Fer beinleiðis av B8 og aftur í Gundadal

Fótbóltur: Andrew av Fløtum fekk heilaskjálvta mánakvøldið, og hann minnist einki frá tapinum móti NSÍ. Leygardagin ætlar hann sær til Sumbiar at spæla

Meta og Hans av Fløtum vóru í Gundadali mánakvøldið og hugdu at dystinum millum HB og NSÍ. Tey eru spent í HB, tí ein av spælarunum er sonur teirra, Andrew av Fløtum. Hetta kvøldið var avrikið hjá HB einki at reypa av, men fyri foreldrini hjá álopsmanninum var tað sjálvsagt uppaftur størri hvøkkur enn hjá øllum øðrum, tá sonur teirra smáar tíggju minuttir fyri leiklok varð liggjandi á vøllinum eftir samanbrest við ein mótstøðumann: Andrew varð stuðlaður og borin av vøllinum, so varð hann lagdur á børu og kannaður, meðan tey bíðaðu eftir sjúkrabilinum:

? Sjálvandi var tað stórur skelkur at síggja sonin liggja soleiðis. Dánjal Petur Højgaard, kommunulæknin, var og hugdi, og hann var skjótur á staðnum, og tað var skjótt, at hann segði seg rokna við, at talan var um heilaskjálvta, men sjálvandi hugsar tú í einari sovorðnari støðu eisini um møguleikan fyri onkrum øðrum, t.d. at ein geisli skal vera skaddur, sigur Meta av Fløtum, sum sjálv er sjúkrasystur og tískil veit, hvussu fólk bera seg at, tá tey hava fingið heilaskjálvta. Vit tosaðu við hana og sonin fyrrapartin í gjár. Tá vóru tey bæði heima við hús. Andrew av Fløtum varð útskrivaður av landssjúkrahúsinum seinnapartin týsdagin.

? Tað var ikki fyrrenn vit vóru komin á skaðastovuna, at Andrew fekk skilið aftur. Hann tók á at spýggja, men har kom einki. Hann var kannaður væl og virðiliga í røntgenið. Tey staðfestu, at har var eingin annar skaði enn heilaskjálvtin, og so varð hann lagdur á B8, har tey høvdu eftirlit við honum, men tíbetur tykist hann ikki at hava fingið nakað mein, og nú havi eg sagt við hann, at hann má ansa sær væl teir næstu dagarnar.


Gloymt alt

Tá vit spyrja Andrew av Fløtum sjálvan, hvussu tað bar til, at hann fekk henda snuddin, so er hann púra blankur:

? Eg minnist einki sum helst frá dystinum. Eg var til arbeiðis mánadagin, og tað minnist eg væl, men tað, sum gekk fyri seg í Gundadali hetta kvøldið, er púra burtur. Á landssjúkrahúsinum søgdu tey, at tað kann væl vera, at hetta fer at renna fram fyri meg seinni, men tað ger kanska einki, um tað ikki kemur, heldur HB maðurin, sum hevur hoyrt frá fólki og lisið í Ítróttarsosialinum, at HB varð spælt bæði sundur og saman av NSÍ.

Tá HB maðurin varð útskrivaður helt læknin við hann, at hann mátti ansa serliga væl eftir sær teir næstu dagarnar, og tað ætlar spælarin at gera, men tá vit tosaðu við hann í gjár, hevði hann ætlanir um at fara í Gundadal at venja í gjárkvøldið:

? Týsdagin var eg slakkur, men nú kenni eg meg heilt væl, og eg vil ógvuliga fegin vera við, tá HB leygardagin skal til Sumbiar at gera fyrstu royndina at rætta uppaftur uppá tað, sum vit mistu móti NSÍ.

Mamman heldur, at sonurin hevur hug at skunda sær í so nógv at taka bóltspælið uppaftur, men hon hevur álit á honum, at hann lurtar eftir sær sjálvum og ikki leggur ov nógv fyri.

? Annars vil eg siga, at tað var fløvandi týsdagin at kenna, at tað vóru nógv, sum hugsaðu um Andrew og hvussu hann mundi hava tað. Umboð fyri leiðsluna í felagnum, venjarin og fleiri spælarar ringdu fyri at frætta, hvussu tað stóð til, og tað er altíð uppmuntrandi at kenna, at onnur hugsa um teg.

Og við prátinum við tey bæði hava vit borið teimum, ið vóru vitni til hendingina og øllum øðrum fótbóltshugaðum góðu tíðindini um, at alt sær út til at hava spælt væl av eftir dramatisku hendingina mánakvøldið. So er spurningurin, um dysturin fer at renna fram fyri Andrew av Fløtum aftur, men um hann ikki ger tað, so leggur hann ikki pettið í tað, og tað munnu í hvussu so er HB viðhaldsfólkini skilja væl!