborna og harðliga tiltrongda fríløtu.
Boðanesheimið rúmar eisini einari stórari virkis- og venjingarstovu, ið bæði er ætlað búfólkinum á heiminum og heimabúgvandi við tørvi á endurvenjing sum ein tænasta, men enn er eingin játtan til tey heimabúgvandi komin úr Almannamálaráðnum. Tí hevur Tórshavnar kommuna játtað nakað av peningi sum eina fyribils loysn, ið eftir øllum at døma ikki kann halda fram eftir ársskiftið komandi. Eisini hetta tilboðið hevði havt sama fyribyrgjandi virknað sum dagtilhaldið.
Tórshavnar kommuna eins og aðrar kommunur hava gjørt nógv fyri at bøta um korini hjá tí eldra ættarliðnum. Tí kann tað ikki annað enn undra, at Landsstýrið ikki er viðspælari á hesum øki. Eg veit um fólk, sum fyrr komu á dagtilhald saman við einum stuðli, men hava mist hesa “tænastu” av sparingum, soleiðis at tey í dag ongan veg sleppa. Í krónum og oyrum snýr tað seg um uml. 50.000,00 krónur – um árið! Álvaratos, hava vit ikki ráð til tað?
At starvast innan eldraøkið er eitt fakliga krevjandi øki. Tí er umráðandi við vælútbúnum starvsfólki. Eins umráðandi er, at tey hava møguleika fyri at dagføra sínar førleikar, fyri at tænastan skal verða á einum góðum støði og ikki minst fyri at varðveita arbeiðsgleðina. Sum støðan er í dag, er tíanverri ikki fíggarlig orka sett av til tað.
Vit eiga at minnast til og fegnast um, at tey, ið hava borið hetta samfelagið í góðum og ringum tíðum, liva longur og hava yvirhøvur betri heilsu enn okkara forfedrar. Tey hava fíggjað sín part, tá ið tað lá á teirra herðum. Tí eiga vit eisini at sýna teimum ta virðing at taka okkum væl av teimum, tá ið teirra virkna samfelagslív heldur uppat.
Sjálv ivist eg onga løtu í, at tey eldru fara at fáa tað betri, tá ið eldraøkið verður latið kommununum at umsita – treytað av, at neyðug og hóskandi fígging fylgir við.