BARSILSBROYTING
»Órímiligt. Tað er rætta orðið.«
Unga mamman á Eiði heldur tað, sum henni hevur verið fyri, vera órættvíst.
21 ára gamla Jane Larsen, fýra mánaðar gamla dóttirin Emilia Jónhild Eidesgaard Poulsen og maðurin Allan Eidesgaard Poulsen eru komin í klemmu í barsilsskipanini, sum varð broytt frá nýggjárinum.
Útrokningargrundarlagið fyri barsilspengunum er farið frá at vera teir bestu seks samanhangandi mánaðirnir seinasta árið, til at vera miðalinntøkan 12 teir síðstu mánaðirnir undan barsilsfarloyvinum. Lógin varð broytt við gildi frá nýggjárinum við vælsignilsi frá løgtinginum.
5.000 krónur minni
Fyrstu tríggir mánaðirnir av barsilsfarloyvinum hjá 21 ára gamla Jane Larsen vóru brúktir í 2002, og teir næstu tríggir skuldu brúkast í 2003. Og har ímillum er ein himmalvíður munur.
Við eitt fær hon slakar 5.000 krónur minni í barsilsgjaldi um mánaðin, tí skipanin varð broytt frá nýggjárinum. Heilt neyvt er hennara inntøka farin úr 13.566,18 kr. um mánaðin niður í 8.817,70 kr. Eitt minus í húsarhaldinum upp á 4.748,48 kr. eftir einum degi.
Tað gongur út yvir lítlu Emiliu Jónhild Eidesgaard, sum kanska noyðist í pleygu, hóast hon bara er fýra mánaðir gomul. Hon er sostatt eitt offur fyri, at meirilutin av okkara fólkavaldu hildu, at barsilsskipanin var ov dýr, og at summi tískil skuldu fáa minni útgoldið í barsilstíðini. Tað blivu tey við tí óstøðugu inntøkuni. Fólk sum Jane, ið arbeiðir á flakavirki.
Afturvirkandi lækking
Vit skrúva tíðina nakað aftur. Jane Larsen, sum er donsk, og Allan Eidesgaard Poulsen, sum er ættaður av Eiði, búgva saman uttan fyri Aalborg. Í 2000 gera tey av at flyta til Føroya. Í fyrstu atløgu vilja tey royna at búgva í landinum eina tíð, men longu eftir einum hálvum ári eru tey fallin so væl til á Eiði, at tey velja at keypa eini gomul hús, sum tey seta í stand.
Hann siglir úti, og hon arbeiðir á fiskavirkinum FARITA í Haldórsvík. Tað gongst heldur striltið hjá Jane at gerast við barn. Hon hevur mist tvey børn undir belti, so tá hon varnast, at hon aftur er við barn, ger læknin av at sjúkramelda hana frá mars 2002.
18. oktober eigur hon dóttrina, og hon gleðir seg at ganga heima.
Tey hava roknað tað út. Um hon fær tær 13.000 krónurnar um mánaðin frá barsilsskipanini, soleiðis sum lógin leggur upp til, so hongur tað saman. Allan kann eisini vera heima fyrstu mánaðirnar, og tey klára kortini at gjalda hvørjum sítt.
Men so fer løgtingið at viðgera barsilsskipanina av nýggjum. Ein dagin fer Jane í bankan at taka pengar út, tí nakrar rokningar skulu gjaldast. Men í bankanum siga tey, at onki er komið inn á kontuna. Hon undrast og ringir til Barsilsskipanina. Har greiða tey frá, at hennara útgjald skal roknast umaftur, tí broytingar eru samtyktar á løgtingi.
Pengarnir koma í bankan, men nú eru teir nógv færri. Síðan kemur brævið frá Barsilsskipanini við kunningini. Útrokningargrundarlagið er broytt, siga tey, so at útgjaldið hjá teimum flestu verður lækkað frá 1. januar 2003. Brævið, sum er dagfest í februar, endar við orðunum, at »hetta er eisini galdandi fyri tey, sum fóru í barsilsfarloyvi áðrenn 1. januar 2003«.
Lítið barnavinarligt
Jane og Allan fáa sum frammaná, nú tey so knappliga eru vorðin fátækari.
? Hetta er órímiligt. Høvdu vit vita í góðari tíð, hvørjum vit kundu rokna við, so kundu vit lagt ætlanir eftir tí. Vit hava fingið sett lánsgjøldini niður í eina tíð, so vit kunnu klára okkum við tí, sum eg fekk. Men at fáa skrykt 5000 krónur burtur av mánaðarligu inntøkuni eftir einum degi, tað er meira enn okkara økonomi klárar, sigur Jane.
Nógv er at gjalda, sigur hon. Blæur, matur, streymur og rokningar hjá einari familju við pinkubarni er dýrt. Tað hjálpir lítið við teimum 5.000 krónunum, sum eftir eru, tá skatturin er goldin.
? Um eg ikki fái hjálp frá Almannastovuni, so noyðist eg aftur til arbeiðis, og tað haldi eg vera ov galið. Landið kann ikki bara knappliga broyta fortreytirnar hjá fólkum við afturvirkandi kraft, sigur Jane.
Nú noyðist Allan aftur til skips sum skjótast. Tað hjálpir heldur onki beinanvegin, tí tann lønin kemur ikki til høldar, fyrr enn túrurin er av. Avleiðingin av øllum kann tískil gerast, at Jane má til arbeiðis aftur á fiskavirkinum, meðan fýra mánaðar gamla dóttirin verður sett í pleygu.
? Tað er ikki serliga barnavinarlig, og um onnur verða viðfarin á sama hátt, so kann tað forskrekkja fólkum frá at fáa fleiri børn, sigur Jane, sum hevur hoyrt um fleiri, ið eru í líknandi støðu sum tey.
Fara ongan veg
Niðrifrá kenna tey bæði til tað sosiala trygdarnetið, sum verður spent undir familjur við børnum, og tey eru vitandi um, at høvdu tey verið niðri nú, so vóru tey í eini heilt aðrar støðu.
Men tey vilja ikki aftur til Danmarkar, hóast tey kenna seg illa viðfarin av føroysku skipanini beint nú.
? Vit vilja gjarna búgva í Føroyum. Í Danmark er lætt at fáa hjálp, men har er nógvur kriminalitetur. Her er ongin kriminalitetur, men heldur ongin serlig hjálp, sigur Jane við einum smíli.
FAKTA
Við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002 broytti løgtingið útrokningargrundarlagið fyri barsilspengunum.
Fyrr var mánaðarliga barsilsútgjaldið roknað við støði í annaðhvørt inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar frammanundan barsilsfarloyvinum, ella einum samanhangandi 6 mánaða skeiði, um hetta var hægri.
Nú verður útgjaldið einans roknað við støði í inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar frammanundan barsilsfarloyvinum. Hetta hevur við sær í flestu førum, at útgjaldið lækkaði frá 1. januar 2003. Tað er eisini galdandi fyri tey, sum fóru í barsilsfarloyvi áðrenn 1. januar 2003.