Galaxy kostar landinum 375.000 krónur um dagin

Tað kostar landinum tilsamans 21 milliónir krónur at leiga griksku ferjuna Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril í 8 vikur

Tað sæst í svari til ein grein 52a fyrispurning, sum Hans Jacob Thomsen, tingamaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Tingmaðurin spurdi soleiðis:

1. Hvat er kostnaðurin hjá Strandfaraskipum Landsins at leiga ferjuna Galaxy?

2. Nær varð sáttmáli undirskrivaður við felagið, sum eigur ferjuna Galaxy?

3. Vóru aðrar ferjur, ið lúka krøvini til at avloysa Smyril, tøkar at leiga?

– Leigusáttmálin er gjørdur fyri í fyrstu atløgu 8 vikur, men við møguleika fyri at leingja við 2 vikum - til 10 vikur. Samlaði leigukostnaðurin fyri Galaxy er 21 mió. kr., um talan er um 8 vikur og 25 mió. kr., um talan er um 10 vikur, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til spurning1.

Hann sigur víðari, at sjálv leigan fyri 8 vikur er 12,6 mió. kr. umframt 5,25 mió. kr. fyri klárgering og avrigging og 3,15 mió. kr. í lønarútreiðslum til útlendsku manningina. Íalt 21 mió. kr.

– Verður leigutíðarskeiðið 10 vikur, er sjálv leigan 15,75 mió. kr., klárgering og avrigging er 5,25 mió. kr., og lønarútreiðslur til útlendsku manningina 3-4 mió. kr. Íalt 25 mió. kr, sigur landsstýrismaðurin.

Manningin hjá reiðarínum hjá M/V Galaxy skuldi, sambært avgerð hjá Útlendingastovuni, vera fevnd av føroyskum lønar- og setanartreytum.

Sum svar upp á spurning 2 sigur landsstýrismaðurin, at leigusáttmálin fyri Galaxy varð undirskrivaður 30. mars 2025.

Og sum svar til 3. spurningin sigur hann, at Strandferðslan kannaði í longri tíð, umvegis tríggjar føroyskar skipsmeklarar, marknaðin fyri leiguferjur til ta avmarkaða tíðarskeiðið, ið Smyril er í dokk.

– Eins og øll undanfarin ár, tá nýggi Smyril hevur verið í dokk, er tað so at siga ógjørligt at finna eina ferju í eitt so avmarkað tíðarskeið, ið nøkulunda nøktar tørvin á suðuroyarleiðini. Eisini hóast tíðarskeiðið hesaferð var nakrar vikur longur enn vanligt, tí at talan er um 20 ára klassing, og stórarbeiði skulu gerast, sigur Jóhan Christiansen.

– Arbeitt varð út frá eini 15 ymiskum møguligum ferjum, sum tó antin vóru ov langar, ikki kláraðu nóg væl alduhæddina ella ikki vóru tøkar ta tíðarskeiðið, ið Smyril er í dokk, sigur hann.

Við ferjuni Ben-My-Chree av Isle of Man, sum Strandferðslan var og hugdi nærri at í desember í fjør, hevði Strandferðslan ta fatan og vón, at møguleiki var fyri at gera eina leiguavtalu, men eigarin valdi tíverri eina aðra loysn.

 

##med2##

Í apríl í fjør mælti Strandferðslan landsstýrinum til at fara í keypssamráðingar við eigararnar av ferjuni Volcan de Taburiente, heimahoyrandi á Gran Kanaria, sum var á

stødd við Smyril og um sama aldur.

– Hugsanin við slíkari eykaferju var, at um Smyril fekk eitt álvarsligt brek, so var altíð ein eykaferja tøk. Ferjan hevði so eisini kunnað virkað sum avloysaraferja, meðan Smyril er í dokk, sigur landsstýrismaðurin.

Strandferðslan metti tá samlaða útveganarkostnaðin til umleið 250 mió. kr. Harumframt eru rakstrarútreiðslur, viðlíkahaldsútreiðslur og annað.

 

 

Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkinum, hevur sett landsstýrismanninum fyrispurningin um leiguprísin fyri Galaxy