Tað drejar seg um attitydir til sproodgje

viðmerking til útvarpssendingina um mál 6. februar

Jonhard Mikkelsen

Eina ferð um árið setur útvarpið føroyska málið á skránna.
Uppskriftin er neyvt tann sama á hvørjum ári: Vit dyrka meira og minni paranoidar ósemjur, vit seta gestirnar upp sum fíggindar, við biðja tey tosa markleyst um alt í senn, vit biðja eisini fólk ringja inn og siga okkurt um okkurt, so vit tryggja okkum, at gruggið verður fullkomið.

Og so fara vit í luftina. Hvørt ár ger útvarpið sama mistak, og hvørt ár er árliga sendingin um “føroyskt” eins miseydnað.

Hugsið tykkum, um hetta varð boðað í útvarpinum:
“Í dag fara vit at tosa um føroyskan tónleik – alt sum til allar tíðir og í øllum formum er føroyskur tónleikur. Vit seta 4 grundleggjandi ósamd fólk at siga okkurt um føroyskan tónleik. Minst ein amatørur er við til tess at fullfíggja myndina. Úr tí vænta vit okkum stimbrandi kjak um føroyskan tónleik. Lurtarar kunnu gleða seg til, at ímillum hvørja áskoðan skrambla útvarpsfólkini við nøkrum blikkum og eisini nøkrum klippum úr miseydnaðum tónleikaupptøkum, so tað verður undirhaldandi og stuttligt
Tátturin verður væntandi tikin uppaftur í mars mánaði 2008”

Hvussu høvdu tit í útvarpinum í álvara takklað arbeiðssetningin: “4 fólk tosa um tónleik í 55 minuttir” Hvat hevði komið burturúr? Einki. Tað bera svass. Tað sama hendir við hesum sendingunum um “føroyskt.” Hetta er tað bera svass. Og hetta svassið setur skorður undir fordómar og býttiskap og grenj.

Tit hava annars eina fína uppskrift, sum riggar í sambandi við tónleikaumrøður. Tit seta trý fólk, sum starvast við tónleiki, at tosa um tónleikaútgávur. Tey hava førleika og innlit, og tey siga sína hugsan um tónleik. Hetta eru fólk, sum hava skil fyri tí, tey tosa um – tey eru stundum samd, stundum ósamd, men felagsnevnarin er, at tey tosa um tónleikin á ein hátt, ið er áhugaverdur. Tey síggja tónleikin úr ymsum hornum, leggja dent á ymist í sambandi við ymisk evni. Gera vart við sínar hugsanir um hetta og hatta. Tey fáa eina bundna uppgávu. Tey loysa hana væl. Har situr eingin amatørur. Tey verða ikki sett í tveir bólkar – fyri og ímóti. Tey megna at hava eitt evni í brennidepli, og tey eru fyrireikað. Eg eri ikki áhugaður í hvørji einastu fløgu, ið verður umrødd, men eg lurti, tí tað er stuttligt at hoyra metingarnar hjá serkønum.

Hví seta tit ikki ein tílíkan bólk at kjakast um øll tey mongu fyribrigdini, sum tilsamans mynda okkara mál? Her í landinum eru nógv, sum høvdu lurtað eftir slíkari sending, tí tá ið serkunnleiki kemur inn í myndina og greiðir frá, so verður tað áhugavert at lurta eftir. Sama hvat evnið er. Innlit og kunnleiki vekur áhuga.
Mál er eins fjøltáttað og áhugavert og tónleikur, myndlist og alt annað. Men tað má verða viðgjørt og tikið upp í bitum, annars rennur alt saman í eina fløkju.
Tað, ið oyðileggur prátið um føroyskt mál í miðlunum, er, at einki avmarkað evni verður sett í brennidepilin. Og í aðru syftu, at tað altíð skulu vera amatørar við í sendingini. Fólk, ið ikki vita, hvat tey í roynd veru tosa um.

Tílík sending kundi verið ógvuliga áhugaverd og upplýsandi og verið við til at lyft okkum úr hesum evindaliga sjagginum um nøkur orð, sum okkum dámar ella ikki dámar, sloppið okkum undan teimum somu býttu spurningunum, sum eingin málfrøðingur hevði funnið uppá at sett, lynnt undir eitt prát, sum var øðrvísi enn tað, vit hava sósað okkum inní seinastu fjórðings øldina.

Hesar útvarpssendingarnar eru við til at trygda nátturligt málkjak millum málkøn fólk niður í eitt runudýki, har einki trívist, har eingin vil vera, men sum grundað á fordómar verður dyrkað í okkara almenna tænastumiðili.

Landið skríður skart í fólki, sum hevur málsliga útbúgving, latið tey sleppa framat – júst sum tit lata trý tónleikakøn fólk sleppa at práta um tónleik.

Skulu fólk sleppa úr sjagginum, so má reglulig sending vera í útvarpinum um málið kanska eina ferð um vikuna. Júst sum gjørt verður við tónleikin og ítróttina og annað, vit vilja fylgja við í, skifta orð um og menna. Bara soleiðis kunnu vit práta á skilagóðan hátt um tað.
At seta móðurmálið á skránna eina ferð um árið er eins burturvið og at seta fótbólt, tónleik, andakt og veðurtíðindi á skránna eina ferð um árið.

Tað er skilligt, at tey áhugaðu í fótbólti, tónleiki, andakt og veðri høvdu ikki kunnað fylgt við, um einans sending var um árið. Tey høvdu enntá mist áhugan fyri hesum evnunum, sum høvdu verið gjørd um til óviðkomandi svass, ið kom sum ketta upp úr høvdatrogi eina ferð um árið í útvarpinum.
Ein sending um okkara fjøltáttaða móðurmál – eina ferð um árið – hevur somu ávirkan.
Væl skipað, kundu vit havt áhugavert prát um málið hvørja viku. Og tað hevði ment okkum, tað hevði flutt okkum og kundi verið eitt fínt íkast til eitt øðrvísi málkjak.

Pláss er fyri at tosa um enskan fótbólt hvørja viku og at spæla tónleik 7 x 18 tímar um vikuna. Tað merkir, at pláss er. Hetta er bara spurningur um raðfesting, ella sum tann eini við pallborðið segði í gjár: attitydir

Er tað ringt at fáa fólk inn í útvarpið at práta um hesi evni, verið so eitt sindur pedagogisk. Tit kunnu ikki vænta, at øll fólk - fólk ið ikki eru miðlavand og kanska fjálturstungin við tankan um at skula í útvarpið - glaðbeint fara í útvarpið í beinleiðis sending. Gevið teimum ein kjans. Tit kundu lætt um hjá hesum fólkum og bandað sendingarnar frammanundan, so feilir kundu verið kliptir burturúr. Leitið eftir fólki, ið kunnu taka sær av hesum, og venjið tey við miðilin. Tit høvdu gjørt øllum føroyingum - eisini tykkum sjálvum - eina stóra tænastu.