síðani, hvar hann vísti á, at kanska einki annað land hevði havt ein so áhaldandi vøkstur í búskapinum tey seinastu 60 árini sum Føroyar. Latum okkum ikki koyra alt fyri bakka, men framvegis royna at tillaga [...] spurningur, um tað skuldi gevast til tann, sum hevur útint royndarfiskiskapin, ella tað skuldi býtast upp á fleiri. Hvussu fastur er rætturin til fiskiloyvið? Tað verður sagt, at rætturin er ómissiligur. Tað
gjørdist størri fyri sjónleikaralívinum í Keypmannahavn. Tá tað soleiðis byrjaði at ganga niður á bakka við virkinum hjá Jørgen Frants, skrivaði svágur hansara Martin Christian Restorff honum bræv og [...] fólkunum, sum um hetta mundi búðu í Nýggjustovu. Seinni bygdi Jørgen Frants sær stór og stásilig hús úti á Skálatrøð, sum svágurin M. C. Restorff átti. Hesi húsini eru í dag Gríms Kambansgøta 17, og her býr
heiti eg tí staðiliga á andstøðupolitikarar og ikki minst á blaðfólkini á stóru bløðunum, um at sýna Føroya fólki virðing og sóma, og fara undir ein opnan og sakligan dialog um ætlaninar á sjálvstýrisleið. [...] sjálvsagt heldur ikki vera nøkur loyna, at ein so slóðbrótandi avtala á sjálvstýrisleið krevur, at partarnir hittast á hálvari leið á ymsum økjum. Andstøða og pressa høvdu heldur sýnt mansmót og tjóðini [...] í (hann fær jú onga kapping frá profilleysa Sambandinum á andstøðuøkinum). Tó hevur Jóannes fleiri ferðir víst okkum, at hann hevur nakað eftir á, tá tað snýr seg um at læra taktiska stevið til fulnar.
vikarur á Langasandi, til hann fór í smiðjulæri á skipasmiðjuni í Vági. Seinasta árið var hann í læru á Våbenarsenalet í København, har han tók sveinaprógv, og í 1957 tók hann prógv sum verkfrøðingur á Københavns [...] við bygging av vatnkraftverkum hjá SEV í Vestmanna, frammi undir Fossunum, frammi á Mýrunum, í Heygadali og á Válinum. Á sumri 1960 var hann feriuavloysari sum maskinmaður við Tjaldrinum, og frá 1960 til [...] var leingingin av línuskipinum Magnusi á Gørðunum á Vágs Skipasmiðju í 1963. Hetta var fyrsta stálskipið, sum varð longt í Føroyum. Samstundis var Finnur í nøkur á rakstrarstjóri fyri sementrørsvirkinum
stórt akvarium á Sandágerði í sambandi við eina samanlegging av Biofar, Føroya Náttúrugripasavni og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya. Hendan ætlanin fór fyri bakka, men Íshúsið á Argjum stóð [...] framsýning. Og hann roknar við, at tørvur verður á at tvey starvsfólk fara at starvast á akvariuminum burturav, og at onnur kunnu verða tikin inn, um tørvur er á tí. - Vit hava atgongd til bát, so tað fer at [...] Á ólavsøku lat fyrsta akvariumið í landinum dyrnar upp fyri almenninginum. Tað eru feðgarnir báðir, Bjørki og Dávid Geyti, sum hava tikið stig til verkætlanina, ið hevur til húsa í Íshúsinum á Argjum.
heppin. Tað vóru bert speglini á báðum bilunum, sum møttust og knústust, hóast hesin ungi maðurin koyrdi í sínum reyða devuli á alfara vegi, sum Schumacher koyrir í sínum Ferrari á einum lukkaðum bana. Tá vit [...] vísti, at okkara spor steðgaði, men einki, sum segði, at tveir bilar ikki kundu møtast á vegnum. Vit koyrdu so út á hitt sporið. Beint, sum vit koyra, kemur ein knall-reyður bilur við ýlandi ferð upp um [...] koyrikort og verður "sleptur" út í trafikkin, merkir tað so, at hann er bevístur um ta ábyrgd, sum liggur á honum, tá hann ferðast í ferðsluni, so sum at koyra eftir UMSTØÐUNUM? Ella merkir eitt koyrikort bert
í Hvalvíkar kirkju kl.14 og vælkomst verður í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 18. Tey, ið ynskja, at vera við til veitsluna, biðast vinaliga siga frá á 422999 (heima) 509199 (Hans Jákup) 722999 (Durita) innan [...] 80 ára føðingardagur Sunnudagin 19. juni fyllir Jørleif Solmunde á Kambsdali 80 ár. Dagurin verður hildin heima á Kambsdali frá kl 10.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Finn 80 ár Fríggjadagin 17. juni [...] juni fyllur Finn Joensen í Sandavági 80 ár. Dagurin verður hildin á ferðamannaheiminum á Giljanesi frá klokkan 18. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 17. juni hava Marjun og Rógvi Hansen, Tórshavn gullbrúdleyp. Dagurin
verða biðin at siga frá á tlf. 213447 ella 423447 innan 10. des. 90 ára føðingardagur Bernhard Jacobsen, á Miðgerði, Kollafirði, verður 90 ár tann 24. nov. Dagurin verður hildin á Tjarnagarði í Tórshavn [...] Kata Mortensen, 80 ár. Dagurin verur hildin á hotell bakkanum í Vági, leygardagin tann 4. des. kl. 18. Øll ið vilja verða við til at halda dagin kunnu boða frá á tlf. 373261, 259561 / 267628 innan 27. nov [...] Bundgaard í Nordby Kirke á Fanø. Brúdleyp Leygardagin 27. nov. giftast Sunnvá Tausen, Tórshavn og Dagfinn Olsen, Rituvík. Vígslan verður í Rituvíkar kirkju kl. 14. Opið hús verður á Svangasgarði, millum kl
Havn á handverkaraskeiði. Í tveimum umførum. Øll, hon var á skeiði saman við, vóru skúlalærarar, so skeiðini vórðu hildin í summarferiuni. Tey gjørdu ymiskar smáar møblar og undirløg at seta heitt á, greiðir [...] krana, at ein beiggi hennara fór út av eini brúgv í erva, og á sjógv. Hann fór líka á botn, greiðir Alma frá. Pápin og abbin vóru báðir staddir á staðnum, og í royndini at bjarga dronginum, kom pápin so mikið [...] fáast upp á pláss. Jú, dóttirin hevur skil á hesum, men best er helst at vera garderaður, so Alma tekur aftur í aftur fyrireikingarnar og tryggjar sær, at einki er, sum ikki er fingið upp á pláss. Vit
Klokkan er júst farin av hálvgum fimm sunnumorgunin. 24 ára gamla Marjun á Høvdanum Andreasen er í bili sínum á veg til hús. Hon býr á Viðareiði, og koyrir sum vanligt eftir bygdarvegnum. Tað er bølamyrkt [...] hjólunum á bilinum. Men hon heldur tó leiðina áfram. Brádliga sær hon eina sera stóra grótrúgvu mitt á vegnum. Hon bremsar, men bremsurnar taka ikki rættiliga við, og tað endar við, at hon rennur upp á rúgvuna [...] rúgvuna. Marjun veit beinanvegin, hvat er á vási. Hóast tað er bølaniða og vánaligt sýni. Omanlop, hugsar hon við sær sjálvari. Fyrst roynir hon at bakka bilin av aftur rúgvuni. Ætlar at royna at sleppa sær