Á ellisheiminum Tjarnargarði hava tey innrættað tað soleiðis, at í einari lon búgva fimm pør. Hvørt parið hevur eitt sovikamar og eina lítla stovu.
Á einari hurð hevur seinastu dagarnar hingu eitt hjarta við mynd á, krýnt við bløðum.
Har búgva Elin og Poul Sørensen.
Mikudagin í seinastu viku høvdu tey krúndiamantbrúdleyp og høvdu sostatt verið gift í 65 ár.
Á Tjarnagarði eru tey ikki einastu hjúnini, sum hava nátt so høgan aldur og hava havt krúndiamantbrúdleyp.
30 juli høvdu Kartni og Dagmar Winther krúndiamantbrúdleyp, og tað høvdu Jóhann og Anna Joensen 6. januar.
Øll teirra eru ikki nóg væl fyri at práta, tí aldurin er høgur.
Ikki ráð at lesa víðari
Anna er av Skála, og Jóhann frá Gjógv.
Tá ið hann fór í realskúla í Havn, búði hann hjá mostrini á Krákusteini.
Anna arbeiddi hjá Heinesen í Vágsbotni. Har arbeiddu eisini gentur av Krákusteini, og soleiðis komu tey bæði at kennast.
Jóhann fór til Danmarkar á studentarskúla, men ráðini vóru ikki til at lesa víðari.
Anna fór eisini niður, men fór heim aftur at hjálpa pápanum í handlinum á Skála.
Anna og Jóhann fylgdust heim til Føroya við seinasti farti, áðrenn Danmark varð hersett.
Tey bæði giftust, bygdu í Eirkisgøtu í Havn. Hon var heima, og hann arbeiddi í mong ár á tryggingini.
Gott heim
Dagmar Winther, sum verður hundrað ár, tá ið hon fyllir aftur, er iki so væl fyri, men lív er í 97 ára gamla Kartna Winther, og hann hevur einki ímóti at práta. Tvørturímóti. Og hann tekur ofta í onkra vísu.
– Dagmar hevur verið her longur enn eg. Eg havi verið her í eitt ár. Synirnir funnu uppá, at eg skuldi fara higar, tí Dagmar var her. Nú havi eg vant meg við at vera her og má siga, at hetta er verðins besta stað at vera. Tey eru so góð við okkum, sigur Kartni Winther.
Kosturin er frálíkur. Tey fáa vanligan mat sum ræstan fisk, frikadellur og knetti, og tað dámar fólki í hasum aldrinum best.
Hann tosar um árini, tá ið hann var við til at lata upp havnir í Grønlandi, og alt gekk óføra væl.
Kartni fór í sínari tíð til Danmark á handilsháskúla. Dagmar fór at læra til sjúkrasystir, og tey bæði giftust 30. juli 1945 og fóru sama dag til Føroya. Gudmund Bruun vígdi tey. Tað vóru nøkur góð ár í Danmark við nógvum samanhaldi millum føroyingar í feløgunum.
Tá ið hann kom heim, arbeiddi hann í nógv ár hjá Balslev, men stovnaði í 1948 sína egnu heilsølu.
Kartni Winher brúkti ein stóran part av síni frítíð uppi á trøðni undir Svartafossi. Har hann hevði seyð og gæs.
- Tað var hugnaligt, eg slerdi, Dagmar hongdi grasið upp á turkilað, oog dreingirnir hjálptu til.
Kartni Winther livir ikki bara í farnari tíð, og hann dugir framvegis at skemta og vera speiskur:
– Eg atkvøddi fyri Heðin Mortensen sum sambandsmanni, og so knappliga bleiv hann sosialistur.
Ov lítið at gera
Poul Sørensen er ein teirra, sum er best fyri av teimum, sum búgva á deildini. Hann flutti inn á Tjarnargarð fyri tveimum árum síðan, eitt ár eftir at konan fór á Tjarnargarð.
– Tað var ein skelkur at flyta heimanifrá og koma higar. Eg var vanur við at seta mær okkurt fyri og gera tað, men nú nýtist mær einki at gera sjálvur, sigur Poul Sørensen, sum saknar at hava okkurt at taka sær til annað enn at lesa og ganga sær ein túr. Hann heldur seg kortini vera falnan til nú, men tað hevur tikið tvey ár.
Yvirtók køkin
Tá ið konan Elin fyri fleiri árum síðani viknaði, fór Poul at læra seg matgerð. Hann gekk til handils, gjørdi døgurða og bakaði eisini.
– Eg yvirtók køkin.
Poul minnist aftur á eitt gott lív saman við Elini.
Hon var úr Kirkjubø. Tey vóru í ætt langt úti, og hon kom at búgva hjá teimum í Havn.
– Elin var ein lívlig og glað genta við svørtum krúllum.
Vøkturin bant tey saman
Tað var ikki minst áhugin fyri vøkstri og náttúruni, sum bant tey saman. Frá barnsbeini var Poul so áhugaður í tí, sum vaks, at hann velti sjálvur eplini, sum tey ótu til hansara konfirmasjón. Og morgunfrúurnar á borðinum tann dagin hevði hann sjálvur sátt.
Tey fyrstu árini búðu tey heima hjá foreldrum hansara, men so bygdu tey úti í Grønlandi, og tað var tá langt uttan fyri lóg og rætt.
Poul sigur, at hann í sínum ungi døgum hevði ein dreym um at gerast bóndi. Hann hevur røtur í Fugloy, og eina ferð hann og pápin fóru við bátinum úr Klaksvík og komu framvið Skálatofum helt hann fyri, at hann kundi fáa eitt festi har. Nei, segði pápin og talaði hann frá tí.
Poul sigldi sum telegrafistur m.a. við trolaranum Jóanesi Patursson.
Eftir kríggið fór hann avstað.
– Tað var nokkso egoistiskt av mær at fara frá øllum, konu og børnum,sigur Poul. Sjálvandi hevur inntøkan gjørt sítt til, at hann fór asvtað.
Poul Sørensen var virkin, langt eftir at hann var pesnioneraður. Hann hevði sína trøð, har hann hevði grønmeti og annað, kom í Tilhaldið, og í 25 ár var hann deknur í Havnar kirkju. Tað var nakað, sum lá til hjá teimum, at vera deknur. Í báðar ættir vóru deknar í familjuni í 150 ár.
Poul Sørensen letur væl at krúndiamantbrúdleypinum. Um morgunin komu brøðurnir og onnur at syngja fyri parinum, og seinni var so borðhald fyri famjilju og búfólkum. 35 fólk vóru til borðhaldið.
Tað gjørdi ikki veitsluna verri, at bæði børnini, sum búgva í Danmark, komu heim at halda dagin saman við foreldrunum. Ein dóttir býr í Føroyum.