Juli 2004: Fantastisk Ólavsøka

Veðrið var av tí allarbesta, og nógv fólk vóru úti á gøtum og stratum, tá ið Ólavsøka varð hildin í høvuðsstaðnum. Hetta var eitt Ólavsøkuhald at teimum bestu

Føroyska summarstevnurnar eru prísgivnar til veðrið. Hóast tær bestu fyrireikingarnar av nýggjum og gomlum tiltøkum, so veldst nógv um, hvussu veðrið er. Tann stóri óvissi faktorurin kann gera av, um ein stevna eydnast væl ella ikki, og við tí veðurlagnum, sum vit hava um summarið, kann eingin kenna seg tryggan at fáa gott veður.
Ólavsøkuveðrið kann vera svikaligt, hóast tjóðarhátíðin liggur mitt á summrinum, men í ár var veðrið av tí besta, og tað ger eina góða ólavsøku enn betri. Eisini feløgini og onnur, sum skipa fyri, merkja størri áhuga og fáa meira burtur úr, og á gøtuni er lagið og lívið av tí besta.
Midnáttarsangurin á ólavsøku ein ein tann vakrasti mentanarliga siðurin, vit eiga, og í ár var aftur í túsundtalið av fólki á Vaglinum og sungu við. Tað er veruliga eitt hugtakandi mynd at síggja tey mongu fólkini stúvað saman í miðbýnum í Havn.

Løgmaður út úr skápinum
Nakað av tí, sum varð nógv umtalað í sambandi Ólavsøkuna var, at løgmaður Jóannes Eidesgaard helt røðu til eitt tiltak, sum felagið hjá teimum samkyndu, Friðarbogin, skipaði fyri í Grasagarði.
Summi funnist at løgmanni, tí hann var við til eitt tiltak hjá teimum samkyndu, men løgmaður helt einki verða skeivt í hesum.
? Andsfrælsið gevur mær rætt at hugsa og hava eina áskoðan. Tolsemið vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið er alneyðugt í orði og verki at sýna medmenniskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur, segði løgmaður millum annað í røðu síni.

Vinnarar í kappróðri
Eitt tað stórsta tiltakið á Ólavsøku er kappróðurin. Her skulu føroyameistararnir finnast, og tey, sum longu eru blivin meistarar, royna av øllum alvi at vinna seinasta róðurin á árinum.
Hjá 5-mannaførum við dreingjum var Blikur langt undan øllum hinum bátunum í FM-kappingini, og hjá 6-mannaførum við kvinnum var støðan tann sama hjá Jarnbardi. Sundabáturin var eisini tryggur vinnari hjá 6-mannaførum við monnum, og í kappingini hjá 8-mannaførunum var tað Argjabáturin, sum var betur enn allir hinir.
Serligur spenningur var til tvær kappingina ? hjá 5-mannaførum við gentum og hjá 10-mannaførunum, tí her var alt opið undan seinasta róðrinum.
Endin var, at Blikur vann hjá gentunum, og Havnabáturin hjá 10-mannaførunum.

Ikki alt upp á stás
Tað var tó ikki alt, sum gekk eftir ánni á Ólavsøku. Eitt av stóru tiltøkunum fyri ungdómin er Ólavsøkukonsertin, sum hevur verið afturvendandi táttur í nógv ár. Hetta er eitt av størstu konserttiltøkunum í landinum yvirhøvur, og vanliga er undirhaldið á pallinum fjølbroytt og gott.
Ummælarin hjá Sosialinum var ikki serliga hugaður at rósa ársins konsert.
? Tað gekk ikki upp í eina hægri eind í Kommunuskúlagarðinum. Ársins Ólavsøkukonsert fer í minnið sum ein hin ringasta seinnu árini, skrivaði ummælarin Heri á Rógvu.
Tvey føroysk fótbóltslið vóru á ólavsøku í Letlandi og spældi fótbólt, og har gekk heldur einki serligt. Samanlagt taptu B36 og B68 16-1, so tað var ikki tann allarbesta ólavsøkan.


- - -


Mazda skiftir adressu
Mazda-umboðið í Føroyum verður alment latið Bilasøluni hjá Øssuri Johannesen, eftir at Berg Motors við Johannes Berg síðani 1968 hevur verið innflytari av Mazda-bilunum til Føroya. Fyrstu tíðina verður tað tó hørð kapping um at selja Mazda-bilar, tí Berg Motors liggur inni við nógvum Mazda-bilum.
? Vit fara at byggja hetta upp róliga. Tað er ósunnt fyri eina fyrtøku at blásqa nakað upp at byrja við, og so ikki kunna liva upp til tað. Tað fara vit ikki at gera, og tí verða vit ikki við í nakrari skilaleysari kapping, sigur Øssur Johannesen.
Sum nakað nýtt fer Berg Motors undir at selja merkið Suzuki.

FCK vinnur og tapir
Danska meistarliðið FC Keypmannahavn vitjar í Føroyum og spælir dystir ímóti KÍ og HB. FCK tapir dystin ímóti KÍ 1-0, meðan teir vinna 4-1 ímóti HB. Todi Jónsson er liðformaður hjá FCK undir dystunum í Føroyum. Ein av spælarunum hjá FCK fær eitt serligt minni viðaftur heim, tí hann verður tikin fyri at hava koyrt við kenning í Havn.

G!ekk væl
Lisa Ekdahl er stóra navnið á G! Festivalinum, sum verður hildin fyri triðju ferð í Gøtu. Eisini útlendsk nøvn sum Russ Taff og Kashmir lokka nógv fólk til Gøtu.
? At spæla her var ein fantastisk uppliving. Vit vóru sera glað og væl nøgd við framførsluna, segði Lisa Ekhdal eftir sína framførslu á sandinum í Syðrugøtu.

112 misti sambandið
Ein mikumorgun í juli var nakað serligt áfatt á Alarmsentralinum í Havn. Øll teldu- og telefonskipanin hjá løgregluni í Havn virkaði brádliga ikki, og harvið reyk eisini sambandið til tann landsumfatandi alarmsentralin, sum skal hjálpa fólki í neyðstøðu. Orsøkin var ein kortslutningur í einum kaðali uttan fyri Politistøðina í Havn. Fólk við skili fyri slíkum vóru alt fyri eitt boðsend, og tey arbeiddu alt, tey vóru ment, fyri at rætta brekið, og tað eydnaðist seinni um dagin.

- - -

»Tá ein knappliga gerst akutt sjúkur, er vanliga stór umsorgan millum avvarðandi fyri viðkomandi. Men tá tað dregur út, og sjúklingurin ikki gerst frískur aftur, fánar umsorganin so líðandi, og einsemið byrjar at gera um seg, meðan vónin spakuliga fer. Mong sálarsjúk liva júst í hesum myrka einsemi uttan vón og umsorgan.
? August Gabriel Wang, sálarlækni

»Velur tú eina tilveru sum politiskur boksari, mást tú skjótt venja teg til at liva eitt sindur einligt. Mítt lyndið hevur hinvegin ongantíð verið, at eg havi kent meg noyddan at vera miðdepil í einum sosialum meldri. At vera partur av »betra akademiska ella sosiala slagnum« hevur ongantíð verið nøkur tráan.«
? Óli Breckmann, politikari

---

HB vinnur kappingina um løgmassteypið eftir finalu ímóti NSÍ, og KÍ vinnur steypafinaluna hjá kvinnum