Samvinna við bretar víðkar okkara sjónarring

- Norðurlond eru ein avmarkaður marknaður. Ein stór verð liggur uttan fyri Norðurlond, og vit áttu at havt útveksling við nógv lond. Nú stemningurin er so positivur millum Føroyar og Bretland, átti landsstýrismannin í mentamálum at arbeitt fyri at gera eina formliga avtalu á mentunarøkinum á stjórnarstigi. Tað hevði givið føroyskum mentunarlívi nógvar fyrimunir, sigur Kristian Blak, tónaskald

Føroyingar hava í nógv ár samstarvað við bretar á mentunarøkinum, serliga innan tónleik. Kristian Blak, tónaskald og tónleikari, er ein teirra, ið hevur slóðað fyri og gingið á odda. Hann hevur verið á óteljandi ferðum í Skotlandi og bretsku oyggjunum við Spælimonnunum í Hoydølum, og síðani 1977, árið eftir, at Smyril byrjaði at sigla til Skotlands, hava skotar, hetlendingar og orknoyingar vitjað í Føroyum við jøvnum millumbilum við fólkatónleiki.

- Vit hava havt og hava framvegis eitt langt, gott og gevandi samstarv okkara millum. Týdningarmesta samstarvið meti eg er útveksling av tónleiki, tónleikarum og tónleikabólkum, sigur Kristian Blak.


Nógvir møguleikar

Samstarvið millum føroyskar og bretskar tónleikarar hevur ikki verið ávirkað av politisku støðuni millum londini orsakað av marknastríðnum, ið hevur vart í so nógv ár. Hinvegin metir Kristian Blak, at samstarvið landanna millum kann gerast betri, nú stríðið um markið loksins er av, og eitt nýtt kapitul byrjað.

- Nú stemningurin er so positivur millum londini bæði, er mín áheitan á landsstýrismannin í mentamálum um at seta seg í samband við bretar ella skotar, ið jú hava fingið størri sjálvræði, um at gera eina formliga avtalu á mentunarøkinum. Umboð fyri skapandi fólk í Føroyum eiga at verða við í stovnsetanini av einum sáttmála.

- Fáa vit eina slíka avtalu á stjórnarstigi, verður tað ein stórur fyrimunur og stórt framstig fyri føroyskt mentunarlív. Tá vit tosa um samstarv skal tað sjálvandi ganga báðar vegir. Ein slík avtala kundi verið í tráð við norðurlendskt samstarv, ið jú er fyrimyndarligt fyri millumlanda samstarv yvirhøvur. Ein avtala við Bretland hevði borið við sær, at almennir pengar verða settir av til tvílanda ella fleirsíðað samstarv, ið skulu brúkast til verkætlanir, sum lúka settu treytirnar, sigur Kristian Blak.

Kristian Blak sær nógvar møguleikar í eini øktari samvinnu millum Føroyar og Bretland.

- Norðurlond eru ein avmarkaður marknaður. Eg eri eldhugaður norðurlendingur og geri alt fyri norðurlendskt samstarv. Men tað nýtist ikki at vera ein orsøk til at avmarka okkum bert til Norðurlond. Ein stór verð liggur uttan fyri Norðurlond, og við at samstarva við onnur lond fáa vit ein størri sjónarring.

- Tað er skjótt, at tú verður innibyrgdur á norðurlendska marknaðinum, hóast londini eru fleiri og stór hvør sær. Tað er eitt sindur ørkymlandi, at Norðurlond skulu vera einasti møguleiki at útveksla mentan. Í grundini áttu vit at havt útveksling við nógv lond. Sum umboð fyri tónleik havi eg seinastu tvey árini ferðast nógv fyri at finna fleiri samstarvsmøguleikar. Vit hava til dømis fingið tilboð frá mentamálastýrinum í Ísrael um útveksling.


Góð móttøka

Skotar, hetlendingar og orknoyingar hava tikið sera væl ímóti føroyskum tónleikarum og tónleiki. Helmingurin av tí Spælimenninir í Hoydølum hava givið út, er selt í Skotlandi og bretsku oyggjunum.

- Tað kemst sjálvandi av, at tónleikurin vit spæla hevur ein serligan áhuga og tradisjón í hesum økjum. Í grundini er tað nógv lættari hjá okkum at skipa fyri tiltøkum har enn aðra staðni. Tey eru nógv meiri positiv. Bretska økið er ein miðdepil fyri fólkatónleik. Ein rúgva av tiltøkum haðani kundi komið hendavegin uttan stórvegis hóvasták.

- Vit hava nógv og góð sambond í Bretlandi, men skulu vit gera okkum veruliga galdandi og koma inn á teirra tónleikaskrá við okkara tónleiki, mugu vit hava stuðul heimanifrá, eitt nú úr grunnum. Ein grunnur kundi stuðlað ferðum hjá spælibólkum uttanlands. Tað hevði munað rættiliga væl. Tað nýtist ikki at verða talan um so nógvar pengar at byrja við, sigur Kristian Blak.

Norðari parturin av bretska ríkisfelagsskapinum kemur undir norðurlendskt samstarv. Tískil ber longu til at samstarva við hesi økini fyri norðurlendskar pengar.


Hugskotini tróta ikki

Stór tiltøk hava verið í umbúna, men eru vorðin av ongum av ymsum ávum. BBC-Scottish Symphony Orchestra ætlaði sær til Føroya fyri tveimum árum síðani at taka lut á Summartónum, men av peningarligum ávum varð ferðin av ongum.

Fyri fáum árum síðani fekk Norðurlandahúsið í Føroyum áheitan frá Norðurlandaráðnum um at fáa í lag samstarv við skotar. Fýra umboð fyri føroyskt mentunarlív, íroknað Kristian Blak, fóru til Skotlands og høvdu fund um framtíðarsamstarv við mentunarstovnar, eitt nú Scottish Art Trust.

- Á vitjanini kom fram, at góðir møguleikar vóru fyri, at føroysk list, tónleikur, sjónleikur og annað kundi verðið útflutt. Einasta, ið vantaði, var, at onkur ávísur persónur ella stovnur fekk uppgávuna at gera ætlanina til veruleika. Norðurlandahúsið átti stigið og kundi tí fylgt málinum upp. Ein onnur orsøk til, at einki varð av ætlanini var, at Smyril helt upp at sigla til Skotlands. Tað hevur týdning, tí hevur tú ikki beinleiðis samband millum londini, ber illa til, sigur Kristian Blak.

Føroysk tónaskøld og tónleikabólkar hava tikið lut á Northland Festival í Torsoe, ið verður hildin á hvørjum ári. Hesin festivalurin fær norðurlendskan stuðul. Fyriskipararnir eru sera hugaðir í framhaldandi samstarvi við føroyingar, og í ár tekur ein klassiskur bólkur haðani lut á Summartónum í Føroyum.