Eldurin breiddi seg ógvuliga skjótt

- Tað var sera heppið, at vaktarskifti júst hevði verið umborð á Hercules, tá staðfest varð, at eldur var í skipinum. Tí vóru menn ikki í koyggjuni, men vóru antin á veg á vakt – ella av vakt. Eftir 10 minuttum stóð at kalla alt skipið í ljósum loga. Manningin fekk einki við sær. So skjótt gekk alt fyri seg, sigur Jóna Rasmussen, kona skiparan á Hercules, sum Sosialurin hevur tosað við

Hercules

Jóna Rasmussen er kona skiparan á stóra frystitrolaranum Hercules, sum eldur kom í, meðan teir lógu í góðum fiskiskapi eftir rossamakreli í Kyrrahavinum fríggjanáttina.
        - Eg visti einki um hendingina, fyrr enn maður mín ringdi fríggjamorgunin um 7.30-tíðina. Hann var róligur á røddini og spurdi, um eg var uppi. Eg hevði ikki sovið so væl um náttina og lá og durvaði. Tað var deiligt at hoyra málið í manninum, men sjálvandi gjørdist eg kløkk, tá hann segði mær, at nú var eitt verri skil hjá teimum.
        Jóna sigur, at maður hennara í stuttum greiddi henni frá, at eldur var komin í skipið, og at flestu menn vóru bjargaðir, tó ikki allir. Millum teir bjargaðu vóru báðir føroyingarnir, sum vóru við skipinum.
- Vit tosaðu stutt hendan morgunin, og eg var í fyrsta lagi fegin um, at flestu av monnunum vórðu bjargaðir úr brennandi skipinum, sigur hon.
    
Ringdi aftur
- Klokkan 16 sunnudagin ringdi maður mín aftur, og hesaferð tosaðu vit eina løtu. Hann helt fyri, at tað var sera heppið, at vaktarskiftið júst hevði verið umborð á Hercules, tá staðfest varð, at eldur var í skipinum. Tí vóru menn ikki í koyggjuni, men vóru antin á veg á vakt – ella av vakt.
    Jóna sigur, at sambært manni hennara, breiddi eldurin seg ógvuliga skjótt, og tað tók ikki meira enn einar 10 minuttir, til eldurin hevði breitt seg um at kalla alt skipið.
    - Manningin fekk einki við sær, tá teir fóru av skipinum. So skjótt gekk alt fyri seg, leggur hon aftrat.
    Systurskipið hjá Hercules, Posidon, sum eisini royndi um somu leiðir, tók fleiri av manningini upp.
    - Fleiri skip vóru á leiðini, og tá eg tosaði við mannin, vóru 28 av manningini umborð á 3-4 øðrum skipum, meðan hinir allir vóru umborð á Posidon, sigur hon.
    
Taldu og taldu
Eftir at meginparturin av manningini varð bjargað av brennandi Hercules og umborð á skipini, sum komu til hjálpar, varð roynt at finna út av, hvussu veruliga støðan var. Tá manningartalið við Hercules var 116, og hesir vórðu bjargaðir umborð á ymisk skip, kann vera torført í slíkari støðu at finna út av, hvussu støðan er.
    - Maður mín segði, at hann aftur og aftur royndi at telja, men tíverri vísti tað seg, tá saman um kom, at 11 mans ikki vóru komnir av skipinum við lívinum, sigur Jóna.
    Reiðaríið, sum eigur skipið, Thor í Hósvík, hevur boðað frá, at ein maður er funnin deyður, og at 10 ikki eru afturíaftur komnir. Vónirnar um at finna fleiri mans aftur á lívi, eru lítlar og ongar, nú skipið framhaldandi brennur.
    - Samstundis, sum eg eri sera fegin um og takksom fyri, at maður mín og meginparturin av manningini eru bjargað á lívi undan herviliga eldinum, mugu vit ásanna, at hendingin er ein sorgarleikur, sigur Jóna.
    
Aðru ferð
Hetta eru aðru ferð, at Ingolf Rasmussen hevur verið raktur av eldi umborð á skipi.
        - Í sínari tíð kom eisini eldur í rækjutrolaran Sólborg, sum Ingolf førdi. Hetta hendi, meðan teir vóru til fiskiskap í Kanada.
        Jóna sigur, at nú eldur kom í Hercules, lótu teir so væl at fiskiskapinum og gongdini annars.
        - Ingolf læt sera væl at skipinum. Teir høvdu góðan fiskiskap, og stemningurin umborð var góður, sigur Jóna Rasmussen.
    Meginparturin av teimum 116 monnunum við Hercules, vóru ungir menn, fleiri um 19 ára aldur.
Hetta var fyrsti túrurin hjá skipinum. Teir fóru úr Panama til fiskiskap í Kyrrahavinum, vestanfyri Chili, 24. mars.
    Hin føroyingurin, sum var við Hercules, og sum eisini er bjargaður, er vágamaðurin, Jan Erik Simonsen, sum var maskinstjóri umborð.