Elin Shields Danielsen
19. okt. 1948 – 6. aug. 2013
---
Elin var úr Havn, dóttir Dánjal Petur Danielsen úr Hovi og Sigrid Dahl (hjá Fjarð Hanusi). Hon átti tveir eldri beiggjar Jóannes og Hanus, ið báðir eru farnir, so Elin var sostatt einsamøll eftir av systkjunum.
Elin stríddist í mong ár við astmu, til hon brádliga doyði.
Elin gekk í Kommunukúlan í Havn. Sum ung fór hon til Onglands sum aupair, giftist onglendingi og fekk tveir synir Carl og Chris.
Heimafturkomin úr Onglandi arbeiddi hon í mong ár á Frímerkjadeildini, og treivst hon væl har.
Henni dámdi væl at ferðast aftur til Onglands. Hon hevði ymisk áhugamál, gekk á fróðskaparsetri at læra seg betri enskt, og var hon sera glað fyri ferðir í útlondum saman við teimum.
Hon svam saman við morgunfrúunum, og var hon glað fyri teirra samanhald.
Sum genta var Elin títlingur og skóti í K.F.U.K., og var hon mangan gongutúrin við uppi í skótahúsinum á Ternuryggi, sum tá lá langt uttan fyri Havnina.
Sangur fylti nógv hjá skótunum, og man hon mangan hava sungið “Upp um fjøll og grønan dal, eg ikki løtu nakra gloyma tað, at títlingurin verja skal tað vakra.”
Sum skóti fór hon saman við seks gentum og einum leiðara á patruljuføraravenjing til Nortangen, ið er stutt uttan fyri Oslo. Tað var ein góður túrur, vit sigldu frá Keypmannahavn til Oslo, ein sera vakur siglingatúrur. Vit fingu eisini sæð okkum um í Oslo, vit sóðu m.a. Vigenlund parkina og Ráðhúsið, og kom vinarlagið hjá hesum skótum at halda alt lívið.
Seinni bleiv hon skóti í 4. Grein, okkum vaksnu skótum. Hon var stillfør, einki hóvasták um hana, og vildi hon fegin hjálpa til í K.F.U.K.
Má Harrin styrkja tykkum synirnar í sorgini um eina góða mammu, ið vildi tykkum alt tað besta.
---
Eldri K.F.U.K. skótar