at Claus er ein arbeiðssamur og tekniskt góður spælari, sum telist millum profilarnar í 1. deild, og sum er besti álopssinnaði spælarin á liðnum hjá Horsens. Men hóast tað nú er meira enn ein mánaður liðin [...] tíð bar tíðindini um spælaran, er einki nýtt at frætta í málinum. ? Enn havi eg ikki sæð Claus Bech Jørgensen spæla, men eg havi roynt at fylgt við í bløðunum. Hinvegin eri eg næstan hvørt vikuskiftið [...] hava fingið nógvan kreditt. ? Eg taki ikki nýggjar spælarar út, bara tí teir spæla væl ein dyst ella tveir. Eg havi eina stammu á landsliðnum, sum eg brúki frá dyst til dyst, og eg krevji at síggja støðug
Merkir tað, at tit eru sinnaðir at hækka lønina? ? Tað havi eg onga viðmerking til. Men eg havi langt síðani gjørt upp við meg sjálvan, hvørja støðu eg havi til hetta. Hann vísir eisini á, at samstarvið ímillum [...] alla tíðina verið greiður yvir, at tað var eitt stórt mistak av Føroya Handverkarafelag at góðtaka ein fýra ára sattmála við so lítlari lønarhækking, sum her er talan um. ? Tilsamans fær handverkarin 2% [...] seg til tann sáttmálan, sum teir hava gjørt. Hvat gera vit so, um teir ikki vilja samráðast? ? Tað havi eg ongar viðmerkingar til í løtuni, tí hendir tað, er støðan nýggj og so mugu vit taka støðu til tað
eitt úrslit. Men sjálvur havi eg altíð hildið, at endaliga úrslitið fór at líkjast hesum, sum nú liggur á borðinum. -Hvat hevði komið burtur úr, um málið fór til Haagdómstólin? -Ein veit ongantíð, hvat kemur [...] loysn, meðan tað í Haag er ein triði partur, sum kann finna onkra heilt aðra loysn. -Hava oljufeløgini ikki lagt stórt trýst á bretsku stjórnina fyri at fáa eina loysn nú? -Eg havi altíð roknað við einum ella [...] nýggja marknaavtalan er avgjørt ein nýggj byrjan, sum fer at lata nógvar hurðar upp fyri fruktagóðum samstarvi í framtíðini. -Eg haldi eisini, at henda ósemja hevur verið ein meinbogi fyri samvinnuna alt
fremja ætlan sína í verki. Eitt lítið brot úr brævinum sum sent er bygdaráðnum hesum viðvíkjandi. Ein slík miðstøð kann nýtast til fleiri endamál, til gagn og gleði fyri okkara sambýli - avlasting - ú [...] eftir. Rúm er meira enn nóg mikið bæði til eldrarøkt og barnagarð, men borgmeistarin er ítróttarmaður, ein frísk sál í einum frískum likami, og hetta er sportur, stuttligt at síggja, tá tey gomlu fara sjølkandi [...] strøk fra sit hjem og kjøpte med andres tårer og blod fornøjelsen ved at herke et år eller kansje to. Ein sonn sjúklig gleði at kunna vísa seg sum eirindaleys og valdsharra. Jú, harra Jógvan Gregersen, bo
vilja hava eina lækkan av skattinum heldur enn lønarhækkan, tí ein skattalækking, eftir teirra tykki, skapar størri aktivitet í samfelagnum enn ein lønarhækkan. Fólkaflokstingmaðurin spurdi landsstýrismannin [...] fyribils. Eg havi fingið svar uppá fyrispurningin, men tað kann verða at hann verður tikin upp aftur seinni, sigur Óli Brekmann, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til ósemjuna. ? Ein skal vera varin [...] in heldur at skulu Føroyar gera sær nakra hóming av at fáa nýggjar vinnur til Føroya, so er hetta ein av avgjørdu treytunum fyri, at so verður. Skattaprosentið fíggjarpolitiskt amboð Í svari sínum til
málburðin í løgtinginum. Dan heldur seg sjálvan duga eins væl at tosa, sum teir ið hava myndað málpolitikkin her á landi seinastu árini. ? Eg havi verið í hornatøkum við Jóhan Hendrik Winther Poulsen fyrr [...] seg sømiliga at; eisini uttanfyri tinggátt. Málið fyri menniskja ? Hóast summir vilja gera málið til ein fornlut, er talan í veruleikanum um eitt amboð. Og jú orðaríkari málið er, tess hvassari er amboðið [...] tragikomiska. KASSI: Stavsetingin endurskoðast Høgni Mohr Dan Reinert Petersen kundi hugsa sær, at ein serkøn nevnd verður sett at endurskoða føroysku stavsetingina. Endamálið skal vera at gera tað lættari
Norðurlond eru ein avmarkaður marknaður. Eg eri eldhugaður norðurlendingur og geri alt fyri norðurlendskt samstarv. Men tað nýtist ikki at vera ein orsøk til at avmarka okkum bert til Norðurlond. Ein stór verð [...] avtalu á stjórnarstigi, verður tað ein stórur fyrimunur og stórt framstig fyri føroyskt mentunarlív. Tá vit tosa um samstarv skal tað sjálvandi ganga báðar vegir. Ein slík avtala kundi verið í tráð við [...] spæla hevur ein serligan áhuga og tradisjón í hesum økjum. Í grundini er tað nógv lættari hjá okkum at skipa fyri tiltøkum har enn aðra staðni. Tey eru nógv meiri positiv. Bretska økið er ein miðdepil fyri
knýtt at, fáa tey ilt við at vísa hana mótvegis sær sjálvum, og enn minni móti øðrum. Sum psykologur havi eg møtt børnum, har foreldur í sínum sjálvrættvísi hava hildið seg kunnað farið við teimum sum tey [...] av ymiskum slagi, men tað, ið eigur at eyðkenna eitt framkomið - siviliserað - og upplýst fólk, er ein ávís eyðmjúkd mótvegis sannleikum. At sannleikar, eisini andaligir, eru relativir og broytast í ljósinum
Fløtum vóru í Gundadali mánakvøldið og hugdu at dystinum millum HB og NSÍ. Tey eru spent í HB, tí ein av spælarunum er sonur teirra, Andrew av Fløtum. Hetta kvøldið var avrikið hjá HB einki at reypa av [...] tá sonur teirra smáar tíggju minuttir fyri leiklok varð liggjandi á vøllinum eftir samanbrest við ein mótstøðumann: Andrew varð stuðlaður og borin av vøllinum, so varð hann lagdur á børu og kannaður, meðan [...] men sjálvandi hugsar tú í einari sovorðnari støðu eisini um møguleikan fyri onkrum øðrum, t.d. at ein geisli skal vera skaddur, sigur Meta av Fløtum, sum sjálv er sjúkrasystur og tískil veit, hvussu fólk
eg fegin um, at eg nú saman við danska uttanríkisráðharranum og bretska varauttanríkisráðharranum havi havt høvið at undirrita sáttmálan um marknaseting á havleiðunum millum Føroyar og Bretland. Í mong [...] ára gamla tingstaði - at Føroya løgting í gjár einmælt góðkendi sáttmálan. Eg vóni, at sáttmálin fær eins blíða lagnu í hinum báðum lóggevandi tingunum, ið fáa hann til støðutakan. Nú semja er fingin í lag [...] næst til at kunna njóta gott av tí virksemi, ið væntandi tekur seg upp har. Við hesum sáttmála er ein stórur politiskur meinbogi fyri samvinnu millum Føroya og Bretlands burturbeindur. Vit liva í dag í