Elis var fólksins útvarpsmaður

Í næstan 30 ár var Elis Poulsen mest eyðkenda røddin í føroyska miðlaheiminum. Hann gjørdi sendingar til fólkið og saman við fólkinum, og hann stórtreivst í tøttum sambandi við sínar lurtarar. Eingin var sum Elis, og hóast sjúka rakti hann, stríddist hann til tað seinasta við at gera sínar elskaðu útvarpssendingar. Mánadagin doyði Elis – fólksins útvarpsmaður

 

Hann man vera ein tann størsti profilurin í føroyska miðlaheiminum seinastu 30 árini. Fúsur og sjónligur – serliga við røddini. Hann var ein av teimum, sum stórtreivst í tøttum sambandi við sínar lurtarar, líkamikið um tað var høgur ella lágur.
Í 30 ár var Elis Poulsen miðlamaður – fram um alt kendur sum útvarpsmaður – og hann gjørdi sendingar til breiðu fjøldina. Hann tosaði við vanlig fólk – mannin á gøtuni, kvinnuna á gólvinum – men hann kundi eisini fáa áhugaverd prát við valdsfólk heima og burturi.
Eingin var sum Elis. Føroyingar vóru upp á fornavn við útvarpsmannin úr Skopun. Eyðkenda sandoyarmálið og jaliga lyndið fangaðu stóru lurtarafjøldina, og stundum var undirtøkan so stór, at Elis og starvsfelagarnir næstan komu í neyð av henni – eitt nú av óteljandi brøvum til lurtarasendingar í Útvarpinum.
Elis er mest kendur sum vertur í lurtarasendingum sum »Lurtararnir og vit«, »Tit skriva, vit spæla« og »Máltráðurin« og fyri sendingina »Upp á tá«.
– Eg beundraði hann mangan fyri, at hann kláraði at seta seg upp til at vera frískur og væl upplagdur dag um dag at gera eina beinleiðis sending sum »Lurtararnir og vit«, sigur Jógvan Jespersen fyrrverandi kringvarpsstjóri.
Elis dámdi sera væl at fara út við mikrofonini, og hann ferðaðist nógv kring landið at gera samrøður og sendingar, og hann var eisini javnan partur av dansitiltøkum og eitt nú bátastevnum.
– Hann dugdi so væl at koma út millum fólk, og hann hevði serlig evni at velja sangir til dansandi fólkið. Hann dugdi eisini sera væl at dansa, og hann tímdi væl at práta við fólk. Hann var sera væl móttikin allastaðni, sigur Hallur Joensen, sum arbeiddi nógv saman við Elis seinastu árini.
Í 2013 fekk Elis staðfest Parkinson sjúkuna, og eftir tað viknaði heilsan so líðandi. Nú seinastu tíðina fekk hann illa tosað, og tað eru umleið trý ár síðani, hann gavst at tosa í mikrofonina í Útvarpinum. Hann helt tó fram at gera sendingina »Upp á tá« saman við vinmanninum Finni S. Olsen, sum gjørdist røddin hjá Elis seinastu tíðina.
– Elis var eitt ríkt menniskja. Hann var glaður og spontanur, og einki var óført hjá honum. Hann sá ikki forðingarnar, hann sá møguleikarnar, og setti hann sær nakað fyri, gjøgnumførdi hann tað eisini. Og tað var til stóra gleði fyri nógvar føroyingar, sigur Finnur Sólbjørnssonur Olsen.
Mánadagin orkaði Elis ikki meira. Hann doyði 67 ára gamal. Eyðkenda røddin, sum tagnaði fyri nøkrum árum síðani, var endaliga farin. Ein tann fólkakærasti útvarpsmaðurin nakrantíð fór um sýn.
Síðani deyðsboðini bórust eru sankensluheilsanir í hóptali komnar. Ikki bert úr Føroyum, men eisini úr Íslandi, Noregi og øðrum londum. Elis var ikki bert kendur í Føroyum, hann rakk langt út um landoddarnar. Bæði til hansara kæra Ísland og til onnur lond. Tað gav eisini ekkó í norðurlendskum miðlum, at Elis nú fór.

Gjørdist útvarpsmaður
Elis Poulsen var føddur 22. juni 1952. Hann var ættaður úr Skopun, har hann vaks upp fyrra partin av barnaárunum. Seinni flutti hann saman við familjuni til Íslands, har pápin sigldi. Hesa tíðina fekk hann eitt serligt samband við Ísland og íslendska fólkið.
Tá ið Elis kom heim aftur, rann tað saman við Jonnu Krog av Sandi. Tey giftust og búsettust á Kjálkanum á Sandi. Tey fingu tvey børn.
Elis starvaðist sum gartnari, og eitt skifti hevði hann sítt egna drívhús á Sandi, men hann fekst eisini við tónleik, sjónleik, film og mentan. Hann var eitt nú við í sendirøðini um Dólgarnar í 1980’unum, hann spældi sjónleik á Sandi, hann gav tónleik út, og hann var bæði áhugaður í og partur av mentatiltøkum.
Eingin ivi er um, hvat føroyingar kenna Elis best fyri. Tað var sum tann jaligi útvarpsmaðurin, sum í 30 ár gjørdi sendingar til fólkið og saman við fólkinum.
Elis kom fyrstu ferð í Útvarpið at gera sendingar á heysti í 1989. Hann framleiddi sendingina »Á tónatingi«, har har tosaði við tónleikarar, sum eisini høvdu framførslur í sendingini.
Sendingin var serstøk á tann hátt, at Elis brúkti ljóðeffektir, so lurtararnir fingu kensluna av, at nógv fólk vóru til staðar og lurtaðu, og tey klappaðu óført, tá ið tónleikararnir høvdu spælt ein sang. Veruleikin var, at sendingin var upptikin í lítlum útvarpsstudio.
Tað sigst, at einaferð kom ein kendur føroyskur sangari í stívasta puss í Útvarpið. Hann skuldi spæla á tónatingi. Sangarin hampaði sær slipsið og spurdi spentur, hvussu nógv fólk vóru møtt hetta kvøldið. Nakað vónbrotin var hann, tá ið hann skilti, at tað vóru bara Elis og tøkningurin, sum vóru til staðar.

Lívligu níti árini
Í 1991 fór Elis at arbeiða meira regluliga í Útvarpinum, hóast talan í fyrsta umfari ikki var um fast starv – tað gjørdist tað nøkur ár seinni.
Níti árini vóru sera lívlig hjá Elis, tí hesi ár komu lurtarasendingarnar hjá Útvarpinum í hæddina. Lurtararnir kundu skriva og ringja til Útvarpið at ynskja sær sangir, og hetta gjørdist so væl umtókt, at tað var vónleyst hjá Elis og starvsfeløgunum at spæla undan.
Kári Olsen starvaðist saman við Elis frá fyrsta degi, og teir arbeiddu nógv saman um lurtarasendingar sum »Lurtararnir og vit« og »Máltráðurin«.
– Elis hevði nógv hugskot, hann var impulsivur, og hann lá ikki á boðunum. Hann gjøgnumførdi nógv hugskot við stórari orku og kreativiteti, og tað var ikki minst hetta, sum gjørdi hann so fólkakæran. Hann dugdi væl við lurtarunum, var positivur og fyrikomandi, og tað hoyrdist á honum, at hann stórtreivst í leiklutinum – meira hendi, betur hevði hann tað, sigur Kári Olsen.
– Vit høvdu tætt og gott samstarv. Elis var ein litríkur starvsfelagi, og eg minnist hann bara fyri tað góða, sigur hann.
Í samrøðu við Sosialin í 2011 greiddi Elis sjálvur frá um níti árini, sum vóru so hendingarík í Útvarpinum, men sum eisini vóru búskaparlig krepputíð fyri samfelagið.

– Øll tíðindi vóru negativ, tí tað gekk so illa í Føroyum. Fyritøkur fóru á heysin, fólk mistu arbeiði, og nógv høvdu tað ógvuliga strævið fíggjarliga og menniskjaliga. Tá royndi eg veruliga at geva fólki ein góðan og positivan tíma gerandismorgnar. Eg royndi at lúka tað negativa burtur og fokusera uppá tað positiva. Hetta var ein sera strævin tíð, men eg fekk at vita, at fólk vóru glað fyri at hava eina positiva løtu í Útvarpinum.
Elis var kendur fyri at vera lættur á lyndi og jaligur í sínum sendingum og samskifti við lurtarar og onnur. Onkur helt, at hann var í so jaligur, men fyri hann kendist tað natúrligt:
– Tað liggur eitt sindur til familjuna at verða í góðum lag. Mamma mín var altíð positiv, og eg kenni ikki sjálvur til at hava morgungron. Eg eri glaður fyri hvønn dag, eg vakni, og hóast veðrið ikki altíð er tað besta, so takki eg Gudi fyri hvønn dag, eg fái, segði Elis Poulsen í samrøðuni við Sosialin í 2011.
Elis Poulsen gjørdi nógvar ymiskar útvarpssendingar og eisini onkrar sjónvarpssendingar ígjøgnum tey næstan 30 árini í Útvarpinum – seinni samanlagda Kringvarpinum. Sendingar sum »Frívaktin«, »Millum fjals og fjøru«, »Hvat nú?« og ikki minst »Upp á tá«, sum gjørdist hansara seinasta fasta sending.

Sendingar fyri lurtaran
Seinastu árini hevur Elis hugsavnað seg um at gera sendingina »Upp á tá«, sum hevur verið væl umtókt millum dansifólk. Elis spældi í hesum sendingum fyrst og fremst norðurlendskan dansitónleik, og hann gjørdi mangt prátið við føroyskar og útlendskar tónleikarar.
Elis var víðagitin sum útvarpsmaður, og hann hevði gott samstarv við tónleikarar og miðlafólk í hinum norðurlondum, og tað tóktist, sum øll fólk í hesum tónleikaheimi kendu Elis.
»Upp á tá« skapti gleði hjá nógvum fólkum, men tað vóru sjálvsagt eisini tey, sum ikki dámdu sendingarnar við dansibandstónleiki. Í samrøðuni við Sosialin í 2013 setti Elis tvær strikur undir tað, sum hann helt, at útvarpsarbeiðið snýr seg um:
– Tað avgerandi er ikki, hvat innan fyri múrarnar halda er gott útvarp. Tað avgerandi er, hvat lurtarin heldur. Vit eru til fyri teirra skyld, segði hann.

Tosaði um sjúkuna
Í 2013 fekk Elis Poulsen staðfest Parkinson, og í mars mánaði 2014 gjørdi hann samrøðu við Sosialin um sjúkuna. Elis var broyttur í sinn og skinn, og í samrøðuni kundi hann greiða føroyingum frá, hví so var.
– Eg var ikki væl fyri. Eitt nú legði eg merki til, at eg hevði trupulleikar við rørslunum í tveimum fingrum á aðru hondini, og eisini var tað blivið strævnari hjá mær at syngja, tá eg var í kirkju. Tað var soleiðis, eg bleiv varugur við, at alt ikki ruggaði rætt, segði Elis Poulsen í samrøðuni.
– Tað bæði sæst og hoyrist á mær, at eg eri sjúkur. Eitt nú hava fólk hildið meg verið súran, tí eg ikki síggja eins glaður út í andlitinum, og eg plagi. Eisini hevur onkur hildið meg verið fullan, tá eg havi tosað í útvarpinum, men tað er sjúkan, sum ger, at vøddarnir í hálsinum gerast meira slappir, og tí havi eg ikki so gott tamarhald á røddini, segði Elis Poulsen.
Tá ið Elis í samrøðuni frá 2014 hugdi fram í tíðina og eina óvissa framtíð saman við sjúkuni, segði hann soleiðis:
– Eg vóni bara tað besta, og at eg kann halda fram við mínum starvi eitt sindur enn. Sjálvandi eri eg til tíðir eitt sindur bangin um, hvussu alt hetta nú fer at laga seg, tí eg elski mítt starv og føli, at eg havi eina rúgvu, sum eg vil náa at gera sum útvarpsmaður. Eg má bara taka tað, sum tað kemur og royna at síggja tað góða og positiva í lívinum og takka fyri, at eg yvirhøvur havi fingið ta gávuna at vera her á foldum.
Takksamur og jaligur fór Elis undir seinasta skeiðið í lívi sínum, og hann náddi eina rúgvu afturat. Líka til tað seinasta stríddist hann við at gera útvarpssendingina »Upp á tá«, sum hann var so góður við. Mánadagin slóknaði Elis. Hann hevði eitt gott og hendingarríkt lív, og hann var ein týðandi partur av tilvitskuni hjá føroyingum. Nú er seinasta útvarpssendingin send – nú er seinasti andadráttur drigin.
Takk fyri alt, Elis!