grannalagnum, og ringt var at fáa hesar ymsu mentanirnar at sampakka í friði og náðum. Jens byrjaði sum ungur at arbeiða hjá Lessebo Hydraulik, sum í størsta mun hevur specialiserað seg í at útbyggja og montera [...] ein krani til at lyfta t.d. vanligar bingur, skrellibingjur o.a. upp á bilar, uttan at førarin nýtist at fara úr bilinum. Tað gingu heili 16 ár til Anna og Poul aftur fingu høvið til at vitja í Føroyum [...] Onnu, tí einki var at frætta frá manninum, sum hon visti var mitt í endastríðnum av seinna heimsbardaga. Men umsíðir kom Poul aftur til Føroyar, og tey avgjørdu at fara til Danmarkar at búgva, men har var
nógvum Mazda-bilum. ? Vit fara at byggja hetta upp róliga. Tað er ósunnt fyri eina fyrtøku at blásqa nakað upp at byrja við, og so ikki kunna liva upp til tað. Tað fara vit ikki at gera, og tí verða vit ikki [...] mást tú skjótt venja teg til at liva eitt sindur einligt. Mítt lyndið hevur hinvegin ongantíð verið, at eg havi kent meg noyddan at vera miðdepil í einum sosialum meldri. At vera partur av »betra akademiska [...] vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið er alneyðugt í orði og verki at sýna medmenniskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin
ringt at fáa fólk inn í útvarpið at práta um hesi evni, verið so eitt sindur pedagogisk. Tit kunnu ikki vænta, at øll fólk - fólk ið ikki eru miðlavand og kanska fjálturstungin við tankan um at skula í [...] skilagóðan hátt um tað. At seta móðurmálið á skránna eina ferð um árið er eins burturvið og at seta fótbólt, tónleik, andakt og veðurtíðindi á skránna eina ferð um árið. Tað er skilligt, at tey áhugaðu í fótbólti [...] eitt fínt íkast til eitt øðrvísi málkjak. Pláss er fyri at tosa um enskan fótbólt hvørja viku og at spæla tónleik 7 x 18 tímar um vikuna. Tað merkir, at pláss er. Hetta er bara spurningur um raðfesting, ella
teir seinastu megnaði hesin hartspælandi bólkurin tó at spæla gjøgnum allan salin. Við at seta so nógv ymisk nøvn á skránna høvdu fyrireikarnir roynt at geva bæði yngri og eldri hvat tey vilja hava, men tað [...] Tað er mangan nakað serligt fyri ein útiseta at koma saman við føroyingum. Har sær man kend andlit og minni kend. Gjørligt er at drekka føroyskar øl. Haldi at Black Sheep er ein heilt góð øl, ið langt frá [...] min hetta kvøldið. Týr settu lív í at enda, sjálvt um hetta er eitt vánaligt orkestur. Hesir mennirnir eru nærum óviljaðir skemtiligir. Tað var eitt sindur spell at fara innandura hetta kvøldið. Vit sótu
tað var ógvuliga tungt hjá B71 at fáa nakað skipað álopsspæl í verk í nógva mótvindinum. Hinvegin dugdi heimaliðið heilt væl at brúka undanvindin, og tað var skjótt, at ÍF legði eitt ávíst trýst á verjuna [...] málverjin hjá fuglfirðingum, Karstin Joensen, hevði ógvuliga lítið at gera, og hann noyddist at renna eitt sindur aftur og fram fyri ikki at gerast ov kaldur. Gestirnir komu tó fyri seg aftur seinastu løtuna [...] Eftir steðgin batnaði veðrið munandi, og umstøðurnar at spæla fótbólt í gjørdust nógv betur. Uttan at taka nakað frá sandoyingum so sást tað tó, at leikararnir hjá ÍF sum heild vóru betri bóltspælarar
Dánjal stúrdi serliga fyri, at neytini kundu hava ringorm. Eisini var hann hart ímóti, at fólk ótarnað sluppu at flyta inn hundar og onnur húsdýr. Heldur ikki dámdi honum, at eitt nú ósviðin seyðarhøvd [...] einki reyðpuntut at síggja, men tá hann spurdi, fekk hann at vita, at enn var nakað eftir av toynum. Ein kona, sum var flutt av bygdini, átti nakað. Drúgvur toyboltur var! Og stuttligt var at hoyra ein góðan [...] einaferð segði hann, at fyri sær var ein hvítur seyður hvítur, og ein svartur seyður var svartur. Annan mun sá hann ikki á teimum. Heldur enn at bóndast fór Dánjal til Havnar at ganga á studentaskúla
februar 2003. Eftir er bert at vóna, at løgtingslimir rakna við og broyta skattauppskotið soleiðis, at tað í verki verður í trá við fráboðaðu ætlanina við skattalættanum, nevniliga at tað verða tey lágløntu [...] Fregnir 21. til 27. februar 2003, á forsíðuni at »Tá vit gera slíkar broytingar, so fara øll at merkja lættan. Men lættin vendir sosialt rætt, soleiðis at tað eru lág- og miðalinn-tøkurnar, sum fáa mest [...] tiltrongdan skattalætta. Tað sigur seg sjálvt, at láglønt, ið vinna minni enn 150.000 kr. um árið hava serstakligan tørv á skattalætta. Tað átti at verið sjálvsagt, at fólk, ið vinna 1/2 mió. kr. ella meira um
2000 gera tey av at flyta til Føroya. Í fyrstu atløgu vilja tey royna at búgva í landinum eina tíð, men longu eftir einum hálvum ári eru tey fallin so væl til á Eiði, at tey velja at keypa eini gomul hús [...] hon bara er fýra mánaðir gomul. Hon er sostatt eitt offur fyri, at meirilutin av okkara fólkavaldu hildu, at barsilsskipanin var ov dýr, og at summi tískil skuldu fáa minni útgoldið í barsilstíðini. Tað blivu [...] Haldórsvík. Tað gongst heldur striltið hjá Jane at gerast við barn. Hon hevur mist tvey børn undir belti, so tá hon varnast, at hon aftur er við barn, ger læknin av at sjúkramelda hana frá mars 2002. 18. oktober
gamla munnheldið hjá Pálli Guðlaugssyni, at vit vóru við fyri at læra, verið at hoyrt. Nú er tað ein gomul frasa, men dysturin hjá B68 ímóti St. Gallen vísti, at lærdómurin frá tíggju árum í europeisku [...] Tað hevur ofta víst seg, at útlendsk feløg ikki hava lagt í at spenna seg so nógv út, tá tey hava tryggjað sær, at tað vera tey og ikki føroysku mótstøðuliðini, sum sleppa at halda fram í kappingini. Soleiðis [...] illa sperdu B68 monnunum tóktist málið vera at sleppa so toluliga burturúr tí, sum tað kundi bera til. Leingi sá tað út til, at tað skuldi eydnast "bara" at tapa 3?0, men síðstu smáu tjúgu minuttirnar
Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? ? Eg havi verið í nógvum tónleikavasi, men kann ikki reypa mær av at hava verið beinleiðis við til at gjørt nakran sang ella upptøku [...] eisini bert baðikar heima, men mær dámar nú væl at liggja og lurta eftir tónleiki í karinum. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Ja, so at siga alt mítt lív, men onkusvegna hevur ?timingin [...] Her eru nógvir, ið eg kundi hugsað mær at hitt, tað er næstan ógjørligt at nevna nakran, og tað verður neyvan til nakað allíkavæl í hesum lívinum. Men fyri at venda aftur til jarðarferðina, so kanska